hósdagur 1. mai 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
C
M
Y
K
5
4
Ford Galaxy hevur ver-
ið á marknaðinum í
nøkur ár. Fyri tveimum
árum síðan fekk bilurin
eina »facelift«, tá hann
broyttist nógv, serliga
innan. Bilurin verður
gjørdur í Portugal og
fæst sum 7 persóna
familjubilur og sum
vørubilur
Bilar
Magnus Gunnarsson
Galaxy er ein bilur við nógv-
um ymiskum møguleikum,
hann kann hava upp til sjey
sitipláss.
Bilurin verður gjørdur í
Portugal á somu verksmiðju,
sum VW Sharan og Seat Alh-
ambra.
Galaxy hevur verið á
marknaðinum í nøkur ár. Bil-
urin er ein stórur MPV við
nokk av plássi og kann brúk-
ast til nógv ymisk endamál.
Aftaru setrini kunnu flytast
eftir ynski ella takast úr bili-
num, alt eftir hvat hann skal
brúkast til.
Galaxy verður gjørdur í
trimum útgávum, Ambiente,
Trend og Ghia. Standard út-
gerðin er sera umfatandi, og
møguleiki er fyri at velja
eykaútgerð eftir egnum ynski.
Bilurin fæst við trimum ym-
iskum bensinmotorum og
tveimum
dieselmotorum.
bensinmotorarnir eru: 2.0 lit-
ur 4 syl. við 115 hk, 2,3 litur
4 syl. við 145 hk, 2,8 litur V6
við 204 hk. Dieselmotorarnir
eru: 1, 9 litur 4 syl. TDI við
90 hk ella við 115 hk.
Galaxy fæst eisini sum
vørubilur.
Bíligasti Galaxy kostar
290.000 krónur.
Ford Galaxy:
Stórur og rúmligur
MPV og vørubilur
Ford Galaxy TDI
Motorurin
1,9 litur 4 syl. diesel 115 hk
v. turbo og intercoolara
0-100 km/t
13,7 sek.
Dekkstødd
215/55-16
Stødd og vekt
Longd
464,1 cm
Breidd
181,0 cm
Hædd
175,9 cm
Eginvekt
1650 kg
Søluumboð
P/F Wenzel
Akranesgøta 5
FO-100 Tórshavn
Tel. 354500
www.wenzel.fo
Ford Motor Company verður hundrað í ár
Ford Fusion, ið er MPV
útgávan av nýggja Fi-
esta, fæst bæði sum
familjubilur og vøru-
bilur. Bilurin er í stødd
við Fiesta, men hann er
hægri og hevur harvið
meira pláss. Fusion
fæst bæði í diesel og
bensin útgávum
Bilar
Magnus Gunnarsson
Ístaðinfyri at gera ein Fiesta
stationcar,
kom
Ford
á
marknaðin við Ford Fusion,
ið er ein MPV útgáva av
Fiesta.
Talan er um ein rúmligan
og praktiskan bil, har tey
ferðandi í bilinum sita høgt
og hava gott útsýni. Bilurin
hevur størri fríhædd og sær út
sum ein »off-roadari«.
Fusion er væl egnaður til
ungar barnafamiljur, sum
hava brúk fyri einum rúmlig-
um bili, uttan at hann harvið
neyðturviliga má vera so
stórur.
Bilar í hesi støddini verða
nógv brúktir sum vørubilar.
Fusion fæst við 1,4 og 1,6
litur bensinmotorum við á-
vikavist 80 og 100 hk og við
einum 1,4 litur TDCi comm-
on-rail turbodiesel motori við
68 hk.
Tá sølustjórin hjá Ford var
á vitjan í Føroyum í fjør, bóru
teir hjá P/F Wenzel upp á mál
við hann, at teir manglaðu ein
bil í staðin fyri Escort vøru-
bilin, sum var ein rúmligur
vøru bilur til sera kappingar-
føran prís. Teir vóru t.d. nógv
seldir sum arbeiðsbilar hjá
fyritøkum, og serliga vóru
bøndurnir væl nøgdir við teir.
