týsdagur 3. november 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
%
Í Havn við 72.
Talið á skrásettum ar-
beiðsleysum í Havn, tá tey
á flakavirkjum IKKI eru
tald við, var 426 í august
og 552 í september. Síðani
tá eru nógv fleiri uppsøgd.
Lítið er at ivast i, at enn
fleiri verda arbeidsleys
framyvir. Ikki minst innan
almennu stovnamar, og fer
just hetta arbeidsloysid at
raka Havnina nógv mein-
ast.
Veksandi arbeiðsloysið
hevur millum annað við
sær:
1. At fleiri skulu hava
pengar úr arbeiðsloysis-
skipanini
2. Tess fleiri fáa úr
kassanum, tess færri eru at
gjalda í hann.
3. Pengarnir kunnu ikki
koma frá ødrum enn teim-
um alt færri, sum enn eru í
lønandi vinnu, sum tess-
vegna mugu gjalda enn
meira,- enntá av einari
minni inntgku. Hetta er
negativa skrúvan uttan
enda. Tey 242 prosentini,
sum nú eru galdandi sum
inngjald, muna alt minni
og minni, og mugu tí
økjast.
Sosiala skipanin
orkar ikki
Tad verdur t6 ikki bert
arbeidsloysisskipanin sum
verdur skotin i stumpar og
stykkir. Tað verður eisini
øll hin sosiala skipanin.
Sosiala skipanin í dag er
so dånt før fyri at lofta við
einum minni iskoyti, men
verdur talan um fram-
haldandi hópuppsagnir, og
sethús í hópatali standa í
vága, kann verandi sosiala
skipan ikki bjarga.
500000 -
: Tús./kr.
400000 -
}
á
|
300000 +
Í
í
i
|
200000 - 5
190000 srt
Nr. 209 —3. november 1992
Hetta hevur so aftur vid
sær, at sethús í hópatali
fara á tvang, og tá er bert
eftir at botnurin fer undan
sethúsamarknaðinum, og
tá verður lítið eftir.
Av landinum
Koma fólk í ta stóðu, at
tey einki arbeiði hava, og
lítið útlit at fáa nakað,
harvið missa húsini, og
hava lítlan møguleika at
klára seg við tí tey fáa frá
arbeiðsloysisskipanini og
møguliga Almannastovuni,
fara tey ivaleyst at hugsa
um møguleikan at fara av
landinum.
Hetta er ikki bert menn-
iskjansligur sorgarleikur, tí
ikki er vist, at nakað er at
fara til aðrastaðni. Nøkur
fara tó, og tað verða tey
sum eru ung og virkin. Júst
tey, vit so hjartaliga hava
brúk fyri, skal samfelagið
koma seg aftur.
Verður tað gongdin, at
júst tey í besta aldri sunga
í sekkin, verður seinur
dagur áðrenn føroyska
samfelagið reisir seg aftur.
Onda ringrásin
Eingin situr við nakrari
patentloysn hvussu sam-
felagsgongdin kann vend-
ast, og lat okkum gloyma
alt um at finna synd-
abukkar. Lat okkum gera
okkum heilt greitt, at ikki
ber til at halda fram á
somu búskaparligu kós.
Vit mugu leggja á eina
nýggja búskaparliga kós,
við einum nógv meira
aktivum figgjarpolitikki.
Vit mugu ganga leiðir,
sum áður hava verið
hildnar at vera Ogjørligar
og óhugsandi. Mong polit-
tíðindablaðið
isk halgineyt mugu slakt-
ast.
Grundleggjandi trupul-
leikin er væntandi tilfeingi
úr havinum, við minni
framleiðslu og harvið
minni útflutningi, sum
aftur sæst aftur í lands- og
kommunukassanum við
minni skattainntøku, sum
aftur krevur skerjingar
sum aftur hava eitt økt
arbeiðsloysi við sær. Vit
eru komin inn í óndu
ringrásina.
Nýggjur
fíggjarpolitikkur
Júst tí má ein heilt annar,
nýggjur og meira aktivur
búskaparpolitikkur til.
