Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ENE HEN ORE Ef Nr. 204 —27. oktober 1992 Hjalti i tíðindablaðið åkupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni: -Alt steðgar upp vid verandi gongd Hvørki politikararnir ella vinnufeløgini taka stóðuna hjá fiska- stovnunum í fullum álvara. Sum dómi kann nevnast, at Ístaðin fyri at banna veiðu eftir toski, so verður skotpremia latin sum studningur sigur Hjalti í Jákupsstovu, fiskifróðingur og leiðari á Fiskirannsóknarstovuni. Hann sigur, at veiðutrýstið er millum 50 og 60% ov stórt. -Vit koma nokkso langt áleiðis við eini sanering av fiskivinnuni og kvotaásetingum. Toskin mugu vit halda okkum heilt burtur frá sigur hann í samrødu við Tíðindablaðið Sosialin. Hjalti í Jákupstovu er fiskifrødingur og leiðari á Fiskiranns6knarstovuni. Hann tók við eftir Jákup Sverra Joensen. Hvussu metir hann støduna hjá fiskastovnunum og útlitið annars, og hvørji ráð hev- ur hann til teir stýrandi! Hjalti í Jákupsstovu sig- ur, at tilráðingin frá ICES í vár er gingin júst sum roknað við, tíverri. Hon varð gjørd í mai og er hon broytt, so er tað bara til tað verra. Ices kemur við tilråding um fiskastovnarnar undir Føroyum eina ferð um árið. -Vit síggja, at meungar- nar, sum gjørdar eru í mai tíanverri halda. Við upsan- um gongur helst enn verri enn mett. Við toski og hýsu hevur royndin verið minni, tí tað loysir seg ikki at royna, so har er tíverri eingin broyt- ing at hóma. Ongantíð so lítið av toski Ikki síðani teir byrjaðu at FÝRA HØVUDSVINNINGAR: Olympus AF - 10 Super fototól — tað vælroynda heil- automatiska fotot6lid frå Tlf. 19820 Postsmoga 1058 - FR-110 Tórshavn gera stovnsmetingar er gytingarstovnurin av toski so lítil sum nú, og hyggja vit bert eftir veidutølun- um, so er tað ongantíð komið so lítið av toski uppá land undan Føroyum, sjálvt ikki undir krígnum. Og orsgkirnar til tað eru, at vit fyri tað fyrsta hava fiskað stovnin niður, og haraftrat hevur til- gongdin verið vánalig. -Tað veiðutrýst vit hava havt krevur góðar árgangir alla tíðina, men tað fær ein ikki, og tá hildið verður fram at fiska kortini, so hendur tað, sum nú er hent. sigur fiskifrødingurin víðari. Flotin helvtina ov stórur Hann vísir á, at vit Í løtuni hava ein flota, sum kanska er eina helvt ov stórur til ta tilfeingi, sum vit hava. Men hann klárar seg ikki. Taka vit toskastovnin sum dømi, so lá hann alla tíðina, til vit fingu okkara egna fiskimark, millum Landsins Strandfaraskip Ferðamannadeildin FR-700 Klaksvík Tlf. 57566-56006 20.000 og 40.000 tons Frammanundan vóru tað aðrir, sum fiskaðu, og teir fiskaðu út frá privatbú- skaparligum fortreytum. Tvs. at tá tað var ov lítið av fáa undir Føroyum, so kundu teir fara aðrastaðni at fiska og so minkaði trýstið av sær sjálvum undir Føroyum. Hjalti í Jákupsstovu vís- ir á, at vit aftaná 1977 ikki hava havt møguleika at koyra flotan aðrastaðni og tí eru vit hildnir áfram at fiska sjálvt aftaná at tað privatbúskaparliga ikki loysti seg. Og tað hava vit entá gjørt við studningi. Og tað síðsta, sum hendi er, at ICES í vár bart út sigur, at nú er stovnurin so illa fyri, at vit eiga at gevast at fiska tosk. Skotpremia á toski -Men enn einaferð letur landsstýrið ella fiskivinnu- nevndin ikki við seg koma og ásetur ístaðin næstan skotpremiu á toski. Hjalti í Jákupsstovu vís- HØVUDSVINNINGUR: Snartferð fyri tvey til Aberdeen við Smyrli Strandfaraskip Landsins Ferðamannadeildin FR-100 Tórshavn Tlf. 14550-17058 ir her til seinastu stud- ningsåsetingina, har 80 oyru verða latin fyri kilo í studningi til tosk veiddur við húki. -Teir ráðandi myndug- leikarnir, og tað er yvir ein kamb vinnufeløgini eisini, hava ikki tikið støduna í fullum álvara. -Men heldur tú, at vinnufeløg og myndugleik- ar hava verid åbyrgdar- leys? -Tað veit eg ikki, men tey hava so valt at síggja burtur frá ráðgevingini hjá fiskifrødingunum. -Nú hevur verið sagt, at føroyingar hava ikki lurt- að nóg nógv eftir Ráð- gevandi Nevndini. Vil tú sammeta hesa støduna við hana hjá fiskifrødingun- um? -Tað veit eg ikki, men Ráðgevandi Nevndin hev- ur brúkt nógv av okkara tilfari í síni ráðgeving. Einki fíggjarligt grundarlag longur -Men hvussu leingi kunnu vit halda fram á henda hátt? -Tað óhugnaliga við øllum er, at tað figgjarliga grundarlagid undir øllum samfelagnum dettur burt- ur. Vit hava bygt eitt sam- felag upp vid virkjum og skipum til eina råvøru- nøgd uppå eini 150.000 tons, og av vånaligari til- gongd og ovfisking eru vit nú komin niður á eina helvt. Fyri at lýsa torføru støðuna í landinum kemur Hjalti í Jákupsstovu við einum dómi. -Rokna vit virði av øll- um botnfiskinum, sum er veiddur undir Føroyum í 1985 t.d. við meðalprísin- um á almennu telefonupp- bodssøluni í januar í år Sida 13 Hjalti i Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni. sum grundarlag, so gevur tað umleið 1300 mill. kr. í fyrstahondsvirði og tekur tú so tað, sum er veitt í 91 og brúkar somu virðismet- ing, gevur tað bert 800 mill. kr. Her er sostatt ein munur frá 85 ul 91 uppá 500 mill. kr. Býtir tú so hetta millum skip og manning, so verða tað 200 mill. kr. minni til manningarnar, og tað eru góð 1000 arbeiðspláss á sjónum. So tað sigur seg sjálvt, at tað heila kollapsar við hesi gongdini. Stødan versnar Hjalti í Jákupsstovu sigur, at heldur verandi gongd fram, so er vandi fyri, at stødan bara fer at versna. -Men hvat skulu vit so gera fyri at venda gongd- ni? Mynd Kalmar -Vit mugu royna at sanera fiskivinnuna. Tað, sum er avgerandi, er at minka um veiðutrýstið, kanska við eini 50-60% fyri harvið at minka um afturgondina. Eg trúgvi vit kunnu koma nokkso langt å 15 vid eini skilagóðari sanering og kvotaáseting- um. Men toskin mugu vit heilt halda okkum burtur frá, til vit síggja, at nakað kemur undan aftur av nýggjum. Annars gongur tað heilt galið sigur Hjalti í Jákupsstovu at enda. jan