fríggjadagur 30. oktober 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Nr. 207 — 30. oktober 1992
Pumain livir í nálaskóginum —
Eriggladagin kl. 20.55:
Dyrafilmur
Land Gigantanna
Tey gomlu trøini, sum vaksa frå Nordur
California og til Alaska, eru tey størstu og
hægstu i verdini. Og summi av teimum
hava okkurt loyndarmål, til dømis er eitt
træ, sum hevur meira enn 300 år um at
mennast, men sum haraftur ímóti hevur ein
heilivág móti krabbameini...
Fríggjadagin kl. 21.50:
Í skógarfriðinum
Franskur filmur frá 1989. Ein statsmaður í
útlegd verður myrdur á einum hotelli í
París, og læknin Marianne sær dráps-
mannin flýggja burtur frá parkeringspláss-
inum hjá hotellinum. Og hann sær hana!
Nakað seinni fer Marianne eitt vikuskifti í
småttu sína í skóginum...
Sirkus í
Monte Carlo
Vit skulu m.a. siggja svenskar akrobatar,
ein asna, nakrar hundar og eisini filar.
r in kl. 21.40:
El Dorado
James Caan og John Wayne
John Wayne hevur høvudsleiklutin sum
tann tilkomni byrsumaðurin og hann er
lamin í høgra armi. Robert Mitchum er she-
riffurin, sum dámar væl at drekka — og
James Caaen er gamal kortspælari, og hann
dugir illa at skjóta...
Sunnudagin kl. 18.30:
A veg inn í flogvápnið
Aspirantar — á veg til flogskipara. Vit fylgja
við tveimum ungum frá Flyvestationen
Værløse. Bert ein av tjúgu sleppur víðari til
Flyvestationen Avng. Millum næmingar-
nar vóru tvær kvinnur.
Sunnudagin kl. 19.20:
Manna millum
Í sendingini hitta vit havnarmannin Am-
grím Reinert, betur kendur sum >Seiða-
gimmi«.
Gimmi hevur í meira enn 40 ár róð út
einsamallur. Einamest hevur hann roynt
eftir seiði, sum hann hevur selt í Vágsbotni.
Tíðliga ein morgun í lýsingini var sjón-
varpið við Gimma og dyrgdi eftir seiði við
runddorg.
Vit hoyra Alla halganna sálmin >Alveld-
is Gud, sum frelsu gav, sum bindur storm og
villa have.
n in kl. 21.00:
Tor 2 søktur
- eitt 50 ára minni
7.september í 1942 varð havnartrolarin Tór
2 søktur av einum týskum kavbáti, undir
Íslandi.
Av teimum 21 monnunum, sum við vóru,
fórust 18, meðan triggjar bjargaðust. Eftir
tógvið slit í einum lítlum báti, komu teir á
land í Vestmannaoyggjunum.
Bert ein av teimum trimum er á lívi. Tað
er Malmberg Simonsen úr Sørvågi.
Í sendingini greiðir Malmberg frá hend-
ingini, tá Tór 2 varð søktur.
Christopher Bowen og Anne-Louise Lam-
bert
nn in
Tanamera
John Dexter og Julie Soong eru vorðin góð
hvørt vid annad. Men hetta sambandid er
Ogjørligt í Singapore i 1935, tí annað hoyrir
til rikastu ensku familjuna i bynum og hitt til
ríkastu kinesisku familjuna. Og harafturat
er komandi maðurin hjá Julie longu valdur.
Týsdagin kl. 21.10:
Rok í postkassanum
Spanskur skemtifilmur. Fýra ungir dreingir
seta sær fyri at ræna ein postkassa. Men í
honum er eitt bræv, teir ikki vilja skal send-
ast víðari. Hetta skuldu teir ongantíð havt
gjørt...
Hósdagin kl. 19.00:
Vilst í Europa
Av ótta fyri at Ongland ikki fær eitt mentan-
arligt gott pláss í europeiska samveldinum,
fer Mr. Root at pakka nógvan mat niður, fer
og tekur konu sína við til Fraklands sum
sjålvvalt mentanarsendiboð...
Hósdagin kl. 21.10:
Samarnir- 1:3
Vit komu fyrst!
Tann fyrsta av trimum sendingum um sam-
arnar i Nordurnorra.
SVF vitjaði í mai mánað í Finnmørkini,
Síða 7
har meirilutin av fólkinum er samar.
Í samabygdunum Kautokeino og Kara-
sjok inni á Finnmarks-viddini hava samar-
nir megnað at varðveitt teirra gamla sam-
felag og mentan.
Men samarnir ráða ikki í egum landi, og
norskar lógir og skipanir hava havt broyt-
ingar við sær, ið nú hótta reinsdjóravinnuna
og harvið samisku mentanina.
Samarnir komu fyrst til Samaland, og teir
krevja rættin til landið og tilfeingið.
Dagmar Joensen-Næs og Bergljót D.
Hentze hava lagt sendingina til rættis, og
Bjarni Rubeksen hevur staðið fyri upptøk-
um og redigering.
Hósdagin kl. 21.45:
Peter Gunn
Peter Strauss
Amerikanskur filmur frå 1989. Ein mafia-
bossur verdur myrdur, og rivalur hansara
verdur illtonktur. Hann setir hin snilda
privatdetektivin Peter Gunn at greiða fløkj-
urnar. Filmurin er spennandi, og Blake Ed-
wards hevur leikstjórnað.
Hósdagin kl. 23.15:
45 minuttir um
royndir við dýrum
So leingi sum dýraroyndir eru gjørdar,
hevur etisk måtstøda verið ímóti hesum. Í
dag er ødrvisi, tí nú vísa fleiri djóraverndar-
féløg á, at dýraroyndir eru vísindaligt
svik...