Kann Havnar Kommuna
gera sítt til at vera við at
útvega fólki nýggj ar-
beiðspláss innan produk-
tivu útflutningsvinnuni, so
eigur kommunan eisini at
gera tað. Og tað ber til.
Megna vit tað, kemur so
mangt annað heilt av sær
sjálvum.
Hetta eigur at verða gjørt
saman við m.g. vinnulívs-
fólki, útbúgvingar- og
fíggjarstovnum. Eitt av-
gjørt krav til allar iløgur
er, at tær skulu geva skjótt
avkast. Hinvegin eiga fløg-
ur, sum ikki kann skapa
størri inntøku- ella arbeids-
skapandi møguleikar, bida.
Vidlikahald og
arbeidi
Figgjarætlanin, sum ein
meiriluti í byrådnum júst
hevur samtykt, er traditio-
nel og trongskygd. Hon
leggur upp til at strika so
at siga alt vidlikahald í
býnum.
Tað er altíð freistandi at
NETTOSKULD
—
SKATTAINNTÓKA
— tað vælroynda heil-
automatiska fototólið frá
— - år 3 Tif. 19820 Postsmoga 1058 - FR-110 Tórshavn
1985 1986 1987 1988 1989 1990 1991 1992
spara upp å vidlikahalds-
útreiðslur, men tað eigur
ein at vera sera varin við.
Tað, sum í dag eitur
viðlíkahald eitur seinri ný-
gerð. Tað er dýr sparing.
Hetta er at skumpa trupul-
leikarnar undan sær.
Haraftrat er lønarparturin
í viðlíkahaldi nógv hin
størsti.
Tilbúgvin til størri
avbjóðingar
Um vit vilja tað ella ikki,
so er einki at ivast í, at vit
framyvir fara at uppliva
eina rættiliga stóra sen-
tralisering í Føroyum. Ein
tilik hevur bædi g6dar og
minni góðar avleiðingar
fyri miðstaðargkið við sær.
Men tess betur Havnin
stendur ulbúgvin at taka
ímóu hesi sentralisering,
tess betur kunnu vit taka
ímóti nýggju avbjóðingini.
Umframt einari natúr-
ligari sentralisering bendir
alt á, at alt fleiri uppgávur,
sum í dag liggja undir
landinum, verða lagdar út
á kommunurnar. Serliga
tær Størru.
Millum annað í samband
við arbeiðsskapandi tiltøk
og ikki minni í samband
við grundleggjandi broyu-
ngarnar í forsorgarlógini,
har ætlanin er at geva fólki
arbeiðstilboð heldur enn
kontanta hjálp.
Sum landsins størsta
kommuna kunnu vit ikki
bert vera eygleiðarar til
vaksandi arbeiðsloysi. Vit
kunnu gera nakað við tað,
og tað eiga vit at gera.
Hendan myndin talar sitt
greiða mál. Nettoskuldin
fer við stórum fetum upp
eftir, samstundis sum
skattainntøkan fer ovugta
vegin.
Olympus AF - 10
Super fototól
Síða 13
BINGOVINNINGAR:
Vit luta eisini burtur tað nógva av eini
Íslendskari seyðagongu
ØLL TEY MONGU, ið fáa fulla plåtu, hava harvið vunnið
1/2 ísl. lambskrov ah
umframt »Skemtibøkurnar« 89 - 90 - 91
hjå speiteknara okkara Ola P
Eisini spennandi uppskriftir
Hetta frálíka ísl. seydakjøtid, sum føroyingar illa høvdu dugað
at liva fyriuttan, kann saktens standa einsamalt
Men fyri at vísa á, hvussu ótrúliga nógv forkunnugt kann fáast
burtur úr hesum kjøti og seyði yvirhøvur, fara vit meðan bingo
er í blaðnum at prenta hóp av forvitnisligum íslendskum seyða-
uppskriftum
— er altíð
HØVUDSVINNINGUR:
Snarterð fyri tvey
til Aherdeen
við Smyrli
GARANTI
Strandfaraskip
Landsins
Ferðamannadeildin
FR-700 Klaksvík
Tlf. 57566-56006
Strandfaraskip
Landsins
Ferðamannadeildin
FR-100 Tórshavn
Tlf. 14550-17058