Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 2 3 3 2 Ford eru komnir á marknaðin við einum heilt nýggjum bili, ið verður gjørdur í tveim- um útgávum. Talan verður um vørubilin Transit Connect og per- sónbilin Tourneo Connect Bilar Magnus Gunnarsson Bilarnir verða gjørdir á eini Ford verksmiðju í Turkalandi. Transit Connect er ein rúm- ligur vørubilur. Vørurúmið er so stórt at pláss er fyri tveim- um Euro-plattum. Bilurin verður gjørdur í eini styttri og eini longri útgávu. Totalvekt- in í longru útgávuni er 2,3 tons. Í standard útgávuni er bert ein dragihurð høgrumeg- in, men bilurin fæst við dragi- hurðum á báðum síðum, so- leiðis at vørurúmið er lætt at koma til og arbeiðsvinarligt. Transit Connect bleiv valdur til »Van of the Year 2003« í Evropa. Tourneo Connect Persónbilurin Tourneo Conn- ect er ein rúmligur 5 persóna- bilur við stórum viðførisrúmi. 1.8 litur TDCi dieselmotorur- in hevur 90 hk. Bilurin fæst eisini við bensinmotori. FDM hava royndarkoyrt bilarnar, og lata teir væl at koyriegin- leikunum og bilunum annars. Sum í øllum nýggjum MPV bilum er nokk av hyllum og skuffum til at leggja lutir frá sær. Hóast Transit Connect er vørubilurin burturav, er Tour- neo Connect lættur at gera um til vørubil, tað kann ger- ast við at leggja baksetrini niður ella at taka tey úr bilinum. Ford Tourneo Connect TDCi kostar 249.000 krónur. Vørubilurin, Ford Transit Connect fer at kosta umleið 150.000 krónur. Ford Transit Connect og Tourneo Connect At styla bilar hevur ver- ið so kostnaðarmikið, at tað eru fá sum hætta sær undir tað, hóast tað er dreymurin hjá teim- um flestu. Hjá P/F Wenzel hava teir gjørt avtalu við týsku Rieger- styling verksmiðjuna um, at teir kunnu selja stylingset til øll bil- merki Bilar Magnus Gunnarsson Vit hava enn einki orð fyri styling á føroyskum, kanska tað kemur nú teir hjá P/F Wenzel hava gjørt avtalu við týsku Rieger styling verk- smiðjuna. Avtalan gongur út uppá at teir kunnu selja og montera stylingsett til flest øll bilmerkir. At styla bilar merk- ir at bilurin evt. verður senk- aður og fær starmmari undir- vogn, t.v.s. at hann d.t. fær lægri og strammari fjaðrar og onnur upphang, størri alu- felgur við lágprofil dekkum, sporingin verður annarleiðis o.s.fr. Bilurin fær t.d.spoilara á baklúkuna, aðrar kúfang- arar við innbygdum spoilara og síðuskjúrt við gáttpanelini. Frá P/F Wenzel verður sagt at styling-settini verða seld til nógv lægri prís enn vit eru von við her hjá okkum. P/F Wenzel: Rieger-styling til flest øll bilmerki Ford Ranger verður gjørdur sum 4x4 í út- gávunum í trimum ym- iskum útgávum, Super Cab, Double Cab og XLT Double Cab. Ran- ger er ein væl egnaður arbeiðsbilur, ið lastar upp til 1,2 tons. Bilar Magnus Gunnarsson Ford Ranger er ein 4x4, ið er væl egnaður sum arbeiðsbilur. Ranger fæst við trimum ymiskum kabinu møguleikum. Síðuhurðarnar kunnu latast upp uppá tveir ymiskar mátar, t.v.s. at tær eru hongdar framman sum vanligt ella at ongin mittarstólpi er millum hurðarnar. Við ongum mittarstlólpa er bilurin sera brúkaravinarligur og lætt at koma inn aftan fyri forsetrið. Allar útgávurnar sama motor, ein 2,5 litur 4 syl. turbodiesel við intercool- ara og 109 hk. Bilurin lastar upp til 1,2 tons Ford Ranger Super Cab 4x4 Ford Ranger Super Cab 4x4 Motorurin 2,5 litur 4 syl. diesel við 109 hk v. turbo og intercoolara Longd 501,2 cm Breidd 174,0 cm Hædd 174,0 cm Aksilfrástøða 300,0 cm Prísur kr. 174.200 u / mvg kr. 217.000 v / mvg Søluumboð P/F Wenzel Akarnesgøta FO-100 Tórshavn Tel. 354500 www.wenzel.fo Ford Focus við Rieger styling Ford Tourneo Connect. Lennard Petdersen, sølumaður hjá P/F Wenzel, sýnir her bilin fram Ford Tourneo Connect er arbeiðsvinarligur og lættur at koma úr og í Her er Jógvan Højgaard, sølumaður hjá P/F Wenzel við Ford Ranger Super Cab Eingin miðstólpi er millum síðurhurðarnar