Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. oktober 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Í | i Nr. 203 — 24. oktober 1992 tíðindablaðið Heldur gjarna fram - Verði eg biðin um at koma á lista aftur til bygdarráðsvalið, eri eg til reiðar, sigur Maria Hansen, bygdarráðsforkvinna í Vestmanna Góðar seks vikur eru til bý- ogbygdarráðsvalini, = og nógvastaðni eru tey komin væl áleiðis við uppstilling- ini. Enn hevur lítið verið gjørt í Vestmanna við at fyrireika seg tl bygdarráðsvalið. Men nú man tað fara at verða. Maria Hansen, sum fyri fýra árum síðan fekk flest atkvødur og varð vald til orkvinnu í bygdarráðsvali- num, hevur ikki tosað við nakran um bygdarráðsval- ið. Hon veit tí ikki, um nak- arkvinnulisti verður eins og seinast. Maria ætlar ikki sjálv at taka stig til at gera lista. - Men koma tey til mín og biða meg um at stilla upp aftur, so eri eg til reiðar, sig- ur hon. Tað var stórhending, tá kvinnulistin í Vestmanna við seinasta bygdarráðsval fyrr tríggjar kvinnur valdar, allar tríggjar fingu fleiri at- kvgður enn nakað av hinum valevnunum. Uppundir valid tosadu tær m.a. um at fåa barna- garð og ellis- og røktar- heim. Einki av hesum er blivid til nakað, ti komm- unan er so illa fyri fíggjar- liva. Maria Hansen sigur, at tær vistu, at kommunan var illa fyri, men ikki fyrr enn hon kom i bygdarrådid gjørdist hon greið yvir, hvussu vånalig stødan var. - Vit sóu beinanvegin, at vit ikki høvdu ongan møgu- leika at seta nakað av ú í verk, sigur hon. Arbeiðið í bygdarráðnum var tá heilt nýtt fyri hana, og nógv var at seta seg inn í, men tað var kortini skjótt at koma inn í arbeiðið. Kortini á borðið - Vit løgdu so beinanvegin kortini á borðið fyri fólki og søgdu hvussu var, sigur hon. Ístaðin fyri at koma við nýggjum, noyddist bygd- arráðið at gera tað gvugta, steðga tí mesta kommunala arbeiðinum og siganógvum fólk upp. - Tað harmaði okkum nógv, men tað var neyðugt, tí skuldin hjá kommununi var blivin so stór. Sjálvandi hevði verið hugaligari at komið til ein fullan kommunukassa og kunnað gjørt nakað í staðin fyri, sum tað hevur verið, bara at skula spara. Maria Hansen heldur kortini ikki arbeiðið í bygd- arráðnum vera keðiligt. Tú lærir nógv um viðurskifti, sum tú áður einki kendi til. Í fýra ár hevur Maria Hansen nú sitið við borðendan í bygdar- ráðnum í Vestmanna. Hon heldur fram, um boð verða eftir henni. Tað er vidhvørt tíðar- krevjandi arbeiðið, men Maria røkir kortini samstundis parttidar- arbeiði sítt sum sjúkrasystir á Lands- sjúkrahúsinum Og so er tað eisini ein av- bjóðing. - Men tað kann vera troyttandi at skula arbeiða, lå eingir pengar eru, og inn- tøkan alsamt minkar, heldur hon. Tað harmar hana eisini nógv, at ikki bar til at gera nakað, og serliga hugsar hon um ellis- og røktar- heimið. Fingu alt at vita Bygdarráðið hevur øll hesi árini spælt við opnum kortum. Bygdarfólkið fekk beinanvegin at vita, hvussu til stóð, og fíggjarætlanin er á hvørjum ári send út í hvort hús í kommununi. Maria Hansen heldur, at kommunan hevur spart, har sparast kann. Roynt varð at fáa landið at yvirtaka ferju- leguna, ikki bara fyri at sleppa undan tí fíggjarliga kleppinum, men eisini tí bygdarráðið heldur, at ferjulegan eftir réttum eigur at vera landsmál. Men landsstýrið var ikki sinnað at yvirtaka. Eisini royndi kommunan at selja ognirnar á Holms- bakka, men eingin hevði hug at keypa. Okkurt arbeiðið hevur kommunan tó verið noydd til at sett í verk. Nú verður farið at geranýggjan kirkju- garð. Hetta er neyðugt, sjálvt um pengar ikki eru til nakað. Skuldin hjá kommununi er 68 mió. krónur. Hon er ikki vaksin hesi fýra árini, men kommunan hevur ikki goldid avdrøg. At goldið renturnar hevur verið nóg stór byrða, men tað er gjørt. Gott samstarv Maria Hansen letur væl at samstarvinum í bygdarráð- num. Til dagligt hugsar eingin um tað eitt sindur óvanliga, at har sita triggjar kvinnur. Tey hava øll sitið væl um sátt. Men onkuntíð kemur tað tó fram í orða- skiftinum, at kvinnur og menn hugsa eitt sindur ym- ist um, hvat hevur týdning, heldur Maria. Sjálv heldur hon tað vera sunt, at bæði kvinnur og menn eru bæði í kommunal- og landspoli- tikki, tí málini verða betur lýst tá frá gllum síðum. Land og kommuna Torført er av vísa á, hvat meirakommunan kann gera fyri at minka um útre:ðslur sínar. - Tað hevði tó verið vert at endurskoða býti millum land og kommunur. Tað eru so nógv mál, har kommun- an onga ávirkan hevur, men bara skal gjalda eina rokn- ing, um kemur einaferð um árið, sigur Maria. Hon held- ur eisini, at landsstovnarnir hava alt ov nógv at siga innanfyri kommunumørk- ini. - Tað átti eisini at verið betri samstarv millum land og kommunu, sigur hon. Enn hevur Vestmanna kommuna ikki merkt nógv til arbeiðsloysi. Tað skal tó sigast, at torførari er hjá bygarrådnum at fylgja vid ti, sidan arbeidsloysisskip- anin kom. Men arbeidid hevur verið nøkulunda stútt á fiskavirkinum, nøkur smærri virki ru, og heilt fitt av fólki hevur eisini arbeiði í ødrum kommunum. Skattainntøkuna hava tey tó mett at verða 1,7 mió. krónur minni í ár í mun til í fjør, og næsta ár fer hon óivað eina mió. krónur nið- ur aftrat. Fíggjarætlanin fyri í ár er góðar 14 mió. krónur. Bygdarráðiðer vid at gera nýggja fíggjarætlan, men í løtuni liggur arbeiðið stilt. Sum øll onnur bíða tey eftir, hvat hendir við støduni í landinum. Fyrr enn tey vita meira, ber illa til at gera fíggjarætlan. randi Myndir: Kalmar