Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Í juni mánaði í fjør søkti el- felagið SEV landsstýrið um lániloyvi ul støddar 110 mió. kr. ul vatnorkuútbygg- ing í Norðureysturoy. Eyst- arumegin fjallarødina suð- ur il tunnilsmunnan — eisini nevnt Eiði 3. Í hálvtannað ár hevur SEV bíðið efur onkrum posiuvum, realisuskum signali úr Tinganes. At onk- ur kippar vid flagginum Efur onkrum glaðingar- royki úr Nesinum Arbeiðsloysi Nógv er broytt, meðan bíð- að hevur verið. Arbeiðs loysið er okt. Hópuppsagn- rnar fara sum heiðabrandur im landið. Hvussu nógv folk í Føroyum eru vorðin arbeiðsleys hesa tíðina, er lætt at rokna. Eitt óhugaligt TOKNISLYKKI Høvdu hinvegin ein 30- 50 fólk nú arbeitt uppi á Eiði 3, so høvdu tey komið beinleiðis í arbeiði. Hvussu mong, sum fylgja av hesum, høvdubeinleidis varðveitt arbeiði, er verri at meta um. Ivaleyst uppaftur fleiri. Eitt hugaligari roknistykki. Føroysk framleiðsla Málið er einfalt. Tað gamla sjaggið um útbygging høgt kontra lágt er ikki aktuelt í hesum før. Eiði Í gevur um 20mió. Kwt. um árið. Eiði 3 hevði givid eini 14 afturat. Vestmannagevur í miðal 46 mió. Kwt. Og táið Eystur- oyggin verður liðug, verður umleið 50% av orkutørvi landsins nøktadur úr 100% føroyskari råvøru! Vinir SEV hevur tibetur altíð átt vinir á tingi og í landsins stýri. Tí hevur borið til at krússa í havn gjøgnum »væming og vaggandi gjálv<. Asbjørn Joensen — kendur vid og kendur av SEV - tíðindablaðið hevur mangan frá tingsins høga palli puffað: >Hetta má vera heimsins ríkasta land, vit liva í, sum hevur ráð til at lata 100 tals mió. kr. renna í havið um árið<. Nakað soleiðis. Ivan og aðrir hava sagt tað sama. Eg hugsaði um hetta, tá ið ein framstandandi norð- maður herfyri legði doyin á í >Grannum okkara<: >Vandkraften er den ren- este, tryggeste og i lengden langt den billigste energi- kilde vi kjenner!< Fyri SEV var hetta eingin nýggjheit! Hví vatnorka? Onkur ivast kanska, um hetta er so? Men tann, sum hevur sæð sótrúgvurnar av koli við kolaverkini á meg- inlandinum og øskufjøllini vid siduna av, ivast ikki. Tann, sum hevur sæd og lisið um royndirnar av kjarnorkuverkinum av Trímilaoynni í USA og ul Tjernobyl í Sovjet, er held- ur ikki í iva um, at her lúrir ein loyndur vandi á degi og nátt. Oljan í dýpinum fær ein bráðan enda. At hon verður alsamt dýrari at útvinna fyri hvønn tumma boripallarnir førka seg av grunni og út á bládýpi, er eyðsæð. Grundlast Her eru bert dómi tikin vid um støðuga orku (ul grund- last). Tilvildarlig orka sum sól og vindur o.a. kunnu vera góð afturat; men rigga ikki sum álit hjá útbygdum og fjøltåttadum samfelag sum okkara. Ullintir vinir Nú, vinir valdast. Eitt nú hjá vørum interkommunala fe- lagsskapinum: IRF. Upp- runaliga ætlanin var at byggja fyri 15 mió. kr. á Fossdalsbakka. Men aftan á øll góð ráð eru hespað niður yvir felagsskapin — flyting- ar, snaringar, pjøssingar og hirsingar — av tingi og úr landsstyri, frá alskyns betri- vitandi vinum — og ikki at forgloyma hypokondriska herliðið av lækna-, heilsu- og umhvørvisserfrødingum — er kostnadurin i dag 0.u. 115 mió. kr. Ein midal- kommuna fær ikki goldið rentur og enn minni avdrátt- ir, tí hon skal bløda um eina millión krónur til IRF um árið. Eitt dyrt og pøsandi vinarlag. Prislækkan Miðskeiðis í 80'unum fór SEV undir príslækkan bæði fyri sethús, handlar og ídn- að. Eini 8-10% av kwt-prís- inum. Oljan var lækkað, og hetta átti brúkarin at merkja, eins væl hann merkir tað, tá ið råvørur gerast dýrari. Men so skuldi ikki verða. Oljugjaldið Í 1986 legði meirilutin í tá- sitandi landsstýri oljugjald á alla olju. Eisini á SEV. Ateyka gjøld verða lagd á kosmetiska« bólkin: á skreyt, royki- og drekkivgr- ur er ikki óvanligt. Men at leggja gjald á so grund- leggjandi råvøru, sum el- framleiðslan er, er óhoyrt og forkastiligt! Hetta for- plantar seg út í hvgnn krók í landinum: frá hárturkara til frystiboks, kókiplátu til ís- virki og ikki minst til sjálvt livsgrundarlagi: fiskivinn- una, til útflutningsvinn- una! Umhvørvisavgjald (CO2- avgjald) vindur alt meira upp á seg í dag inni á megin- landinum fyri ta opnu flammuna, men ikki á vatn- orku. Ein sannroynd er tað, at líknandi = orkuframleiðsla sum hjá SEV í ødrum lond- um verður stuðlað peninga- liga, við forlods avskriving- um 0.s.fr.; men so er ikki í Føroyum. 