Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 82 - 1. mai 2003 Nr. 82 - 1. mai 2003 3 Arbeiðarafeløgini, sum eru til lønarsam- ráðingar í løtuni, krevja somu lønar- hækking í krónum, sum onnur hava fingið. Tað kostar tað sama hjá einum ar- beiðsmanni, sum hjá einum stjóra, at keypa eitt breyð. Og hækk- ingar í prosentum gera bara størri løn- armun, enn vit longu hava, sigur formaður- in í Havnar Arbeiðs- mannafelag SAMRÁÐINGAR Edvard Joensen Arbeiðarafeløgini, sum samráðast um nýggjan sátt- mála, vilja hava lønar- hækking í krónum heldur enn í prosentum. Tey føra fram, at prosentparturin av eini arbeiðaraløn er nógv minni enn av eini stjóraløn. – Tað nyttar einki at fara í handilin at keypa fyri pro- sentir, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðs- mannafelag. Vit vilja hava sama krónutal, sum onnur, ið longu hava gjørt sátt- mála, hava fingið. At tosa um prosentir mugu vit ganga burtur frá, tí tað er stórur munur á tíggju pro- sentum av 22.000, - krón- um og tíggju prosentum av 16.000,- krónum, sigur hann. Hann vísir á, at tað, sum keypast og brúkast skal, er líka dýrt fyri ein, sum hev- ur lága løn, sum tað er fyri ein við høgari løn. Og við at samráðast um prosent verður lønarmunurin bara at vaksa alla tíðina, vísir hann á. – Vit vilja ikki standa model til, at okkara limir dragna afturút, og beinleið- is enda sum ein lægri statt- ur í samfelagnum, enn onn- ur eru, sigur Hans Joensen. Í samband við samráð- ingarnar, sum eru í gongd, sigur Hans Joensen, at støðið er lagt. Okkurt felag hevur gjørt sáttmála, og onnur fara so sjálvandi at leggja seg upp at tí. Men at tosa um prosent vísr hann aftur. – Tað verður tosað um krónur, tí tað eru tær, vit skulu keypa fyri, staðfestir hann. Um sjálvar samráðingar- nar vil hann ikki siga nakað beinleiðis, meðan samráðst verður. Ikki annað enn, at tað ongur, sum tað plagar. Ein avgerandi munur er tó, og hann er, at hesaferð samráðast øll arbeiðarafel- øgini í landinum saman, og tey standa sum ein maður í sínum kravi. Samfelagið er líka dýrt fyri øll Arbeiðarafeløgini krevja somu lønarhækking í krónum, sum onnur hava fingið. Og av tí, at arbeiðaralønin er lægri enn nógvar aðrar lønir, verður ikki tosað um prosent. Tí tá verður munurin á lønarhækkingini alt ov stórur, vísir formaðurin í Havnar Arbeismannafelag, Hans Joensen, á KT Depilin hevur skipað fyri skeiði fyri fólkaskúlalærarar, sum skulu læra at brúka teldu í undir- vísingini, eins og teir sklu klára at vegleiða starvsfeløgum í brúki av tøkni TELDUSKEIÐ Edvard Joensen Eiði: Í vikuni hava 20 lærarar verið á telduskeiði á Hotel Eiði. Skeiðið er partur av longri verkætlan, sum byrj- aði við skulaársbyrjan seinast, og heldur fram í komandi skúlaári. Tveir dnskir undirvísarar hava staðið fyri skeiðinum, sum nú var á Hotel Eiði. Hetta liðið, sum nú er á skeiði, er annað liðið, sum farið er undir hesa útbúgv- ingina. Tað liðið var liðugt við sína útbúgving í fyrra- árið, og luttakararnir kunnu nú kalla seg KTvørðar, sigur Regin Ellingsgaard frá KT Deplinum. Uppgáva teirra er so millum annað at halda tøknina í góðum standi og vegleiða starvsfeløgum, sigur hann. Endamálið við júst hesum skeiðnum, sum hildið varð í vikuni, var at prógva, at luttakararnir duga at brúka tøknina, sum teir hava lært um hesa tíðina, verkætlanin hevur vart. Serliga varð á hesum skeiðnum lagdur dentur á at duga at brúka myndaforrit og at viðgera myndir. Sum nakað nýtt - helst fyrstu ferð í Føroyum, siga fyrireikararnir - var á skeið- num ein framsýning við tal- giltari - digitaliseraðari - list. Hetta vóru myndir, sum skeiðsluttakararnir hvødu tikið og síðan viðgjørt hvør í sínum lagi. Frank Bak Jensen, skeiðsleiðari, sigur, at føroysku luttakararnir hava einki at halda seg aftur fyri. Teir standa avgjørt ikki aftan fyri tað, tey síggja á líknandi skeiðum í Dan- mark. Hann er serliga væl nøgdur við úrslitið av hesum skeiðnum og vísir á, at sumt av tí, sum komið er upp at hanga á hesum skeiðnum, eru rættilig lista- verk, sum hava kravt nógva tíð at gera. Lærarar á telduskeiði Ein tornað mórufløta, sum ein mynd av vatni veðrður løgd omanyvir, eins og ein mynd av Sørvágsbjørgunum vestantil verður sett inn í eitt horn, er eitt av úrslitunum á skeiðnum, sum hildið varð á Hotel Eiði í vikuni Myndir og viðgerð: Árni Frederiksen Boðað verður frá at kæra mamma okkara Marie Louise Hoydal fødd 6.4.1912 í Keypmannahavn andaðist 29. apríl 2003. