Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. oktober 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 208 —31. oktober 1992 Síða 9 Tað glogvar í eysturbynum - Vit mugu vera ansin, at vit ikki grava okkum niður i eina gjórda armóð. Lívið er eisini annað enn kreppa, og fólk orka ikki bert at tosa um tað, heldur ein av stigtak- ararunum til hugnalvgldið í Skansastovu Tey hittast á horninum Bókbindaraggta/ J. Geils- gótu, har handil og kiosk er í eysturbýnum, práta eina løtu, og fara síðani hvør til sitt. Tað halda nakrir eystur- búgvar vera í so tunnligt. Tíhavanakrir eysturbúgv- ar tíkið seg saman um at skipa fyri hugnakvøldi i Skansastovu månakvøldid 2. november kl. 19.30. Simme, Jógvan Telling og Brandur Øssursson v. fl. fara at undirhalda. Eingin føst skrå er fyri hetta kvøldid. Bert tað at fólk fáa høvi at hittast og hugna sær. Stigtakararnir kundu hugsa sær at slíkt hugna- kvold var hvønn mánaða í vetur, har fólk sjálvi kundu gjørt okkum, sum tey hava áhuga fyri. Eitt nú at fara upp á gólv, spæla kort 0. a. tílíkt. Eitt punkt er tó fast á skránni hesaferð. Ætlanin er at skipa fyri jólaveitslu fyri teimum smáu í ár. Hóast eysturbyurin er ein av elstu og størstu byarpørt- um í Havn, so eru nógvir til- flytarar, eins og nógv eldri fólk hava búð har í nógv ár Ein orsøkin til at eystur- búgvar taka seg saman er, at grannarnir har - í mun til teir í nýggju byarpørtunum - ikki flyta í býlingar í senn, hava småbørn og gerðar- mál, sum tey náttúrliga eru saman um í tí dagliga. Tiltakið í Skansastovu månakvøldid er ein roynd at samansjóva eysturbúgvar, og sugtakararnir halda av- gjørt at hetta er bæði stutt- ligt og gagnligt fyri allar Brandur Øssursson er ein av stigtakararnum: - Áður var tað óneyðugtat skipa fyri ultøkum, ti tå høvdu fólk eitt nåttårligt samband sinamillum i ger- andisdegnum. Í dag situr hver familja framman fyri sjónvarpið, í hver sínari stovu. - Tað er greitt, at vit hava brúk fyri hvørjum ødrum, og at vit ikki bert tosa og hugsa um kreppuna. Tað orka fólk ikki. Lívið er annað enn krepputíðin, sum nú valdar. Vit mugu ansa eftir at vit ikki grava okkum niður í eina gjørda armóð, tí í veru- leikanum hava vit tað betri í Føroyum enn aðrastaðni - tað síggja vit eitt nú í sjón- varpinum, sigur Brandur Qssursson og vónar, at nógvir eysturbúgvar fara at vitja inn á gólvið í Skansa- stovu mánakveldið. Dagny Arbeiðseftirlitið undir herferð: Byggjidnaðurin undir lupp EF og EFTA hava skýrt 1992 sum arbeidsumhvørv- isår burturav. Føroyar er ikki limir í hesum felags- skapum, men kortini vil Ar- beiðseftirlitið gera sítt til at betra um trygdina og heilsu- vidurskiftini i føroyska ar- beidsmarknadinum. Arbeiðseftirlitið fer tí í næstum undir herferð, sum skal bøta um arbeiðstrygdi- na í byggiídnaðinum, á byggiplássum og aðrastað- ni, har slíkt arbeiði verður gjørt. Í vár skipaði Arbeiðs- eftirlitið fyri væleydnaðari herferðum trygdarhjálmar. Eftirlitsfólkið á Arbeiðs- eftirlitinum fóru út á øll ar- beiðspláss í Føroyum, har tað er krav at hjálmur skal nýtast. Teir boða frá, at móttgkan var góð, og at bæði arbeiðsfólk og leiðsla skiltu, hvussu neyðugt tað er at nýta trygdarhjálm. Hóast hetta, so hava und- anførslurnar áður verið nógvar, eitt nú tvørrandi ar- beidsumstødur, tá hjálmur verður nýttur, at hann er so kaldur at ganga í um vetur- in, 0.s.fr. - Tad er tó fingið i rættlag, verður upplýst í tíðinda- skrivi frá Arbeiðseftirliti- num. - Í dag eru so nógv ymisk slóg av trygdarhjálmum at fáa, at tú altíð finnur ein hjálm, sum kann nýtast til ymsu arbeiðsuppgávurnar, har hesin er lógarkravdur. Eisini fáast serliga húgvur at hava innan undir í kulda- veðri. Tá Arbeiðseftirlitið nú fer undir nýggja herferð - hesa- ferð í byggiídnaðinum, verður ikki bert hugt eftir trygdarhjålmum, men eisi- ni byggipallum, trygdar- línum, trygdarskógvum og persónligari trygdarútgerð. Fyrst og fremst er her- ferðin vend móti stórri byggi- og arbeiðsplássum, men vanlig sethúsbygging, har Jønararbeidi verður gjørt, verða eisini tíkin við. Framferdarhåtturin — er lann sami sum vid hjålm- herferðini. Arbeiðseftirlits- fólk fara fram eftir eini fastari skrá, soleiðis at øll tiltøk kring landið verða so eins sum gjørligt. Eftirlitsfrágreiðingarnar verða skrivaðar á serliga gjøllan hátt, so hesar kunnu nýtast beinleiðis í teimum fórum, har talan kann verða um at senda málið til løg- regluna. Orsøkin til at Arbeiðs- eftirliud nú setir byggi- ídnaðin undir sjóneyku, er at fleiri ávarslig vanlukku- tilburðir hava verið innan hesa yrkisgrein. Hetta kostar samfelag- num nógvan pening, um- framt tær menniskjansligu líðingarnar, sum als íkki kunnu gerast upp í peningi. - Vit meta tað ú serliga neyðugt við fyribyrgjandi tiltøkum á hesum øki, sigur Arbeiðseftirlitið. Dagny — er altíð á staðnum reen