Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. oktober 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

å . <= Nr. 205 —28. oktober 1992 7 Maiken Mortensen sosialrådgevari Hans T. Henriksen løgfrødingur Eyðun Joensen sålarfrødingur Marner Simonsen lækni Skriva ella ring til Sosialin: Argjavegur 26, 160 Argjum. Telf. 11820, lokal 12 Lagt til rættis: Dagny Joensen. Telefontid er tysdag og hósdag kl. 15 - 16. Allir spurningar, sum verða svaraðir, fáa eitt frámerki. Serfrødingarnir fáa ikki at vita, hvor avsendarin er, og teir svara heldur ikki beinleiðis í telefonini Spurningarnir verða lagðir til rættis á Sosialinum, sum sendir teir víðari til rætta serfrødingin. Sosialrådgevarin Hvat er inntøkimarkid fyri at fåa friplåss til børn i vøggustovu og barnagarði. Er tað tengt at, um ein hevur fleiri børn á stovni? Mamma Táfrípláss verður roknað út, verður skattskylduga inn- tøkan frá árinum fyri nytt sum grundarlag. Harfrá verður trekt ein upphædd, ið er kr. 7.548,- fyri hvort heimabúgvandi barn undir 18 ár. Útroknaða inntøkan verður so samanborin við eina út- rokningartalvu, ið verður regulerað eina ferð um árið. Er upphæddin niðanfyri kr. 113.000,-, fær ein heilt frí- pláss, er hon t.d. 138.000,-, fær ein hálvt frípláss, og er hon omanfyri 159.000,-, fær ein ikki friplåss. Vart skal verða gjørt við, at tað er samlaða inntøkan hjá foreldrunum, ella hjá tí av foreldrinum, barnið býr hjá og meguliga samlivara, ið verður nýtt sum grundar- lag. Tað hevur ikki týdning fyri útrokningina av fríplássi, um ein hevur fleiri born á stovni. Maiken Læknin Óregluligt svevnlag Hver er orsekin til, at ein persónur svevur við óregluligum andadråtti? Tað fer fram á henda hátt: persónurin andar einar seks ferðir út og inn. Síðani er steðgur í og hann andar als íkki, eini seks-átta andadrøg fara burtur ímillum. Leggur persónurin seg á liduna, hjálpir tað. Hví er hetta so, og hvat skal til fyri at broyta óregliga andadråttin? avvarðandi Hetta fyribrigdi er ikki óvan- ligt millum eldri fólk - kanska menn. Orsøkin er brek í svøvni- num soleidis, at andadrått- urin stedgar vid åvisum millumbilum. Tad ger, at kol- surevnid CO2 økist í blóði- num. Tá tað er komið upp i ávísa hædd, byrjar anda- drátturin aftur. Hetta kann stundum vera orsøk til ymsar aðrar sjúkur, eitt nú hækkað blóðtrýst. Tað kann verða kannað - eisini á Landssjúkrahúsi- num hjá lungnamedisinara- num. Eisini finst ein háttur, sum kann hjálpa upp á hetta fyri- brigdið, tað er ein plastik- klemma, sum verður sett á nesina. Hon fæst á Apoteki- num. Fyrst og fremst skal sjukl- ingurin tå kannast hjå læk- na, har møguleiki eisini er at kanna svevnlagið. Tað verður gjørt við tóli, sum verður nýtt til slíkt endamál. Marner Er tað vanda- mikið at fasta? Fyri at halda vektini níðri plagi eg at fasta av og á, ein dag í senn; men í seinastuni havi eg lisid í donskum blødum, at hetta ikki er vandaleyst. SS SE PIK GR NU Ð NR Hvat sigur læknin til henda spurning? Hvussu leingi og hvussu ofta kann ein fasta, uttan at heilsan tekur skaða? Um so er at tað er vandamikið at fasta, hvussu so við øllum teimum, ið sum lid í trúarlívi teirra fasta ein dag um vikuna? Tað er jú ikki sort, id Halgubók ger burturúr hesum hugtaki!? 24 ára gamal Tað kann vera vandamikið at fasta, men tað velst eisini um, hvussu fram verður far- ið. Einasti vandaleysi háttur at klænka seg, er at minkaum hverja máltíð, ikki eta ov mikið feitt og einki sukur. Heilt at halda uppat at eta kann verða ógvuliga vanda- mikið. Fastar tú bert ein dag, ger tað kanska ikki so nógv, men tá ungfólk fasta í longri tíð og kanska bert drekka smávegis, kann tað verða vandamikið. Serliga vandamikið er hetta fyri konufólk, tí hypo- fysan fer út av lagi og ávirk- ar evnisbroytingina. Tað hevur m.a. við sær at mánasjúlkan fer burtur. Sjúklingarnir missaso nógv í vekt, at lívið kann standa í vága. Hetta verður eisini neynt anorexia nervosa, og sjálv- andi kunnu mannfólk eisini koma út fyri hesum. Einasta gongda leið er at eta minni. Viðvíkjandi hasum í Halgu- bók, so eri eg ikki serfroð- ingur á hasum eki. Spyr heldur ein teolog um tað. Marner Løgfrødingurin Bingo og meirvirdisgjald Nógv fólk ganga til ymsu bingotiltøkini, sum verða lýst hverja viku. Kann løgfrøbingurin upp- lýsa, um vit eftir 1. januar skulu rinda meirvirðis- gjald, tá vit td. keypa eina binguplátu? Bingospælari Lógin um meirvirðisgjald fevnir um vinnuligar selur og tænastur. Síða 7 savnsmynd Í grein 2 í lógini um meir- virðisgjald eru fleiri oki und- antíkin avgjaldsskyldu, m.o. eydnuspøl og tílíkt. Eftir ti eg havi fingið upp- spurt, er hendan undantøk- an knýtt at lógini um eydnu- spøl frá 1987, soleiðis at skilja, at eydnuspøl, ið krevja loyvi frá Gjaldstovuni, sleppa undan meirvirðis- gjaldi. Fyri at fáa at vita, hvørji eydnuspøl skulu rinda meirvirðisgjald, er neyðugt at vita, hvørji eydnuspøl ikki krevja loyvifrå Gjaldstovuni. Hesi eydnuspøl eru tey, sum bert eru fyri limir og av- varðandi teirra, sum tað eit- ur í lógini um eydnuspøl Hugsast kann, at sjálvt hesi kunnu sleppa undan at rinda meirvirðisgjald, um yvirskotið/ vinningurin verð- ur latin til góðgerandi enda- mál, ella virksemið hjá við- komandi felag ikki gevur meir enn 20.000,- kr. árliga, sum er markið fyri skráset- ingarskylduni sambært lóg- ini um meirvirðisgjald Sigast skal, at V4 og happadråtturin ikki skulu rinda meirvirdisgjald Í sambandi vid lógina um meirvirðisgjald hevur lands- stýrið longu boðað frá, at fleiri broytingar skulu fremj- ast, eins og fleiri Kunngerðir Skulu gerast, sum nærri lýsa, hvussu lógin skal um- og fyrisitast. Tí skal svar mítt takast við storsta fyrivarni. Hans Trygvi