Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

F 4 z i Nr. 207 — 30. oktober 1992 w Á Óli Heinesen og Dánjal av Rana hava okkurt at tosa um. Mynd: Kalmar Piprandi bygdaráðslimir Kolasvart fyri framman Villar ílógur í gulltíðini og minkandi skattainn- tóka í dag ger arbeiði í bygdaráðunum ótespi- ligt í dag Seinnapartin mikudagin vórðu umboð fyri øll bygdaráð savnað á Hotel Føroyum. Bygdaráðslimir úr øllum landinum høvdu stevnt til Havnar fyri at hitta landsssmannin í kommunumálum, Jógvan Sundstein. Bygdaráðslim- irnir roknaðu við at fáa greitt at vita, hvussu teir kundu sleppa úr fíggjar- kreppuni á lættasta hátt. Hóast nógv orð og nak- að av uttanumtosi, so var boðskapurin hjá Jógvan Sundstein greiður. Niður- skorin heilt inn at kjarnini ljóði hann nakað soleiðis: --Fyri at sleppa burturúr kreppuni er neyðugt, at kommunurnar leggja sam- an í stórri eindir. Tað er lættari at sanera eina Skuld, tá fleiri herðar eru at bera. Landsstýrið kann undir ongum umstødum hjålpa einstøkum kom- munum burturúr kreppuni. Hetta hava vit einfalt ikki lógarheimild til. Vit mugu gera nakað samanlagt fyri alt landið. Tað einasta sum tvingar landsstýrið at gjalda er, tá landsstýrið beinleiðis veðheldur fyri lánum hjá kommununum, og hetta er í bert fáum fórum, segði Jógvan Sundstein, landsstýris- maður. Bera ov nógv Fleiri kommunustýris- limir mettu, at kommunur- nar bóru ov stóran part av byrðunum. --Um vit sluppu undan at gjalda tað okkara borgarar sleppa undan í skatti or- sakað av frádráttrum í set- húsalánum, so hevði stað- ið væl til. Eg vil siga, at tað hevði loyst allar trupu- leikar hjá kommununum í dag. Rentufrádrátturin á- virkar bert kommunurnar, als ikki landskassan. Í okkara kommunu hevði hetta merkt at vit fingu ein fjórðing meir í inntgku, segði Heini Oyolvur Heinesen, bygdaráðsfor- maður úr Kunoy, eisini kendur innan tinggátt. IRF ein skomm Kommunusamanlegging ljóðaði ikki væl í oyru- num, tá bygdaráðslimir komu inná IRF, inter- kommunala renovatións felagsskapin. Breiðs semja var um at IRF í dag var ein stór skomm fyri landið og ein ovurhonds byrða fyri borgararnar í kom- mununum. —Fyri at hvørt húsarhald å Toftum skal sleppa av vid ein ruskposa um vik- una må kommunan gjalda 1,1 millién. Hetta eru nógvir pengar, tá vit hugsa um at samlada inntøkan hjå kommununi er 10 milliónir krónur, segði, Jansy Olsen, bygdaráðs- limur á Toftum. --Eg haldi, at Sundstein leypur undan ábyrgd, tá hann sigur, at landsstýrið ikki kann taka um endan. Hvat hava vit kommunala eftirlitið til, tá landsstýriðð onga ábyrgd hevur. Landsstýrið hevur givið loyvi til hvert einasta lán sum kommunurnar hava tikið, segði Jansy Olsen. Brostnar ætlanir Dánjal av Rana býráðs- formaður av Tvøroyri legði fram eina dapra frágreiðing. —Vit løgdu eina langtíð- arfíggjarætlan í 1989. Eftir hesari skuldu vit fingið eina inntøku uppá 35 milliónir í ár. Vit koma neyvan uppá 25 milliónir. Her verður galin endi. Vit mugu royna at sita undir tí, sum vit eiga á ein ella annan hátt. Annars er kommunan væl fyri á tann hátt, at neyðugt er ikki við nakrari iløgu næstu mongu årini. Og figgjarstødan hevdi verid munandi betri um landsstýrið hevði goldið okkum peningin, sum