hósdagur 1. mai 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 82 - 1. mai 2003
Nr. 82 - 1. mai 2003
7
Tað er umráðandi at
stimbra børn
málsliga, heldur Niels
Jákup Thomsen
bókaútgevari, og
mikudagin kom ein
bók, ið kann geva
børnum málsligar
avbjóðingar. »Ein
halastjørna er komin«
er úrslit av
norðurlendskum
samstarvi. Bókin kom
út samstundis í øllum
Norðurlondum
BÓKAÚTGÁVA
Ingi Rasmussen
Mikudagin kom ein ein
halastjørna til øll Norður-
londum í senn.
Talan er um eina barna-
bók, »Ein halastjørna er
komin«, sum verður útgivin
samstundis í Svøríki, Ís-
landi, Danmark, Finnlandi,
Noregi og Føroyum. Í bók-
ini hava yrkjarar úr hesum
londum yrkt yrkingar til
børn á upprunamálinum.
Yrkingarnar eru síðan um-
settar til øll málini, og bók-
in er myndprýdd av dygdar-
góðum listafólkum.
Í Føroyum eigur barna-
yrkjarin Alexandur Kristi-
ansen bókina fram um onn-
ur. Hann hevur bæði yrkt
føroysku yrkingarnar, og
hann hevur eisini umsett
útlendsku yrkingarnar til
føroysku bókina. Edward
Fuglø hevur myndprýtt før-
oyska partin.
Serlig bók
Bókin varð løgd fram í
Norðurlandahúsinum
mikudagin, har børn úr
Velbastaðar skúla settu
dám á tiltakið og sungu
sangir, sum Alexandur hev-
ur yrkt. Eisini vóru yrking-
ar lisnar upp á øllum mál-
um.
– Hetta er ein heilt serlig
bók, sigur Niels Jákup
Thomsen av Bókadeild
Føroya Lærarafelags, sum
hevur givið føroysku bók-
ina út. Hetta er eitt úrslit av
frálíkum norðulendskum
samstarvi, og onki er spart í
útgerð. Bestu yrkjarar úr
øllum Norðurlondum hava
verið upp í tiltakinum, og
bókin kemur út á øllum
norðurlendsku
málunum
sama dag, greiðir hann frá.
Hvørt landið hevur sostatt
valt út sínar bestu yrkjarar,
og teir hava eisini fingið
nógv burturúr. Eitt nú hava
teir verið á ráðstevnum, har
teir hava tosað um at yrkja.
Og teir hava so eisini møtst
aftur at viðgera, hvussu
týðingarnar av yrkingunum
hjá hvørjum eru hepnaðar
og hava síðan lagað tær til.
Málsligur stimbur
Men stóru vinnararnir við
bókini eru sjálvandi børn-
ini, sum hava fingið eina
sjáldsama gávu, tí dygdar-
góðar norðurlendskar yrk-
ingar eru ikki hvønndags-
kost-ur.
– Vit mugu ásanna, at tað
er meira umráðandi enn
nakrantíð at stimbra børn-
ini málsliga. Í einum pass-
ivum heimi gevur hendan
bókin børnum høvi at
spæla við orð. Yrkingar
geva okkara børnum máls-
ligar avbjóðingar, sum tey
hava tørv á, sigur Niels
Jákup Thomsen og sipar til,
at stórur partur av barna-
mentanini gongur fyri seg
framman fyri telduskíggj-
um og sjónvarpi.
Bókin er eisini góð til
skúlabrúks. Aftast í bókini
er ein fløga, har yrkjararnir
lesa upp á upprunamál-
inum.
Órímiligt! Við einum
orði lýsir Bjarni
Djurholm lands-
stýrismaður støðuna,
nú gestirnir á
fiskivinnustevnuni í
Runavík ikki kunnu
fáa sær eitt glas
afturvið matinum.
Hann er maðurin á
brúnni í ferðavinnu-,
vinnu- og rúsdrekka-
málum. Men hann
kann bara staðfesta,
at politiskar forð-
ingar vórðu lagdar í
vegin fyri at skeinkja
til stór tiltøk
RÚSDREKKALÓG
Ingi Rasmussen
Flaggskip ella ikki. Tað
verður ikki sum hotell, at
turrlagda Norrøna fer at
hála sigrarnar í havn.
