Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. oktober 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðiríðablaðið sosíalurin Nr. 207 — 30. oktober 1992 Egna ábyrgd - Eg fekk vissu fyri, at landið ikki rindar skuldina hjá øllum teimum, sum hava brúkt ov nógv, og tað eri eg fegin um, sigur Sigfríður Vórðhamar, bygdarráðsformaður í Fuglafirði Ein teirra, sum er væl nøgdur við fundin vid Jógv- an Sundstein mikudagin, er Sigfndur Vørdhamar, bygdarrådsformadur i Fuglafirdi. Hann fekk tað burturúr fundinum, sum hann vónaði at fáa burturúr. - Eg var so bangin tyr, at landsstýrið nú fór at hjálpa teimum kommunum, sum eru ringast fyri, og leggja út fyri skuld teirra. Men eg fekk greitt at vita frá Jógv- ani Sundstein, at tað fer landsstýrið ikki at gera, sig- ur Sigfríður Vørdhamar. - Tað hevði verið ein vanlukka og hevði verið demoraliserandi, um tær kommunur, sum ikki hava Jákup Tróndheim, bygdaráðsformaður: —tad er órættvíst, at 850 fólk í Leir- vík skulu gjalda 2,5-3 miliónir krónur um árið til eina landsiløgu sum ferjuleguna í Leirvík. Okkum væntar tríggjar milliónir í fyri at fíggjarætlanin skal halda. Sleppa vit ikki lættari við ferjuleguni, so má skattaprosentið uppá 26 prosent, sigur hann Ein tann tyngsta byrðan hjá leirvikingum er so logið tað- ljóðar ikki ein livstidandi iløga fyri bygdina, men ein alneyðug iløga fyri nordoyingar. Her verður hugsað um ferjuleguna --Skattskylduga inntøkan í Leirvik var seinasta ár 74 milliónir. Í ár kemur hon neyvan meir enn uppá 50-55 milliónir. Her er talan um ein mun uppá um 20 milliónir. Okkum kemur av vanta triggjar milliónir í komandi fíggjarætlan, sigur Jákup Tróndheim, bygdaráðsformaður. -Iløgan í ferjuleguna er 26 milliónir. Vit fáa 26.000 krónur um mánaðin frá landinum fyri hesa ferjulegu. Men vit skulu av við millum 2,5-3 milliónir árliga í rentum og avdráttum fyri ferjuleguna. Tað kann ikki verða rættvíst, at teir 850 skattaborgararnir í Leirvík skulu bera so tungar byrðar fyri eina landsiløgu, sigur Jákup Tróndheim. --Og tað gerst uppaftur meira órættvíst, tá vit vita, at i Havn er gjørd ein farstød, sum tað almenna rindar kommununi aftur eftir fáum árum. Skattaprosent 26 -Um landsstýrið ikki vil hjálpa okkum við ferjuleguni so skulu vit finna tær tríggjar milli- ónirnar vit mangla onkra aðrastaðir. Skattapro- sentið í Leirvík er í løtuni 18 prosent, skulu vit hava hendan peningin inn gjøgnum skatt, so mugu vit seta skattaprosentið upp við við átta prosentum upp til 26 prosent, sigur Jákup Tróndheim. --Eg haldi ikki, at vit eru verru fyri enn aðrar kommunur í landinum. Higartil hava vit hvørjum sítt. Og vit hava ikki givið upp enn, sigur Jákup Tróndheim, bygdaráðsformaður. jústinus hugsað um, at samsvar má vera millum inntøkur og útreiðslur, um tær nú fingu hjálp frá landinum. So høvdu vit, sum havaroynt at hildið skil á, verið svartiper. Tað ber ikki til at brúka og so fara til landið at biðja um hjálp, heldur Sigfríður Verðhamar. Honum dámar væl hug- skotið um at leggja komm- unur saman, men tað býður honum hart ímóti, at hetta verður gjørt við lóg. Kommunurnar mugu tosa seg til rættis um at leggja saman, heldur hann. Tað ber heldur ikki til uttan nakað at leggja kommunur saman, sum eru Ójavnt fyri fíggjarliga. Tær, sum hava dugað at húsast, kunnu ikki átaka sær part av skuldini hjá øðrum, sum brúkt hava yvir evni. Sig- fríður Vørdhamar heldur Kunoy er ein sovibygd —teir hava einki at tapa við at leggja saman við Klaks- vík, segði Oli Heinesen, bý- ráðsformaður. -Ikki talan um samanlegging, sigur Heini í Kunoy, bygdarráðs- formaður Norðoyingarnir á fund- inum hjá