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju leygardagin 3. mai kl. 15.00. Vegna familjuna Egil, Gunnar, Kjartan og Annika Tórmóður Djurhuus tók ikki við afturvalið á aðalfundinum hjá Smyril Line, og tað merkir, at Hans Mortensen ella Klæmint Weihe verður formaður AÐALFUNDUR Heri á Rógvi Týskvøldið helt Smyril Line aðalfund á Hotel Før- oyum. Umframt at leggja roknskapin fyri partaeigar- arnar var eisini nevndarval á skránni. Nevndarformað- urin seinastu mongu árini, Tórmóður Djurhuus tók ikki við afturvalið. Tað hev- ur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Tórmóði um, hví hann hevur tikið hesa avgerð. Í hansara stað varð Hans Mortensen valdur í nevnd- ina fyri Framtaksgrunnin, sum eigur 12,5% av parta- peninginum í Smyril Line. Hans Mortensen er mest kendur sum stjóri og parta- eigari í SMS. Í skrivandi stund hevði hann onga við- merking til valið. Nevndin er nú mannað soleiðis: Hans Mortensen, Morgan Goodlad úr Het- landi umboðandi størsta partaeigaran, Jónas Hall- grímsson, umboðandi parta- peningin hjá Vestlaks og á Seyðisfirði, og Klæmint Weihe, umboðandi Trygg- ingarfelagið Føroyar. Greitt er, at nýggi for- maðurin verður Hans Mort- ensen ella Klæmint Weihe. Viðtøkurnar fyri P/F Smyril Line siga, at formaðurin skal hava fastan bústað í Føroyum, og tað gera bara teir báðir, Klæmint og Hans. Tá Sosialurin fór til prentingar var ikki greitt, hvør teirra verður formað- ur. Roknskapur Á aðalfundi hjá Smyril Line í gjár varð roknskap- urin fyri 2002 lagdur fram. Hann vísir, at felagið hevði 11,2 milliónir krónur í avlopi í fjør. Tað var nakað minni enn væntað, tí nevndin hevði roknað við, at avlopið fór at vera 15 milliónir krónur. Smyril Line hevði í 2001 eitt yvirskot áljóðandi 21 milliónir og í 2000 vísti niðasta linja í roknskapin- um eitt hall upp á 1,5 millión. Sum vanligt er, verður 1. mai hild- in á Vaglinum í Havn ARBEIÐARADAGUR Heri á Rógvi 1. mai er altjóða arbeið- aradagurin. Hann verður hildin kring allan heim, og tað verður hann eisini her í Føroyum. Sum siður er verður 1. mai, t.e. hósdagin, hátíð- arhildin við røðum og sangi á Vaglinum í Havn. Samstundis er hetta dagurin, tá verkafólk hava frí, og tey kunnu so passandi savnað seg um felagsarbeiðið á Vaglin- um. Tað verður Hans Joen- sen, formaður í Havnar arbeiðsmannafelag, sum fer at bjóða vælkomin, og tríggir røðarar fara at siga okkum sína hugsan- ir henda verkamanna- dag. Røðararnir verða Zakaris Hansen, nevnd- arlimur í Havnar Ar- beiðsmannafelag, Inge- borg Winther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag og Petur Skeel Skarsá, verkamaður. Havnar Hornorkestur fer at spæla til tiltakið. Vanliga plagar veðrið at vera avgerandi fyri, hvør undirtøkan fyri til- takinum verður. 1. mai er eisini dagurin, tá sátt- málarnir fara úr gildi, og í skrivandi stund verður samráðst um nýggjar sáttmálar, har øll arbeið- arafeløgini samráðast saman. 1. mai á Vaglinum Nýggjur formaður í Smyril Line Jenis av Rana sigur, at samgongan hevur eina ætlan við skúla- byggingini, og hana er samgongan samd um. Òli Breckmann roynir bert at øsa, heldur Jens av Rana BYGGING Heri á Rógvi Í Sosialinum í gjár stóð at lesa um ætlanirnar at gera skúladepil í Marknagili. Har kom fram, at politisk ósemja er í samgonguni. Men hana heldur Jenis av Rana, formaður í Mið- flokkinum, ikki vera so álv- arsliga. — Landsstýrið hevur eina ætlan. Vit hava fingið at vita frá Høgna Hoydal, hvørjar ætlanir arbeitt verður við. Og formenninir í samgonguni eru samdir um, at haldast skal fram, sigur Jenis av Rana. Hann heldur ikki, at tørv- ur er á uppskotinum hjá Sambandsflokkinum, sum inniber, at Tekniski skúli tekur eitt lán, sum lands- kassin veðheldur fyri, og bygdur verður ein nýggjur Tekniski skúli og Handils- skúli. Hetta mál kom fyri ting- ið, eftir at Sosialurin var farin til prentingar. Men greitt er, at Fólkaflokkurin hevur víst á, at tað ikki er ómøguligt, at teir atkvøða fyri hesum uppskoti. Men tað ger Jenis av Rana ikki. – Var tað so, at landsstýr- ismaðurin einki gjørdi, so kundi tað verið, men arbeitt verður við einari ætlan, sigur Jenis av Rana. Formaðurin í Miðflokk- inum heldur, at Óli Breck- mann við sínum úttalilsum bert roynir at skapa øsing. – Tað, sum hann sigur, er ikki í tráð við semjuni, vit gjørdu í samgonguni. Men tað er hvørki óvæntað og væntandi ikki álvarsamt, sigur Jenis av Rana. Eingin trupulleiki Hans Mortensen er nýggjur í nevndini fyri Smyril Line. Hann ella Klæmint Weihe verður formaður í nevndini Jenis av Rana heldur, at samgongan er samd um skúladepilin í Marknagili, og hetta verður veruleiki um ikki alt ov langa tíð. Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 3 2