leygardagur 24. oktober 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Lagið var gott á teimum ellivu, st
um nú sleppa at royna seg í sildini í Íslandi. Aftast frá vinstru: Beinta Simonsen av
Nr. 203 — 24. oktober 1992
Sandi, Kristianna Poulsen, Birita Leiti, og Elin Olsen, allar úr Fuglafirði. Í miðjuni: Óluva Samuelsen úr
Haldórsvík, Jolina Hansen av Glyvrum, Randi Borðoy av Norðskála, Louisa Eliasen úr Klaksvík. Fremst: Ánna
Davidsen úr Sørvågi, Kristina Nordendal av Toftum og Selina Shew av Nesi. Mynd: Kalmar
Til Íslands undan
arbeidslovsinum
-Vit vilja heldur hava arbeiði i Íslandi enn ganga arbeiðsleysar í
Føroyum, siga tær 11 føroysku kvinnurnar, sum í dag fara við
íslandsflogfarinum at arbeiða sild á Seyðisfirði
Millum ferðafólkini til
Islands í dag eru 11 før-
oyskar kvinnur sum skulu
arbeiða sild á Strandarsild
á Seyðisfirði. Tær eru
ymsastaðni úr Føroyum,
og tær flestu um tjúgu ára
gamlar. Felags fyri tær
allar er, at tær ganga ar-
beiðsleysar og hava áður
arbeitt á flakavirki.
Hetta arbeiðstilboðið er
komið meira ella minni av
eini tilvild.
Ein íslendskur virkiseig-
ari kom á tal við føroying,
og spurdi um møguleikan
fyri at fáa arbeiðsfólk úr
Føroyum. Hesin legðist
ikki á bodini, men segði
arbeiðsávísingini i Føroy-
um frå beinanvegin.
Arbeidsåvisingin setti seg i
samband vid virkid, og
lýsing kom í útvarpið. Og
tá gekk bert lítil løta, til
nóg nógv nøvn vóru komin
á listan.
Nógv yvirtíð
Hósdagin hevði arbeiðs-
ávísingin boð eftir teimum,
og har fingu tær at vita
hvat tær fara yvir ul:
Tíðarskeið: Skjótast gjør-
ligt og fram til jóla.
Arbeiðið fevnir um silda-
arbeiði, skiljing av sild
0.a.. Løn: 273 islendskar
krónur, sum eru umleið 30
føroyskar. Haraftrat verður
útgoldin felags akkord, og
møguleiki er fyri nógvari
yvirtíð. Ókeypis ferð aftur
og fram, og tær kunnu
búgva ókeypis á vallara-
heimi. Somuleiðis skal
viðmerkjast, at íslendska
skattaskipanin er so, at tær
fyrstu 50.000 krónurnar
tær vinna, eru skattafríar.
Ringdu beinanvegin
Onkur teirra las um ís-
lendska tilboðið í Sosial-
inum, og dagin eftir kom
lýsingin í útvarpið, og tær
vóru ikki seinar í tele-
fonina.
-Tað var bundið alla tíð-
ina, men eg bleiv við. Eg
mátti avstað, tí at ganga
arbeiðsleysur her í longri
tíð kann eingin halda út.
Endiliga svaraði, og fegin
var eg tá eg fekk at vita, at
møguleiki var at sleppa
upp í part, greiðir ein teirra
frá.
Allar hava tær arbeitt á
flakavirki, men ganga nú
arbeiðsleysar. Tað hava
tær gjørt í styttri og longri
tíð. Trygdin, íslendski ar-
beiðsgevarin fær, at hetta
eru vand flakafólk, er
váttan frá virkinum før-
oysku kvinnurnar áður
hava arbeitt á.
Lítil meguleiki her
Meðan tær hava gingið
arbeiðsleysar i Føroyum
hava tær hvør i sinum lagi
roynt at fåa okkurt at gera,
men so eigasørt. Tær siga
seg ikki hava góðar vónir
um at fáa arbeiði í Føroy-
um í bræði, og tí kom hetta
tilboðið úr Íslandi sera væl
við.
Tað er við góðum huga,
at tær fara av landinum.
-Heldur fáa arbeiði
uttanlands enn at ganga
arbeiðsleysur i Føroyum.
Tad eru tær allar samdar
um. Um tær fåa møguleika
at halda fram at abeida í
Íslandi næsta år er óvist,
men tað fara í hvussu er
nakrar teirra at royna.
Onkur teirra hevur áður
arbeitt í Íslandi, aðrar ferð-
P-talið til
skatt og toll
Tingmaður vil hava at
vita, um loyvt er at nýta P-
talið til bæði skatt og toll í
samband við momsin
Tordur Niclasen, løgtingsmadur hevur boðað frá
einum fyrispurningi til landsstýrismannin í
figgjarmålum. Tingmaðurin spyr við hvørjari
lógarheimild landsstýrið loyvir sær at at nýta P-
talið í samskiftinum millum Toll- og skattavaldið í
samband við momsin.
Tingmaðurin sigur, at nú Toll- og Skattstovan
hevur sent út oydiblød í samband við fráboðan um
skráseting, verður sagt, at P-talið skal verða upp-
lýst.
Tingið hevur longu samtykt, at P-talið skal ikki
nýtast í samskiftinum millum skattavalið og
peningastovnarnar, og tí stingur spurningurin seg
nú upp, um loyvt er at nýta P-talið í samskiftinum
millum toll og skatt, heldur Tordur Niclasen.
tór.-
Hittast aftur
månadagin
Fakfeløgini lata væl at
samstarvinum, tey nú hava
skipað
Hósdagin hittust formenninir í fleiri stórum sum
smáum fakfeløgum at tosa um støduna í landinum og
um framtíðar samstarv. Feløgini havalimir bæði á al-
menna og privata arbeiðsmarknaðinum.
Feløgini lata væl at hesum samstarvi, ið hevur til
endamáls at finna felags stev.
Formenninir í 28 feløgum vóru á fundinum hós-
kveldið. hetta var annar fundurin millum fakfeløgini
hesa vikuna. Tyskvøldid vóru nevndarlimir í upp-
aftur fleiri feløgum á fundi, men kundu ikki koma
hósdagin. Onnur feløg eru eisini áhugað í samstarv-
inum og ætla at koma við.
Mánadagin kl. 15 hevur løgmaður boðið nevnd-
arlimunum í teimum feløgum, landsstýrið hevur
sáttmála við, á fund í Norðurlandahúsinum. hetta
verður ein kunnandi fundur um ætlanir landsstýri-
Sins.
Aftaná henda fundin tann stóra samskipanin av
fakfeløgum avtalað at hittast aftur. |
randi
ast har yvir, men eingin
hevur arbeitt i sildini å
Seyðisfirði,- men tað
sleppa tær nú.
A bíðilista
Unn Hansen á arbeiðs-
ávísingini, sum hevur lagt
ferðina hjá teimum 11
føroysku flakakvinnunum
til rættis, og hevur sam-
skiftið við íslendingar
Sigur, at umframt tær 11,
sum nú fara til Íslands,
ringdu nógv fleiri. Hesar
standa nú á bíðilista til
annar møguleiki bíðst, og
hesin bíðilista verður helst
longri enn hann er í dag.
Enn veit Unn Hansen ikki
um aðrar og fleiri arbeiðs-
møguleikar í Íslandi, men
hvør veit,- kanska kemur
ein møguleiki aftur, heldur
hon fyri.
tór.-