97.207.013,50 kr. Sidani i 1986 hava skiftandi landsstyri hugt at — tíma fyri tima, stund um stund — at i alt til 6. oktober í år er runnið frá SEV (Le. brúkarunum) inn í landskassan: 97 milli- ónir 207 túsund 13 krónur og 50 oyru. Eiði 3 goldið kontant Hóast hetta ikki eru stór tøl fyri høvdingarnar í hásæti landsins, so er hetta nóg mikið til, at øll Eiði 3 út- byggingin kundi verið gold- in í hondina frammanund- an, um upphæddin so hvørt hevði verið sett á bók ella í grunn við hóskandi rentu. Og ikki sum nú í stórapott, sum er at sammeta við tað stóra svarta holið í heimsins óendaligu skipan. Ein borimaskina og onnur Øll minnast, at ein borima- skina — lógliga leigað — frá landinum ein penan dag, ein seinnapart, var skrykt úr hondunum á SEV og eftir Khomeini-boðum úr lands- stýrinum, sama dag kl. 5, flutt á annað stað og parker- að í fleiri mánaðir — — — (ja, nokk sagt). Føroyar skriv- aðu entreprenørsøgu henda dag! Nú stendur ein onnur og heldur dýrari borimaskina á Eiði (50 mió. kr.). Hon er goldin. Hon stendur eisini still. Verður væl røkt. Tørn- að runt nakrar ferðir um vikuna. Kostar nakað í manning, el- og hita. Samgonguskjalid Sambært samgonguskjal- inum skulu góð viðurskifti valda millum SEV og Landsstýrið. Og tað gera tað mær vitandi; men still stendur maskinan. Og tað er ikki tí, at nakað skal aftur- lønast av minni penum kenslum. Eingin svallig gksl. Eingin gomul ill- Nr. 206 — 29. oktober 1992 97 milliónir 207 tusund 13 krónur og 50 oyru sinnispirra, sum vil ella må blóðgast, tá ið SEV verður nevnt. Felagið hevur ikki verið tvørligt at tala við sum so, og hevur heldur ikki í virkisfýsni fingið nakra skruvu at loysna í seinast- uni. At hugsa Nei, grundin er ein. Tann sama sum fyri hálvum øðrum ári síðani. Minutt fyri minutt. Heilagt, ger- andis og um vikuskiftið. Landsstýrið hugsar. Hugs- ar. Hugsar um málið. Har nógv er at hugsa við, er fyrigeviligt at okkurt hjól gongur heldur seint. Nógv orka, stór svinghjól og nógvir útvekslingar. Eingin illvild, mær vitandi; men bládýpiskendir tankar — kanska úr forna sokna At- lantis ella av hæddum Olympos. Og á Eiði stendur bori- maskinan (Ormurin Langi). Pura still. Hugsar kanska eisini; men helst um okkurt annað. Langtar, sum hin Ormurin Langi, eftir at verða drigin úr neysti og aftur í víggið at stá! Telefonverkið Hví skal bert SEV bløda hesar 97.207.013 krónur- nar og 50 oyruni? Hvussu við telefonverkinum, sum er ein samanlíkniligur tæn- astustovnur. Hvat hava teir rindað til landið í sama tíðarskeiði. Teir fáu litrarnir av olju teir brúka munnu vera millum nakað og einki. Útyvir tað helst íkki eitt oyra. Eingin hevur nakað í- móti telefonverkinum, sum so. Als ikki; men hví hesin mismunur? Jú, kanska halda teir djúpthugsandi, at tað mang- an innihaldsleysa møsnid í telefonini hevur meiri virði enn tað, at útflutningsverur landsins eru kappingarfør- ar. Ikki veit eg. Uttanlandsskuldin Eitt er toluliga vist, at kem- ur eitt realistiskt, positivt loyvi úr Tinganesi, og um SEV ikki fær allar tær 97.207.013 kr. og oyruni aftur, so eru útvegir fyri at fíggja restina í landinum. Uttan at hækka kwt-prísin. Og uttan at hækka uttan- landsskuldina meira. Hon er nóg stór og ov stór, sum er. Tieitt er heilt vist. Eru tað ikki nakrar breiðar herðar, sum mugu bera byrðarnar í dag, so ríða vit ikki stormin av. Vanligi borgarin eigur einki. Teir, sum kanska fyrr áttu nakað, eigur heldur einki í dag. So verða tað ikki landið, SEV ella t.d. Tórshavnar kommuna, sum seta nakað í gongd — umframt at fjálgað verður um alla lønandi vinnu kring landið — so verð-ur tað ikki leingi til, at eingin lættir høvdinum meir. Vinarliga Arnstein Niclasen, stýrisformaður, 24.10.92. HØVUBSVINNINGUR: 1.000 litrar av olju Tlf 19820 Postsmoga 1058 FR-110 Tórshavn TVEIR HØVUDSVINNINGAR: Olympus AF - 1 Super fototól við øllum hugsandi »finessum« og sum tolir bæði regn, kava, dust og sand, frá FÝRA HØVUDSVINNINGAR: Olympus AF - 10 HØVUDSVINNINGUR: Snarferð fyri tvey til Aberdeen vid Smyrli LF Garanti — tað vælroynda heil- automatiska fototólið frå Tif 19820 Postsmoga 1058 FR-110 Tórshavn Strandfaraskip Landsins Ferðamannadeildin ?-700 Klaksvík Tlf. 57566-56006 Strandfaraskip Landsins Ferðamannadeildin FR-100 Tórshavn Tlf. 14550-17058