tað skyldar í húsaleigu fyri HF-skeiðið, segði Dánjal av Rana, býráðsformaður. jústinus Síða 5 Kommunur kunnu pantast Borgararnir í kommununum hefta ikki persón- liga fyri kommunulánini. Lángevarar kunnu kreyja pant í ognum hjá kommunum 5 Vid årslok 1991 skyldadu fóroysku kommunurnar ulsmans 1,6 mia krónur. Långevaramir eru danski kommunukreditstovnurin, tryggingarsambandið, bankar og sparikassar og í nøkrum fórum kredittfel- øgini. Onkrar kommunur hava onnur uttanlandslán. Uppgerð er fyri, hvussu nógv hvør kommuna skyld- ar, men ikki hvussu ul stendur figgjarliga í hvørj- ari kommunu. Hetta er bú- skapardeildin í Tinganesi nú farin at kanna. Tað eru kommunur, sum í nu eru so illa fyri, at tær ikki longur eru førar fyri at gjalda so frægt sum rentur- nar av sínum lánum og vita ongar útvegir. Tað er ein spurningur, hvat fer at henda teimum kommunum, sum ikki eru førar fyri at gjalda síni lán aftur, um eingin loysn verð- ur gjørd fyri alt landið. Søren Pram Sørensen á Kommunala Eftirlitinum er heldur ikki førur fyri at svara. Tad er ikki hent nakr- antid i grannalondunum, at so nógvar kommunur eru komnar illa fyri í senn. Og tað er greitt, at landið ikki kann hjálpa øllum við skuldini, tí landsstýrið eigur ikki pengarnar. Ein kommuna kann tó ikki fara á húsagang eins og fyritøkur = kunnu. Hon noyðist bara at góðtaka tær treytir, sum lángevararnir seta, um hon ikki kann halda sínar skyldur. Landsstýrið — veðheldur bara fyri ein part av lánun- um hjá kommununum. Landsstýrið veðheldur sambært lóg fyri komm- unukredtittlánunum, ella rættari, ríkiskassin veð- heldur, og landskassin kontraveðheldur. Lands- stýrið hevur eisini fingið heimild frá løgtinginum í nøkrum fórum at veðhalda fyri gðrum lánum til komm- unur. Landið ikki lagt út enn Enn hevur kommunukre- dittstovnurin ikki kravt nak- að lån hjå kommunum i før- oyskum kommunum aftur- goldid. T.v.s., at landsstýrið hevurenn ikki skulað lagt út fyri nakra kommunu. Men sum skilst hevur onkur annar lángevari kravt Kommunufelagið tók stig til fundin. Her síggjast for- maður og skrivari. Mynd: Kalmar lán sítt ul kommunur gjørt effektivt. Tá landið ikki veðheldur, kunnu hesir lán- gevararar ikki gera annað enn krevja pant í ognum kommununum, t.d. í jórðog bygningum. A fundinum segði Jógvan Sundstein, at borgararnir í kommununum hefta fyri skuldina hjá kommunun- um. Hetta skil ikki skiljast bókstaviliga, sum at borgar- arnir = persónliga kunnu krevjast eftir pengunum. Kommunan kann bara krevja borgararnar eftir pengunum við at hækka skattin og áleggja gjøld fyri tænastur. Aðrir mátar eru ikki. Tá kommunurnar taka … Føroya CAR CLEAN CENTER M ti -spyr bert grannan! lån, skal løantøkan í hvørj- um einstøkum føri góð- kennast av Kommunala Eftirliunum. Undantaks- regla er, tá lánið er so stutt, at tað skal gjaldast aftur eftir uimum árum. Søren Pram Sørensen sigur, at nå er meira sjåldan, at nøkur kommuna sendir landsstýrinum umsókn um loyvi at taka lán. Og upp- aftur meira sjáldan fáa tær loyvi at taka lán. Eingin kommuna fær lán frá kommunukredittstovni- num, ið fyri langari tíð síðan steðgaði allari lánveiting til føroyskar kommunur. randi ” ( ) == pf. wenzel petersen, tif. 13873