Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 204 —27. oktober 1992 Handtiknir á NATO-stødini Fýra mans sluppu mánanáttina at gista á politi- stóðini í Havn, eftir at teir dýrandi fullir høvdu roynt at komið inn á NATO-stødina åSornfelli Tað var tann tid, at føroy- ingar ilskadust inn á NATO-stødina í Sornfelli, ið var ímyndin fyri út- lendskum hersetingarvaldi. Í so máta hevur lítið verið tosað um stødina, men sunnukvgldið kom allur tann spurningurin fýra monnum ul hugs. Teir komu norðaneftir og fingu tað hugskot at fara inn í Somfelli. Sambært politinum brutu menninir portrið fyri munn- an. Boð vórðu send eftir poli- tínum, ið tók menninar og setti teir í klivarnar, til teir vóru so frægir, at teir kundu avhoyrast. Teir fáa nú endurgjalds- krav fyri herveerkið, ið ikki var tað stóra. Góðtaka teir sektaruppskotið, sleppa teir undan sakarmáli men fáa bara bót. Poliuið metur hetta ikki sum nakað stórri mál. Suni Vinther, stødleidari, heldur ikki, at menninir sjålvir vistu, hvat teir skuldu å stødini. Fólk plaga at sleppa inn á stødina, um tey frammanundan biðja um loyvi, sjálvt um atgongd er bannað. Men fullir menn hava onga atgongd. randi Býráðið Sigur såttmålan upp Á fundi í Klaksvík í kvøld skal býráðið taka stóðu til eitt tilmæli frá Fíggjar- nevdini um at siga sáttmál- Tíðindablaðið Sosialurin liggur altíð framvið... HØVUDSVINNINGUR: % Eu reDisnep æ an vid kommunala starvs- manafelagið upp. Vanligt er, at Klaksvíkar Býráð heldur seg til lønar- sáttmálan hjá Starvs- mannafelagnum, og hetta er eisini ætlanin framyvur. Nú landsstýrið hevur ætlanir um at siga almennu sáttmálarnar upp, heldur Klaksvíkar Býráð tað vera beint at gera tað sama. Vilja vita meira Herfyri bóðu nakrir mn: býráðslimir í Klaksvík um eykabýráðsfund, har teir vildu vera kunnaðir um fundirnir, býráðið hevur havt við bankar og partar av vinnulívinum. Eingin tílíkur kunningarfundur hevur enn verið, men til býráðsfundin í kveld stendur málið á skránni, so líkt er til, at býráðslimir tá fáa at vita, hvat fram er farið. tór.- umframt atgongu- merki til stásiliga ævintýrríkið 5 ISNEØ Ferðast verður É sjálvsagt við É Síða 7 Randi Jacobsen, blaðkvinna, skrivar: Fólk flest ganga nú og kvgða sum Øskud6lgur, um hvussu vit skulu liva, nú alt fyri framman sær so dapurt út. Tað er tó hvorki av dugnaloysi ella leti, at eingin veit nøkur ráð, tí ikki er lætt at fáa eyga møguleikar fyri at klára okkum í framtíðini. Men í vikuni, ið fór, tóku fakfeløgini seg saman, og kanska spyrst okkurt skilagott burturúr hesum tiltaki. Felggini hava í hvussu er sett sær fyri, ikki so nógv at peika á, hvør skyldina hevur av kreppuni í landinum men heldur finna onkur ráð, so vit kunnu liva her og hús- ast við teimum pengum, sum landið hevur at ráða yvir Áhugavert verður at frætta, um fakfeløgini eru før fyri at finna onkrar nýggjar inntøkumøguleikar, og ikki minst áhugavert verður at frætta, um tey hava onnur spari- uppskot enn tey vanligu, at bíðipengarnir skulu burtur 0.S.V. Áhugavert verður eisini at síggja, um tað umsíðir fer at eydnast fakfeløgunum at gera eina veruliga fakrørslu, sum nógv fakfelagsfólk í áravís hava droymt um. Higar- til hevur samstarvið millum fakfelggini verið so sum so, tá á hevur staðið. Men hvør veit, um ikki fer at gangast betur hesu ferð, nú øll vita, at:tað er lívið um at gera at duga at líta frameftir? Í grundini er tað ikki so logið, at fakfeløgini i Føroyum higartil ikki hava dugað betur. Vit hava so stuttar roynd- ir. Nøkur fakfeløg eru gomul, men fleiri fakteløg eru ikki eldri enn flakavirkini. Lønarbeidi var summastaðni í landinum fyri ta tíð, men tað var ikki fyrr enn fyrst í 60- árunum, at bæði maður og kona fóru av húsinum hvønn morgun fyri at vinna inntøku til hús og heim. Tað er so nógv hent hesi 30 árini. Tey, sum ikki minnast longur aftur enn til 1970, duga ikki at hugsa sær, at fyrr vóru eingi arbeiðspláss á bygdunum, vegasamband og/ella tyrlusamband var ikki til hverja bygd, heimahjálp var eingin 0.s.v. Alt tað, sum vit nú siga er neyðugt og ikki undir nøkrum umstødum kann sparast burtur. Allar hesar iløgurnar kostaðu og skulu nú gjaldast aftur Tær syrgiligu avleiðingarnar av gulltíðunum síggja vit nú. Tað var lagnudagur hjá Klaksvíkini, tá nakrir av Seglhúsbátunum fór undir hamaran. Fóru bátarnir av oynni, var Klaksvíkin seld. Tað var ein lætti, tá Føroya Banki, sum er altvaldandi yvir Klaksvíkini, keypti bátarnar við tí ætlan at selja klaksvíkingum teir aftur. Vestmanna kommuna hevur tað heldur ikki lætt við síni stóru skuld. Men okkurt kann kortini gerast, sjálvt um eingir pengar eru. Í vikuni, ið fór, hava vestmenningar havt ymisk ultøk í sambandi við, at kommunan er 100 ára gomul. Bygdarfólk hava fyrireikað sjálvboðin og gjørt ólønt arbeiði fyri at tað kundi bera til at gera hátíðarhaldið ókeypis fyri øll. Í vikuni, ið fór, rýmdu 11 føroyskar kvinnur til Íslands at arbeiða á flakavirki. Av teimum vóru 10 ungar gentur. Ein stórur partur av fólkinum, sum flytir, er tey heilt ungu. Tað ættarlidid hevur einki at gera longur í Før- oyum. Vit fáa núeiu heilt ættarlid, sum hvorki kann læra at smíða ella fiska, og fleiri fólkum við hægri útbúgving tórvar samfelagið ikki fyribils, tá eingir pengar eru Summi hava fingið ella fáa sær handilsútbúgving, ið sum er gevur fáar eyka møguleikar.