Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 1992síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

; á á 3 i SATA á A Nr. 202 — 23. oktober 1992 Asterix i Sjon- leikarhúsinum Leygardagin 24. okt. kl. 16 sýnir F ilmsfe- lagið franska teknifilmin »Asterix í Bret- landi«. Filmurin hevur danska talu og er roknaður børnum i øllum aldri. Bretar og gallarar standa saman i stríðnum móti róm- verjum, og tí ger Cesar av at loypa á Breiland. Bretar hava ein løgnan vana: teir halda fri hvønn seinnapart kl. fimm. Tå drekka teir kókað vatn. Og fimta hvønn dag halda teir vikuskifti, og tá er lagamanni hjá róm- verjum at loypa á. Skjótt er alt Bretland her- sett, uttan ein lítil bygd í Cantium (Kent). Har stríð- ast tey av øllum alvi, men síggja skjótt, at tap er í hendi. Tá kemur hermaður- in Fixfax í tankar um systk- inabarnið Asterix og um gandadrykkin hjá gallarun- um, og Fixfax ger av at fara til Gallia eftir gandadrykk- inum. Í Gallia gongur Obelix í ringum lag, ti ongir róm- verjar eru at berjast vid. Teir eru allir farnir til Bretlands. Tí verður hann glaður, tá Fixfax biður um hjálp, og skjótt eru Asterix, Obelix og hundurin Idefix saman við Fixfax á veg til Bret- lands við einum stórum kagga av gandadrykki. Men Motus, rómverski herovastin í Lodinium (London), hevur frætt um gandadrykkin, og ger av at allir vínkaggar skulu kann- ast, til drykkurin er funnin. Kaggin verður tíkin frå gallarunum, men teir vinna hann skjótt aftur. Tíverri missa teir kaggan enn eina ferð, tá búrkropp- urin Lurifax fer avstað við honum, og selir hann til eitt rugby lið, sum skal nýta hann til ein týðandi dyst. Samstundis gera rémverjar seg ut til at herja å bygdina hjå Fixfax… »Asterix i Bretlandi« er gjørdur i 1988 eftir tekni- søguni vid sama navni, og verður mettur sum ein tann besti teknifilmurin av sínum slag. Tær donsku røddimar eru: Ove Sprogøe (Asterix), Nis + tíðindablaðð 203jalurin Bank-Mikkelsen (Obelix), Torben Hundahl (Fixfax), Søren Østergaard, Esper Hagen, Henrik Kofoed og Michelle Bjørn-Andersen. Filmurin er 78 min. og verður sýndur i Leikhús Bio leygardagin 24. okt. kl 16.00. Atgongumerki kost- ar 25 kr. bæði fyri bórn og vaksin Tíðindi frá Filmsfelagnum: Cyrano de Bergerac Stórfilmurin um unga aðalmannin og brøgd og trupul- 2 leikar hansara verður sýndur í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldid 24. okt. kl. 21. Kendi sjónleikarin Gerard Depardieu hevur hgvuðsleiklutin. Hetta sigst vera ein av hansara bestu framførslum, og fek hann eisini gyltu pálmarnar í Cannes fyri henda leiklut. Øll kenna Cyrano. Hann er stoltur og prúður maður, djarvur, andríkur og orða- kringur, og har afturat eisini djúpt forelskaður í systkina- barni sínum Roxane. Men hann hevur eitt lýti, hann hevur alt ov stóra nýs. Leikur fer fram á sjón- leikarhúsinum >Hotel de Bourgogne<, har Cyrano, heryvirmaður í gascogne- deildini, kemur til ilnar við ein av sjónleikarunum, tí hesin eisini er skotin í vøkru Roxane. Sjálvur heldur Cy- rano seg ikki hava nakran møguleika at vinna hjarta hennara orsakað av útsjónd síni. Tá Roxane gerst góð við unga hermannin Christian, sum skal við í gascogne- deildina, biður hon Cyrano ansa sær eftir honum. Cyrano ætlar at hjálpa Christiani, sum ikki er so orðakringur, at ogna sær Roxane. Hann skrivar und- urføgur friggjarabrøv fyri ÅRETS FRANSKE FILMSUCCES GERARD DEPARDIEU CYRANO DE BERGERAC a St DEPARDIEL I SIT LIVS EN FILM AF JEAN-PAUL RAPPENEAU hann, og tå Roxane lesur hesi, gerst hon bergtikin f vakra unga manninum. Christian og Roxane gift- ast, men á sjålvari brúd- leypsnáttini noyðist gas- cogneherdeildin í kríggj. Cyrano heldur áfram at skriva vekur friggjarabrøv heim til Roxane, sum er um at gerast ør av longsli eftir andríka Christiani. Hon vil partú hitta hann, men tá hon kemur til hermótið, er Christian deyður. Tað er Jean-Paul Rappe- neau, sum hevur leikstjórn- að efur søgu hjá Edmund Rostands, og fekk filmurin Oføra góð ummæli, tå hann varð frumsýndur. Síða 23 Tidindaskriv frá Felagum Feroyar-Ísrae!: Hitt natúrliga og andaliga Israel verdur evnid, sum Paul M. Hansen fer attalaum á almennum Ísraels- fundi sunnudagin hin 25. okt. kl. 14.30. Við jøvnum millum- bilum skipar Felagið Føroyar-lIsrael fyri ym- iskum tiltøkum, og hesuferð hava vit heitt á trúboðaran Paul M. Hanssen, sum hevur virkað í Føroyum i umleið fyra ár við sangi og talu. Umframt at hava virkað í Ísrael og USA, hevur Paul M. Hanssen verið trúboðari í New Zealandi. Føroyingar hava altid verið góðir við og takk- samir fyri Ísraelstjóð Og tað vil Gud vælsigna land okkara fyri. Um hetta talar Bíblian Hjá einum og hvørj- um er vert at seta tíð av sunnudagin, um til ber, at hoyra sang og Guds Orð, um hitt natúrliga og andaliga Ísrael, á Parnassinum á Hotel Hafnia, sunnudagin kl. 14.30. Felagið Føroyar-Israel Kunngerð um val Froðbiðar Sóknar Kommunu Valnevndin í Froðbiar Sóknar Komm- unu boðar hervið frá, at val til býráð og skúlanevnd verður týsdagin 8. de- sember 1992. Valevnislistar kunnu latast inn til kommunuskrivstovuna í avgreiðslutíð- ini, men skulu vera formanninum í val- nevndini í hendi seinast týsdagin 17. november 1992 kl. 18. Tveroyri, hin 21. oktober 1992 vegna valnevndina fyri Froðbiar Sókn Dan Nielsen f.m. Kunngerð Tað verður hervið gjørt kunnugt, at bygdaráðs- og skulanevndarval verður í Kvívíkar kommunu týsdagin 8. de- sember 1992. Valevnislistarnir skulu vera Kristian Magnussen, Kvívík, í hendi í seinasta lagi týsdagin 17. november 1992 kl. 18.00. Kvívík tann 21. oktober 1992 fyri kommunuvalnevndina Kristian Magnussen, form.