Í gjár fingu politikarar í
Føroyum eina skortfleingju
frá millum annað ferða-
vinnuni og bryggjaríi. Or-
søkin er, at tað ikki ber til at
skeinkja umborð á Nor-
rønu, sum er hotellskip á
North Atlantic Fish Fair,
har 1000-tals gestir úr Før-
oyum og uttanlands vitja.
Bjarni
Djurholm
er
landsstýrismaður við ferða-
vinnu, vinnu- og rús-
drekkamálum.
– Tað er órímiligt at tað
ikki skal bera til at skeinkja
til eitt slíkt høvi umborð á
Norrønu. Serliga tí, at gest-
irnir eitt hanagleiv haðani
kunnu fara inn á eitt annað
stað og keypa sær tað, teim-
um lystir. Tað er ikki serliga
góð reklama fyri Norrønu.
Men eg má bara staðfesta,
at tað politiskt ikki bar til at
fáa
heimildina
til
at
skeinkja til ávís tiltøk
ígjøgnum, sigur Bjarni
Djurholm.
Politiskt hykl
Ein av stjórunum í Res-
torff’s bryggjarí legði ikki
fingrarnar ímillum í Sosial-
inum í gjár. Hann kallaði
politikarar fyri hyklarar.
Teir hugsa meira um sínar
egnu atkvøður enn at geva
vinnuni rímilig kor, segði
Johan »Hot« Mortensen.
Tá tað kom til skarpsker-
ingar var tað ein spurningur
um at varðveita lívið í sam-
gonguni, viðgongur Bjarni
Djurholm landsstýrismað-
ur. Í tveimum førum hevur
hann roynt at broytt rús-
drekkalógina. Tað skuldi
gerast soleiðis, at verandi
loyvishavarar av skeinki-
loyvum
skuldu
kunna
skeinkja til ávís tiltøk undir
skipaðum viðurskiftum.
Í fyrru atløgu fall upp-
skotið burtur í tinginum, tí
tað varð súltað í eini nevnd.
Tá Bjarni Djurholm royndi
aftur, noyddist hann at
steðga
uppskotinum
í
landsstýrinum, tí Miðflokk-
urin og ein tingmaður úr
Tjóðveldisflokkinum settu
seg ímóti uppskotinum og
lovaðu bál og brand, um tað
varð lagt fyri tingið.
– Eg mátti bara staðfesta,
at uppskotið ikki vann
frama í samgonguni. Løg-
maður segði mær, at tað
kundi fáa fylgjur fyri fram-
tíðina hjá samgonguni, um
eg legði tað fram. Mín upp-
gáva er ikki at skapa sam-
gonguórógv, og tí tók eg
handan partin burturúr dag-
føringini av rúsdrekkalóg-
ini, sigur Bjarni Djurholm.
Onki eindømi
Sjálvur er hann sannførdur
um, at broytingin ikki hevði
gjørt, at meira varð drukkið
í Føroyum.
– Felagsskapirnir, ið hava
fyribyrging
í
sínum
skjøldri, tóku undir við
uppskotinum, og tað hevði
givið meiri skipað viður-
skifti,
meiri
gjøgnum-
skygni og betri tamarhald á
almennum tiltøkum, har
skonkt verður. Men so
skuldi ikki vera, sigur
Bjarni Djurholm.
Ein halastjørna til føroysk børn
Tveir úrmælingar umboða
Føroyar í norðurlendsku
bókini »Ein halastjørna er
komin«: Alexandur
Kristiansen og Edward Fuglø
Mynd: Ingi Rasmussen
Rúsdrekkalógin er órímilig
Harmonika
Góðan dag, eg eiti Harmonika.
Eg livi í hesari bókini
Eg liggi niðri á pappírinum
og fari at vera her líka leingi
sum tú hevur bókina opna
Tað, sum hjá tær er ein bók,
er veruleiki hjá mær
Lív mítt eru teir bókstavir, sum høvundurin hevur
skrivað
Skrivar hon onnur orð, er alt øðrvísi
Skrivar hon, at eg eri á mánanum, er tað rætt
Og setur hon punktum, er liðugt.
