Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. oktober 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 206 —29. oktober 1992 Øll børn skulu ganga i skúla, men hesir eru fyri tað mesta ógvuliga vánaligir, eins og næmingarnir eru so nógvir í tali, at teir verða býttir sundur soleiðis, at nøkur ganga í skúla fyrra- part og onnur seinnapart. Einki vatn er innlagt og eingi wc í skúlunum, ella skúlaborð ella stólar. Tey sita á gólvinum, umleið 50 børn í hvørjum flokki. Kirsten og Heini Olsen hava trý vaktarfólk og eina arbeiðsgentu, sum arbeiða hjá teimum. Tey búgva í býlingi, har sendistovurnar hava til húsa. Vaktarmenninir eru neyð- ugir, fyri at sleppa undan innbroti 0.g. Arbeidskona við seks barnum Húsini eru nimlig, har hava fleiri familjur búð áður, sum vanligt er í hesum londum. Seks baðirúm og átta wc eru, umframt eitt 6- tal av stovum og sovirúm- um. Arbeiðskonan er mamma at seks børnum. Hon hevur gingið í skúla, tá bretar skipaðu fyri, og hon sigur, at børn hennara læra ikki so nógv í skúlanum, sum hon gjørdi í síni tid. Annars eru íbúgvarnir 6- metaliga vinarligir og gest- ablíðni er stórt. Vanligt er at siga um í- búgvarnir í Zanzibar, at teir eru ærligir, men stjala illa. Tað merkir, at íbúgvarnir sjálvir taka lógina í egnu hendur, um onkur verður tikin í t.d. at stjala. Heni Olsen: - Eg sá ein dagin herfyri nakrar mans bukaein tjóv til deyðis, sum teir høvdu sæð framt stuld- ur. - Teir eru so kúgaðir, at teir lata tað ganga út yvir lógarbrótarar, tá høvi býðst. Vil løgreglan á staðnum kanna slíkt mál, kemur einki fram. Fólkið býr í smáttum, sum eru bygdar av leiri, smásteini og pinnum, men av tí at so nógvar termittur eru, verður slík smátta etin upp eftir fáum árum. Tey noyðast tí at byggja nýggjar smáttur so hvørt, sum tær gomlu rapa. Blakað mannin út Kirsten Olsen: - Arbeiðs- konan hjá okkum er júst farin undir at byggja sær eini hús úr múrsteini. Hon hevur koyrt mannin út, tí hann var drykkjumaður, sum ongantíð kom heim við peninginum. Arbeiðskonan er ógvu- liga vitug, og vit royna at hjálpa henni, so hon verður før fyri atklára seg, tá viteru farin. Hon hevur fingið ein vin- mann at stoypa grundina, og so lagar hon steinarnar sjálv. Tað er ikki væl umtókt, at ein kvinna livir einsamøll í Zanzibar. Hon er at sam- meta við eina skøkju. Tað hevur havt við sær, at foreldrini havasligið hondi- na av dóttrini, tí hon ikki vil giftast uppaftur. Meðan vit sita og práta í hugnaligu stovuni hjá Kirst- en og Heina Olsen í Havn, ringir telefonin, og tað er ein sum hevur tvær hond- seymimaskinur at bjóða. Kirsten Olsen er fegin, tá hon kemur innar aftur. Neyðin er stór í Zanzibar, og tað ræður um at læra konufókini at geraeitthvort, sum tær kunnu lívbjarga sær við. Kirsten hevur lært arbeiðskonuna at gera mat og baka køkur og breyð. Nú fær hon eina seymimaski- nu, so hon kann seyma klæðir uppá bømini og kanska selja til onnur. - Tað er ein partur av ar- beiði okkara, sum fara út í fremmand lond, at vit royna at bøta um, so væl sum til- ber, sigur Kirsten Olsen. tíðindablaðið Hjúnini tingast ófórt um, hvussu nógv maskinurnar viga, tí ein persónur hevur ikki loyvi at hava meir enn 20 kg. við í fiogfarinum. Umframt seymimaskin- urnar hava tey eisini