kommununum við Jógvan Sundstein, dugdu ikki rættuliga hógv í løtum og mistu tam- arhaldið á sær sjálvum, serliga Heini Oyolvur Heinesen, bygdaráðsfor- maður. —Vit hava sæð, hvussu samveldi syndrast. Í Jugoslavia drepa grannar hvgnn annan í dag. Tað sama kann henda í Før- oyum. Tá vit hava lagt saman, so verður kríggj um at taka sunduraftur. Eg rokni við at samanlegging fer at vera oyðileggjandi fyri tær kommunur sum hava stýrt við ábyrgd. Og sjálvstýrið verður tikið frá teim smáu, segði Heini O.Heinesen. Men so kom stóri kollegin i Klaksvik Oli Heinesen upp og loypti ødi i Heina. Hann visti å, hvussu lítið Kunoy hevði rindad av ti teir høvdu fingið. -Tå tunlarnir vórðu seg tó hava skilt á Jógvani Sundstein, at landsstýrið er til reiðar at hjálpa teimum, sum skylda mest, um ttær vilja leggja saman - og á tann hátt-javna út skuldina. - Eg hótti við, um landið fór at leggja út fyri kommunur, beinanvegin at fara norðuraftur og brúka okkara pengar og síðan biðja um tað sama, sum Hesir gubbarnir lurta eftir lurta álvarsamir eftir einum garvaður bygdaráðsformanni, Andor Sivertsen úr Funningi. Mynd: Kalmar gjørdir millum Klaksvík og Hvannasund rindaðu kommunurnar ein stóran part av hesum. Hvussu nógv hevur kommunan í Kunoy rindað av sínum tunli fyri 100 milliónir? spurdi Óli Heinesen. --Kunoy er ein sovibygd, allar teir fasilitetir teir hava brúk fyri finnast í Klaksvík og sjálvsagt Skulu teir brúka hesar. Lat okkum leggja Norðoygg- jar saman í eina kommunu og so fáa vit eina játtan frá landstýrinum fyri allar bygdirnar í Norðoyggj- um. Og so var Heini aftur á pallinum. --Leggja vit saman, so fáa tit rok, tað lovi eg. Og eg kann leggja afturat, at tvær læraralønir eru i Kunoy og skatturin av hesum fer allur til Klaks- víkar, segði Heini O. Heinesen og so fór hann av fundinum, sum aftur fór at viðgerða kommu- numál í eini stórri heild. jústinus hinar kommunumar. Men tað varð ikki neyðugt. Her kann leggjast aftrat, at Fuglafjarðar kommuna er ein tann kommunan, sum frægast er fyri. Inntøkan er minkað, men kommunan hevur alla tíðina verið før fyri at goldið allar sínar útreiðslur. randi GÓÐ BRUKTBILA- TILBOÐ Í sambandi við avgreiðslu av trotabúgvum og serligum umstødum verða hesir bílar bodnir út til solu fyri hægst rímuliga boð: Mazda 323 H/B 1.3 LX, 5h, reyður, árg. 1/83, 92000 km Mazda 323 Sedan 1.3 LX, aut. gear, 4h, hvítur, árg. 9/86, 83000 km. Mazda 323 H/B 1.3 LX, 3h, bláður, árg. 9/87, 40000 km Mazda 323 Sedan 1.3 LX, 4h, met.bláur, árg. 3/88, 61000 km. Mazda 626 Sedan 2.0 LX diesel, 4h, m.gráur, árg. 11/ 84, 156000 km. Mazda 626 H/B 2.0 LX, 5h, m.gráur, árg. 5/87, 99000 km. Mazda 626 Sedan 2.0 GLX, 4h, aut/servo, blåur, árg. 3/89, 65000 km. Mazda 929 st.car 2.0 LX, 5h, aut/servo, hvítur, árg. 1/88, 47000 km. Volvo 440 H/B GLTi, 5h, svartur, 7/89, 64000 km. Volvo 340 Sedan DL, 3h, grønur, årg. 8/84, 101000 km. Renault 19TR H/B, 3h, reyður, årg. 3/89, 66000 km. Renault Trafic diesel, vørubilur, blåur, årg. 12/86, 67000 km. Citroén BX 19 TRS, servo, koksgráur, árg. 10/86, 81000 km. Ford Escort H/B 1.3 CL, 3h, bláur, árg. 7/89, 37000 km. Bilarnir standa á goymsluni hjá P/F Ivan Johansen, Tórshavn, tlf. 13666, og kunnu sýnast har. Vit verða á staðnum hósdagin 29., fríggjadagin 30. og leygar- dagin 31.10.1992, og skulu møgulig boð vera okkum í hendi í seinasta lagi leygardagin tann 31.10.1992, kl. 16.00. Hes- ar dagarnar ber til at ringja tlf. 88903. Vegna serligar umstøbur kunnu vit bjóða fígging við 30% útgjald og 1,25% rentu um mánaðin til flestu bilarnar! Rann v/ Atla Klein Olsen eld Postboks 205 110 Tórshavn Tif.: 18903 - Fax.: 18703