Kirstin Hamman, Danmark¸
Nýggi Smyril er ikki
liðugt bygdur enn,
men hesa vikuna
standa teir báðir
Smyrlaskipararnir á
brúnni og venja seg
við at leggja skipið at
í Havn.
ATLØGUVENJING
Rúnar Reistrup
Onkuntíð stoytir Smyril
saman við Norrønu. Onk-
untíð fer hann á land á
Tinganesi ella rakar Molan
ov hart. Men tað ger einki,
tí so fær man bara ein
nýggjan Smyril og kann
byrja umaftur.
Soleiðis sær arbeiðsdag-
urin út hesa vikuna hjá
teimum báðum skiparunum
á Smyrli Paula Larsen og
Hanusi Lassen, nú teir eru
farnir niður á Dansk Mar-
ine Institut í Lyngby at
royna nýggja Smyril í ein-
um framkomnum simulat-
ori.
Havnin skal dýpast
- Um einki verður tikið av
dýbdini við Tinganes, fáa
vit bara lagt at í góðveðri,
og so verður tað ofta, at
Smyril ikki kemur á Havn-
ina, sigur Hanus Lassen.
Men í simulatorinum
kann
man
alt.
Eisini
spreingja eitt sindur av
Tinganesi undir vatnskorp-
uni, so tað hava teir gjørt.
- Um dýpt verður við
Tinganes ger tað góðan
mun. So skal tað nokk fara
at ganga at leggja at. Í sim-
ulatorinum klára vit tá at
leggja at uttan stórvegis
trupulleikar, men um vind-
urin fer upp á 20 metur um
sekundið ber illa til at
leggja at, sigur Hanus Las-
sen, men minnir á, at 20
metur um sekundi í einum
simulatori ikki er tað sama
sum 20 metur um sekundi í
veruleikanum, tí í simulat-
orinum lívir ongastaðni.
Smyril klárar tað
Í blaðnum í gjár segði
Ólavur Hovsgarð, skipari á
Norrønu, at uttan mun til
hvat verður gjørt, verður
havnalagið í Havn rætt og
slætt ov lítið til eitt skip á
stødd við Norrønu. Sam-
bært Hanusi Lassen, skip-
ara á Smyrli, er havnalagið
ov lítið sum er, men verður
tikið av Tinganesi undir
vatnkorpuni, verður tað
nóg stórt. Í hvussu er til
Smyril.
- Nú er Norrøna eitt nógv
størri skip, so har er ikki
nógv pláss. Tí skilji eg væl,
at skiparin er varin, tá hann
leggur at. Men tá ið av-
tornar vænti eg, at tað fer at
ganga at fáa bæði skipini
inn í havnalagið, sigur Han-
us Lassen.
Teir báðir skipararnir
halda fram við at sigla við
Smyrli í Lyngby alla vik-
una. Har eru tó mørk fyri
hvat kann gerast í einum
simulatori. Millum annað
ber ikki til at flyta ferða-
fólk, og tí røkir gamli
Smyril enn ferðafólkaflutn-
ingin millum Suðuroynna
og Streymoynna við yvir-
stýrimonnunum á brúnni.
Nýggi Smyril leggur at í Havn
Tað er neyðugt við
eini politiskari skipan,
ið veruliga hevur fatað
tað ríkidømið, ið ligg-
ur í undirvísing og
listarligari menning
og veruliga skilir, at
listin er fólksins sál,
segði tónaskaldið
Sunleif Rasmussen
millum annað í flagg-
dagsrøðu síni av røð-
arapallinum á Vaglin-
um í Havn.
FLAGGDAGSRØÐA
Rúnar Reistrup
Altjóða virda føroyska tóna-
skaldið Sunleif Rasmussen
slerdi
eitt
slag
fyri
dygdargóðu listini í flagg-
dagsrøðu síni á Vaglinum í
Havn. Sambært tónaskaldin-
um er tann lættasta loysnin
er ikki altíð tann besta, og
tað er kanska serliga gald-
andi, tá tað kemur til list.
Skjóttvunnar heiðurslønir
uttanlands eru at gleðast um,
men tær eru stokkutur rómi,
um ikki sálin verður løgd í
tað
áhaldandi,
dagliga
arbeiði, var boðskapurin hjá
Sunleifi Rasmussen.
