Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. oktober 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 203 — 24. oktober 1992 tíðindablaðið Joensen & Olsen er farið á húsagang. 140 arbeiðspláss eru í vanda Isfiskabåtarnir: - Verandi í Klaksvík --Tað er sannlíkt at manningarnar á teimum trimum ísfiskalínu- bátunum hjá Joensen & Olsen fara at keypa båtarnar frå Føroya Banka, sigur Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, sakfórari Jógvan S. Pison, Kvikk og Háenni skiftu eigara hós- dagin. Føroya Banki keyp- ti bátarnar á tvingsilssølu. Einasta bátin kapping var um var Jógvan S. Her varð bjóðað í móti og boðið lá ikki fyrr enn uppi á 4,7 milliónum. Jógvan S er eisini tann báturin, sum er í besta standi. Føroya Banki keypti Pison fyri 450.000 krónur, Kvikk fyri 500.000 krónur og Háenni fyri 50.000 krónur. Mett verður at Pison hevur virði av fýra milliónum, Kvikk tað sama og Háenni hevur neyvan nakran møguleika um hann fer yvir milli- ónina. Hetta halda í Dómurin útsettur Seinnapartin í gjár skuldi dómur falla í sakarmálinum um 60 ára gamla mannin, ið hevur verið skuldsettur fyri siðamisbrot móti ommu- døtrunum hjá konuni. Men dómurin varð í gjár av ongum, av tí at ein váttan frá lækna varð løgd fram í hesum sambandi. Dómarin helt seg tí ikki kunna dóma fyrr enn seinnapartin mána- dagin — ella rættari sagt: Ikki fyrr enn tá verður dóm- urin kunngjørdur. Tann 60 åra gamli hevur ikki góða heilsu. Tvær ferð- ir er hann akutt innlagdur á landssjúkrahúsinum, með- an kanningar í málinum eru farnar fram. hj. Lýsið í SoSlalinum hvussu er útróðrarmenn í Klaksvík. Grunnurin, sum júst er stovnaður og hevur til endamál at varðveita vinnutól og fiskiloyvir í Klaksvík hevði fund við leiðsluna í Føroya Banka í gjár. Jóan hendrik Svabo Samuelsen, sakførari um- boðar hendan grunn. Yvirmennirnir --Tað sum hendur nú er, at yvirmennirnir á teimu trimum størru isfiskalinu- bátunum nú skulu gera eina rasktrarætlan fyri bátarnar. Tað er sannlíkt at manningarnar fara at keypa bátarnar frå Føroya Banka. --Grunnurin sum er stovnaður av millum ann- að arbeidarafeløgunum í Klaksvík, útróðrarfelag- num og ødrum skal skjóta tann vantandi partapen- ingin í, sigur Jóhan Hendrik. --Grunnurin hevur íkki fingið nakað navn enn, heldur ikki er nakað stýrið valt. Men grunnurin skal ongantíð eina meirilutan í nøkrum vinnutóli. Taka vit dómi, at eitt vinnutól kann keypast fyri eina millión og partaeigararnir klára av savna 400.000 krónur. So skal partapeningurin, sum grunnurin letur liggja nidanfyri tann hjå hinum partaeigarunum. Tað sum tá restar í verður latið sum lán, sigur Jóan Hendrik Svabo Samuelsen. Saltfiskalínubátarnir Siguðfari og hans Erik eru á línuveiðu á Flemmish Cap, teir verða seldir á tvingsilsølu, so skjótt teir koma heim. Teir løgdu vestur í hav í summar, men fiskiskapurin er lítil. Teir hava ikki meir enn 140 tons inni. Bygningarnir hjá Joen- sen á Olsen fara undir hamaran í næstum. jústinus Síða 5 Vesturhavið Helst eldur kabyssuni Eldurin umborð á Vesturhavinum kyknaði í lugarinum kring kabyssuna, men hvat veruliga eldsorsøkin er, tað er ikki uppklárað, og verður tað neyvan. Vesturhavið liggur nú á havsins botni útfyri avtoftaðu bygdini Skarð. Sjófrágreiðing var á sýsluskrivstovuni í Klaksvík hósdagin og Sylvan Jakobsen, greiddi frá hendingini. --Báturin hevði ligið nakrar dagar í Haraldsundi. Eg hevði flutt seyð fyri Skarðsmenn, men so kom høgætt og eg bíðaði at flyta bátin aftur til Kalksvíkar. --Tá eg var komin norður fyri Skarð fór motorurin at hista. Eg fór í maskinrúmið, sum er afturi á dekkinum, báturin er frambygdur . Eg reinsaði forfiltrið og fór uppaftur at seta í gongd. Tá var einki at síggja, men luft var komin í rørini og eg fór niðuraftur í maskinrúmið at tappa luft av. Tá eg kom fram aftur sást roykur. Eldur var í lugarinum, har sum kabyssan stóð, segði Sylvan Jakobsen. --Eg leyp niður undir eftir bjargingarvestinum, sum hekk uppi undir loftinum. Eldur komí vinstru buksubrók, eg brendist eitt sindur, mel eldurin slóknaði út. Eg tók eftir telefonini, men misti rørid. Og so var einki at gera enn at flota bjargingarbátin og fara í hann, segði Sylvan Jakobsen. Sýslumaðurin er formaður í sjórættinum í Klaksvík, hann hevur tveir sjórættarmenn at hjálpa sær. Vanliga verða eini trí til fýra sjóforhoyr hildin í Klaksvík um árið. jústinus Tíðindablaðið Sosialurin liggur altíð framvið... Í NORÐ*FROST pf. wenzel petersen, tif. 13873 |