týsdagur 27. oktober 1992síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
tíðindablaðið
60 ára gamli Lennard Jacobsen
skuldsettur fyri siðamisbrúk:
Eg var
verju-
ÍeySUr
Í hálvantriðja mánað sat 60 ára gamli
Lennard Jacobsen fongslaður, skuldsettur
fyri siðamisbrúk. — Eg eri púrasta ósekur,
men eg havt ikki fingið vart meg á nakran
hátt, og heldur ikki eri eg nakað serliga
væl viðfarin av politinum, sigur hann
Eftir Hilmar Jan Hansen
og Jústinus Eidesgaard
Eitt vanligt tyskvøld fyri
hålvumtndja mánaði síðani
—4. august — varð tann tå 59
ára gamli Lennard Jacobsen
brádliga handtikin heima
hjá sær sjálvum, og fekk
hann har at vita, at hann
varð skuldsettur fyri at hava
sidamisbrikt fýra ommu-
døtur konuna, hann hevur
livad saman vid i 19 år.
Talan er um tvinni systra-
pør, ið nú eru åvikavist 19
og 17 ár og 16 og 13 ár.
Tann yngsta av gentunum
er júst konfirmerað.
Misbrúkið skal vera farið
fram fyri yvir seks árum
síðani.
Vildi heingja seg
— Eg varð settur í fongsul
beinanvegin, og hetta virk-
aði sum ein so mikið stórur
skelkur fyri meg, at eg var
sera langt niðri av hesum frá
somu løtu av, greiðir Lenn-
ard sjálvur frá.
— Tað leikaði so hart á, at
eg hevði gjørt alt klárt til at
heingja meg i fangatipp-
inum. Men tað varð tibetur
av ongum, sigur Lennard.
Umframt at fáa skelk av
sjálvari handtøkuni og ikki
minst teirri sera álvarsligu
skuldsetingiai, er Lennard
Jacobsen ein sera sjúkur
maður. Ryggurin bilar, nýr-
uni eru í ringum standi —
hann hevur fingið tikið yvir
100 myndir av nýrunum
hesa tíðina — umframt, at
blóðtrýstið hevur verið so
høgt ofta, at vandi hevði
verið heilabløding, hevur
Lennard fingið at vita frá
lækna sínum, ið tvær ferðir
hevur fingið hann innlagd-
an við himmalhøgum blóð-
trýsti. Lennard hevur um-
framt hesi nevndu heilsu-
brek eisini dragist við Par-
kinson-sjúkuna.
Fleiri ferðir hóttur
Hetta gav honum tó ikki
stórt manssømiligari um-
stødur, nå hann sat inni i
hålvantridja månad.
— Ta einu ferðina, eg end-
aði á sjúkrahúsinum, kom
politisturin, ið arbeiðir við
málinum, og segði við meg,
at eg ikki skuldi rokna við at
sleppa aftur á sjúkrahúsið,
um eg bleiv sjúkur. Eg
skuldi bara syrgja fyri at
blíva frískur, tí annars varð
eg sendur í Vestre Fængsel
niðri næstu ferð, sigur
Lennard. — Eg eri púra
verjuleysur yvir fyri slikum
hóttanum.
— Tá allar skuldsetingarn-
ar komu fram, bjóðaði eg
meg beinanvegin fram til
allar hugsandi kanningar,
samstundis sum eg gjørdi
vart við, at genturnar eisini
áttu at verða kannaðar. Men
eg fekk tá at vita frá lækn-
anum, at tað ikki nyttaði
nakað at gera læknaligar
kanningar, tí so nógv ár
vóru fráliðin, og at genturn-
ar nú vóru nógv broyttar—
60 ára gamli Lennart
Jacobsen: — Eg eri
púrasta ósekur, men
eg havi ikki fingið vart
meg, meðan alt hetta
hevur verið í gongd.
Mynd: Hilmar Jan
Nr. 204 — 27. oktober 1992
TE