- Eyðkenni í tíð okkara
eru helst, at alt skal ganga
skjótt, og tað at fara í dýpd-
ina, verður bæði torført og
fremmant. Lættar loysnir
verða
møguliga
tiknar,
hetta bæði tá ið tosað verð-
ur um politikk, siðsøguliga
og listarliga menning, og
vit hava helst hug at fjepp-
ast uppi í lættvunnum
loysnum og giklandi løtu-
vinningi og gloyma, at skal
nakað dygdargott og hald-
gott spyrjast burtúr, er eing-
in vegur uttanum góðan
skúla og fordjúpilsi.
- Tað er sera týdningar-
mikið at vit ikki missa fóta-
festi og bert definerað okk-
ara dygd og samleika í mun
til tað, ið er uttanum okk-
um, men eisini verja og
virðismeta tað, ið kemur
innanífrá, segði Sunleif
Rasmussen í røðu síni.
Brúka tað sunna
forvitnið
Flaggdagsrøðarin heitti á
føroyingar um ikki at isol-
era seg frá umheiminum,
men heldur ikki svølgja øll-
um, sum kemur uttanifrá.
- Skulu vit standa okkum
ímóti tí ráki, ið kemur inn á
okkum uttanífrá, eitt nú
ígjøgnum sjónvarpsglugg-
an, er alneyðugt við dygd-
argóðum skúla á øllum
økjum.
Eitt væl útbúgvið fólk
hevur røttu amboðini, til at
skilja tann fløkta veruleika,
ið vit ferðast í. Ikki so at
skilja, at vit skulu isolera
okkum frá umheiminum,
meira at vit gerast før fyri
at taka tað besta til okkum
ígjøgnum eitt sunt forvitni,
ið altíð hevur eyðkent okk-
um føroyingar, segði Sun-
leif, sum eisini nýtti høvi til
at geva landsins politik-
arum eitt lítið herðaklapp
fyri politikkin á listarliga
økinum hesa síðstu tíðina.
- Vit hava sæð, at góður
vilji og eldsálir kunnu flyta
fjøll, men "av mánalýsið
kemur eingin gróður". Tí er
neyðugt við politiskari
skipan, ið veruliga hevur
fatað tað ríkidømi, ið liggur
í undirvísing og listarligari
menning og veruliga skilir,
at listin er fólksins sál. Skal
listini verða lív lagað, er
neyðugt við øðrum og
meira, enn føgrum orðum.
Tað er tí frøðast um, at tá ið
batar verða gjørdir á listar-
liga økinum, er tað, so at
siga, eitt samt Løgting, ið
stendur aftanfyri.
- Við at geva listafólki
okkara góð kor at virka
undir, ber hetta, í fyrsta lag-
ið, við sær, at okkara heim-
liga umhvørvi gerst ríkari,
og í øðrum lagið, fer hetta
at bera okkum á listarligum
veingjum langt út um land-
oddarnar.
Vit hava nú í eina tíð
verið í sonnum sigursrúsið
yvir vunnar heiðurslønir og
kappingar uttanlanda, og
tað er bert at gleðast yvir.
Merkið hevur verið vundið
húnarhátt- og av røttum. Tó
skulu vit leggja okkum í
geyma, at hetta er stokkutur
rómi, um ikki sálin verður
løgd
í
tað
áhaldandi,
dagliga arbeiði. Gloymast
má ikki, at tað er her,
lunnar verða lagdir undir
framtíðar avrik, fólki og
flaggi at gagni, minti
Sunleif
Rasmussen
av
røðarapallinum á Vaglinum
flaggdagin, ið varð hildin í
góðum
veðri
í
sama
hátíðardámi sum Havnar
Hornorkestur altíð leggur
lunnar undir flaggdagin.
Sunfleif Rasmussen, flaggdagsrøðari í Havn:
Ríkidømi í útbúgving og list
Skal listini verða lív lagað, er neyðugt við øðrum og meira, enn føgrum orðum. Tað er tí frøðast um, at tá ið batar verða gjørdir á listarliga økinum, er tað, so at siga, eitt samt Løgting, ið stendur
aftanfyri, segði Sunleif Rasmussen í einum lítlum herðaklappi til landsins leiðandi politikarar.
Myndir: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
7
6