Úrslitið varð at teir fingu
Ford Fusion sum vørubil til
føroyska marknaðin. Bilurin
er serliga væl egnaður hjá
handverkarum, ið ikki hava
brúk fyri ovstórum lastarúmi,
men ynskja ein arbeiðsvinar-
ligan bil sum er lættur at
koma úr og í. Fusion verður
einans gjørdur við 5 hurðum
og fæst í útgávunum Trend og
Elegance.
Ford Fusion - sum familju- og vørubilur
16. juni í ár eru liðin
100 ár síðan Ford Mot-
or Company varð
stovnað. Í ár eru eisini
liðin 140 ár síðan
stovnarin av fyritøku-
ni, Henry Ford, varð
føddur, og 90 ár síðan
hann, sum tann fyrsti í
heiminum, byrjaði at
framleiða bilar á
samlibandi
BILAFRAMLEIÐSLA
Magnus Gunnarsson
Henry F. Ford varð føddur í
1863. Hann var bóndasonur,
men hugur hansara stóð
meira til mekanik enn til jarð-
arbrúk. Tá tey motordrivnu
akførini komu fram, fekk
Henry Ford beinanvegin stór-
an áhuga fyri teimum, og
longu í 1888 gjørdi hann
royndir við bensinmotorum á
sínum egna lítla verkstaði. Í
1896 gjørdi hann sína fyrstu
roynd at gera ein bil við
súkkluhjólum og 2 cyl.
motori.
Ford Motor Company var
stovnað 16. juni 1903. Fyrstu
bilarnir vóru Ford A, síðan
kom Ford B. Ársframleiðslan
í 1906 var næstan 9000 bilar.
Henry Ford og hansara fólk
gjørdu í 1907, klárt til Ford T,
sum skuldi verða ein "bilur til
fólkið" og seljast um allan
heimin, Neyðugt varð tí at
bilurin skuldi verða slitsterk-
ur, einfalt bygdur og lættur at
viðlíkahalda. Framleiðslan
byrjaði í desember 1908. Tað
sum gjørdi Ford T so kendan,
var at bilurin var framleiddur
so leingi og í so stórum nøgd-
um. Íalt vórðu framleiddir
yvir 15 milliónir bilar fram til
1927. Frá 1913 varð fram-
leiðslan av Ford T flutt yvir á
samliband. Hetta hevði við
sær at arbeiði gekk so skjótt
at bilarnir kundu seljast til
sera kappingarførar písir.
Handan hav komu bilverk-
smiðjur í einum landi fyri og
øðrum eftir. Tann fyrsta kom í
Manchester í 1911. Eisini í
Danmark komu verksmiðjur
sum settu Ford bilar saman í
1919.
Í 1944, tann 23 januar, tek-
ur Henry Ford ll, sonur Edsel,
abbasonur Henry Ford, við
sum leiðari í Ford Motor
Company. Henry Ford doyr
tann 1.apríl 1947, 83 ára
gamal. Ein sermerktur per-
sónur, ið læt eina risastóra
fyritøku eftir seg, og fekk av
álvara gongd á bilafram-
leiðsluna í Amerika og restini
av heiminum. Ein triðing av
inntøku síni gav hann til væl-
gerandi endamál. Ford hevur
ment seg til eina alheims fyri-
tøku. Amerikanska høvuðs-
sæti er í Dearborn við De-
troit. Fyritøkan er privat, og
ovasta leiðslan hevur alla tíð-
ina verið í Ford familjuni.
Henry Ford og konan, Klara, í einum av fyrstu Ford-bilunum
Ford
Fusion 1,6
Motorurin:
1,6 litur 4 syl.
bensin við 100 hk
0-100 km/t:
10,9 sek
Bensinnýtsla:
15,2 km/l
Dekkstødd:
195/60-15
Stødd og vekt
Longd:
402,0 cm
Breidd:
171,0 cm
Hædd:
150,0 cm
Eginvekt:
1100 kg
Viðførisrúm:
337 / 1175 litrar
Prísur:
úr kr 184.000 sum
persónbilur
úr kr 143.000 sum
vørubilur
Søluumboð:
P/F Wenzel
Akranesgøta 5
FO-100 Tórshavn
Tel. 354500
www.wenzel.fo
Galaxy innan
Her sæst Galaxy við seks sitiplássum
Jóan Petur Olsen, søluleiðari
hjá P/F Wenzel við nýggja Ford
Fusion 1.6