fingið 400 brillur frá Lion's, sum viga 20 kg. Ætlanin er at geva einum eygnalækna í Zanzibar hesar, ið íbúgvar- nir hava so harðliga brúk fyri. Kirsten: - Tað er óneyð- ugtathavaso nógv klæði og annað við, tí veðurlagið er so gott, at vit bert nýtast smávegis. Menningarprojektið 125 fólk í Zanzibar, trígg- ir danir og Heini Olsen ar- beiða við uppgávuni at byggja vegir. Íbúgvarnireru alment sett- ir i starv, men lønin er so lítil, at tað als ikki ber til at sammeta við okkara um- støður. Heini Olsen: - Uppgávan er at gera vegir og læra fólk- ið upp. Tað hevur gingið væl. -Í byrjanini var torført at fáa arbeiðsfólkið at koma rættstundis til arbeiðis. So funnu vit uppá at bjóða teimum morgunmat, og tá komuøll stundisliga. Fyri at fáa tey at verða verandi til lokna arbeiðstíð kl. 18, noyddust vit at bjóða teimum eina máltíð eyka. Arbeitt verður seks dagar um vikuna, og arbeiðsdag- urin hjá Heina Olsen er 10 tímar um dagin. - Tað hevur havt við sær, at vitikki hava serliga góðar stundir til sosiala samveru. Vit fara eina útferð saman við vinfólki sunnudag og ein annan dag í vikuni, renna vit. Vanligt er at fólk fara út í heimin, tí tey vilja uppliva annað enn tað heimliga. Eru tit ævintýrarar? - i byrjanini tá vit vóru ung, var tað helst ævintýrið ið lokkaði. Vit fingu tvey børn í Iran, og vildu seinni vísa teimum fødistadid. Tí fóru vit avstað aftur aðru ferð. Hugurin at hjálpa Seinni kemur hugurin til at gera eitthvørt sum bøtir um støduna hjá teimum fá- tækru og kúgaðu. Tað er heilt náttúrligt, tá tú sært so nógva neyð og armóð. - Nú vit eru komin til aldurs vilja vit helst, at okkara arbeiði skal gerast fruktagott, og at nakað sæst eftir, tá vit nú fara heimaft- ur. Summarfrítíðin varð eisini nýtt til at fáa hendur á gomlum brillum og seymimaskinum, sum eru so umráðandi hjá fátæknafólki í Zanzibar at fáa. Tilsaman 400 brillur hava hjúnini við sær úr Føroyum Sida 9 Vegir skulu gerast og fólkið skal lærast upp til at skipa fyri. Hetta er m.a. uppgávan, sum Heini Olsen varð biðin um at gera. M yndin er tikin á arbeiðsplássinum í Zanzibar EÐ Vanligar handlar eru ikki í Zanzibar. og lí gongur nóg vega vørur, sum verða nýtta í húsarhaldinum Kirsten Olsen helt 60 ára fødingarda hjá hjúnunum til Zamzibar í fødingardag. Heini og fyri húsini, sum tey búgva i Heini Olsen: - Nú geri eg vegarbeiðararunum eina ar- beiðsskrá, sum teir kunnu nýta, tá vit eru farin heim aftur. Tá hava tey - bæði kvinnur og menn - eisini lært at arbeiða sjålvstødugt og eru før fyri umvæla maskinurnar, sum verða nyuar 0.2. Kirsten Olsen: - Eg havi vónandi lært arbeiðskonuna at lívbjarga sær, tá vit ikki eru her longur, eins og eg í frítíðini hava arbeitt í einum SOS barnabýi har. Tað, sum ræður um er, at vit royna at stuðla og læra frá okkum, meðan vit eru har. Tað kemur t.d. teimum seks børnunum hjá arbcids- konuni til góðar, at mamm- an fær møguleika at læra slikt, so hon kann livbjarga sær og børnunum. g sin í vår, og tá komu nógv vinfólk og børnini Kirsten Olsen eru her stødd uttan v tíð við at matgerða og fáa til Tá tey verða tilkomin, fara tey aftur at læra síni børn o.sfr. og soleiðis hjálpir tú nógvum, hóast tað bert eru dropar í havinum, siga Heini og Kirsten Olsen. Orð: Dagny Myndir: Kalmar