Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 82 - 1. mai 2003 Nr. 82 - 1. mai 2003 5 Mótasýning í SMS TÍÐINDASKRIV Mikudagin 30. apríl kl. 19.30 verður fyrra av teim- um báðum árligu mótasýn- ingunum í SMS. Aftur hesaferð er tað Barbara í Gongini, sum samskipar stóru mótasýn- ingina, har allir mótahandlarnir í SMS luttaka. Barbara hevur búð í Danmark mongu seinastu árini, har hon hevur fingist við ymsikt skapandi innan klæðnavinnuna m.a. snið- geving. Málið hjá henni hevur verið at vunnið sær viðurkenning í mótaheim- inum. Hetta er við at eyðnast, og hevur Barbara verið nógv frammi í donsku miðlunum í seinastuni. Hon hevur fingið pláss í fleiri av teimum stóru donsku bløð- unum, sum skriva um móta og sniðgeving. Barbara greiðir okkum frá, at hon er komin væl longur enn bara fyri einum hálvum árið síðani. - Men tað er ein harður “kampur” hvørjaferð, og tað verður tað eisini, tá ið næsta “kollektiónin” kemur á marknaðaðin, sigur Bar- bara. Kortini er hon fegin um endiliga at vera sloppin á danska marknaðin. Enn hevur tó ikki verið so nógv at sæð ella hoyrt til hennara her. Tó hevur hon verið við á mótasýningum í Norður- landahúsinum ísambandi við Listastevnu Føroya. SMS hevur brúkt skap- andi evnini hjá Barbaru rættuliga ofta ísambandi við teirra stórstu framsýn- ingar, sum eru tær báðar ár- ligu mótasýningarnar og árligi jólabýurin, sum nokk er tað stórsta og kostnaðar- miklasta tiltakið í SMS. Og, sum sagt, so hevur Bar- bara játtað seg at leggja tilrættis og samskipa móta- sýningina mikukvøldið. Og henni dámar væl at koma heim til Føroyar, at skipa fyri og leggja til rætt- is mótasýningar og líkn- andi. - Eg eri føroyingur, og eri ógvuliga fegin, at sleppa heim og verða við til at skapa stór tiltøk og fram- sýningar. Um mótasýningina hesa- ferð sigur Barbara, at hon ikki verður eins “show” kend, sum onkuntíð áður. - Sýningin hesaferð verður ein spennandi sølusýning, har nýggjasti mótin verður sýndur á ein hátt, sum vit kenna frá útlandinum við “Catwalk”, sigur Barbara. Nú Torgið í SMS er vorðið størri og ljósviður- skiftini eru vorðin betri, eru karmarnir at fyriskipa stór- ar mótasýningar vorðnir nógv betri enn áður. Hetta er sjálvsagt at gleð- ast yvir, sigur Barbara, og vísir á, at hetta fer at hækka støðið á sýningini hesaferð, og í framtíðini. Barbara, sum kom til Føroyar í síðstu viku, legg- ur í løtuni síðstu hon á fyri- reikingarnar til sýninging- ina. Og hon lovar tykkum eina góða mótasýning mikukvøldið. Mótasýningin miku- kvøldið er ókeypis. Í sam- bandi við sýningina verða umleið 250 stólar settir upp. Tey sum vilja tryggja sær sitipláss, kunnu fara í ein av luttakandi handl- unum og fáa eitt ókeypis atgongumerki. Atgongu- merki verða ikki útflýggjað til børn undir 12 ár. Á Torginum í SMS mikudagin 30. apríl kl. 19.30. C M Y K 5 4