hósdagur 1. mai 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
6
C
M
Y
K
6
7
Tann nýggi BMW 5 á veg
Nú kunnu BMW-fjepp-
arar rættuliga gleða
seg, tí um stutta tíð
kemur tann nýggi
BMW 500
BMW 5-RØÐIN
Eirikur Lindenskov
Talan er um ein heilt nýggjan
bil, og longu við fyrsta eygn-
abrá sæst, at talan er um ein
elegantan bil, sum við kraft-
mikla skrokkinum kann um-
boða nýggju 5-røðina – sum
eisini verður kallað »The
Business Class«.
Og eygað snýtir teg ikki…
Komandi ættarliðið av lim-
osinunum hjá BMW umboð-
ar eitt ambitiøst heildarkon-
sept við nýggjum, vektspar-
andi trygdarskrokkum, gjørd-
ir úr aluminium og stáli. Úrs-
litið av hesum er meira pláss,
betri komfort, og samstundis
er bilurin lættari og brennir
harvið minni.
Tann neyvi undirvognurin
ger, at bilurin verður lættur at
koyra – eisini kann hetta ger-
ast enn betur við elektronisk-
um skipanum – eitt nú heims-
nýggjheitini, BMW Aktiv-
stýring, og teirri aktivu stabi-
liseringsskipanin, ið verður
nevnd »Dynamic Drive«.
Hesar skipanir gera bilin
veruliga til ein dreym at
koyra. Við 5-røðini er BMW
samstundis eisini á odda við
at koma við trygdardekkum,
ið eru dekk, ið tú kanst koyra
víðari við eftir punkteran.
Bilurin kemur á marknaðin
í juli, og verður tað við einum
kraftmiklum seks syl. motori,
sum BMW 520i, BMW 530i
og BMW 530d.
Teir báðir bensinmotorarnir
geva ávikavist 170 og 321
hestakreftir, og hægsta snún-
ingsmoment teirra er 210 og
300 Nm.
Dieselútgávan gevur 218
hestakreftir, og hægsta snún-
ingsmomentið liggur heilt
uppi á 500 Nm – m. a. takkað
verið Common Rail í øðrum
ættarliði.
Øll sniðini hava sekstrins
gearkassa sum standard, og
møguleiki er fyri automat-
gearum eisini við seks trin-
um.
520i, 530i og 530d klára
acceleratiónina frá 0-100
km/t upp á 9,0, 6,9 og 7,1
sekund. Toppferðin er 230,
250 og 245 km/t. Nýtslan
liggur upp á ávikavist 11,1,
10,5 og 14,5 km/liturin, mált í
blandaðum ES kanningum.
Bilurin er 75 kg lættar enn
tann gamli – hetta tí, at
fremsti parturin á bilinum er
úr aluminium. Saman við
hástyrkistáli
vísir
henda
konstruktión vegin innan
nútíðar skrokkbygging.
Hóast hann er størri, og
komfortin økt, býður nýggja
5-røðin á fleiri ting, ið fara at
seta sín serliga dám á Busi-
nessklassan – væl at merkja
við einum lutvíst lágari
brennievnisnýtslu.
Tann nýggja 5-røðin sam-
einir dynamikkin í 3-røðini
við sportsleikan í 7-røðini.
Harvið leggur hann seg per-
fekt í miðjuna í programm-
pakkanum hjá BMW.
Nýggja 5-røðin hjá BMW er eyðkend við
serligu tvíbýttu lyktaeindini og coupé-
líknandi afturpartinum