mikudagur 4. november 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
I
Nr. 210 — 4. november 1992
Røktarheimini å Sandoynni skulu
Møguliga
standa tom
-til ráð verða at lata tey upp
Heldur
slakari
Skattur
Tilsamans komu inn í
lands- og kommunu-
skatti í oktober mánað
116,6 milliónir. Hetta
er heldur slakari enn
sama mánað í fjør, tå
126,1 millión komu
inn í skatti.
Skattainntgkan í ár
hevur annars, mánað
fyri mánað, verið
heldur misjøvn í mun
til somu mánaðir í
fjør. Í september kom
stórt sæð eins nógv
inn í skatti sum í
september í fjør, men
teir tríggir mánaðirnir
frammanundan vóru
syndarligir hvat skatt-
inum viðvíkur. Í juni,
juli og august komu
umleið 80 milliónir
færri enn somu
tríggjir mánaðir í fjør.
Nú tiggju teir fyrstu
mánaðirnir eru upp-
gjørðir eru innkomnar
1141 milliónir í lands-
og kommunuskatti í
mun til 1293 milliónir
fyrstu tíggju mánað-
irnar í fjør,- ella 152
milliónir færri.
tór.-
Tragiskt ella komiskt,- tað
má ein sjálvur um, men
møguliga verða tey try
røktarheimini á Sandoynni
als ikki latin upp fyribils tå
tey annars eru liðug og
klár at flyta inn í.
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður sigur, at
tað slepst heldur íkki
undan at spara á rgktar-
heimskontoini. Ein spari-
møguleiki, sum nú verður
kannaður er, at bíða við at
lata røktarheimini á Sand-
oynni upp til einaferð í
1994.
Við ikki at lata heimini
upp roknar landsstýrið við
at spara 1,2 milliónir næsta
ár.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at tað kann tykjast
meiningsleyst at gera eina
40 millióna stóra iløgu i
trý røktarheim, og so ikki
hava ráð til at lata tey upp.
Heimini á Sandi og í
Skopun skuldu annars
verða klár at taka í nýtslu
1. apríl næsta ár. I Skála-
vík nakað seinri.
Jóannes Eidesgaard dyl-
ur ikki, at tá røktarheim
1. apríl er klárt at flyta
inn, men nú er líkt til, at
hetta í staðin verður ein
april-søga,- fyribils.
Mynd: Kalmar
verda bygd å hendan hått,
sum gjørt verdur å Sand-
oynni, er raksturin dyrari
enn um ali vard bygt i
einum. Umleid 20 prosent.
Arligi raksturin av heim-
unum fer at liggja um 6,5
milliónir. Landið rindar 85
prosent og åbyrgdar-
kommunurnar tey 15 pro-
sentini av rakstrinum.
Pláss er fyri tilsamans 14
fólkum á teimum trimum
rgktarheimunum á Sand-
oynni.
tór.-
Toll- og skattstovur:
Fleiri deildir
niðurlagdar
Landsstýrið hevur nú gjørt
av hvussu mangar og hvar
nýggju Skatt- og Toll-
stovurnar skulu vera. Hetta
førir við sær, at fleiri av
verandi deildum verða
niðurlagdar.
Í Havn verður Líkning-
ardeildin hjá Tórshavnar
Kommunu og Tollstovan í
Vágsbotni niðurlagdar, og
alt virksemi flytur á Líkn-
ingarráðið Yviri við
Strond.
Í Norðoyggjum er í dag
ein tollstova og ein líkn-
ingardeild. Hesar verða
lagdar saman.
Í Eysturoynni er líkn-
ingardeild og tollstova í
Fuglafirði og í Saltangará.
Hesar verða allar lagdar
saman til í eina deild í
Saltangará. Líkningar-
deildin í Norðstreymoy
heldur fram í Kollafirði
sum Skatt-og tollstova. Í
Vágum verða deildirnar í
Sandavági, Sørvågi og á
flogvøllinum lagdar saman
til eina deild á flog-
vellinum. Likningardeildin
í Skopun heldur fram sum
Skatt- og Tollstova, og í
Suðuroy verður bert
deildin á Tvøroyri eftir, og
hin í Vági letur aftur.
tór.-
Síða 3
Jørgen Thomsen
ur figgjarnevndini
Jørgen Thomsen, sum hevur verið formaður i
figgjarnevndini í átta ár, hevur nú sagt seg úr
neyndini. Mynd: Jan
Javnaðartingmaðurin úr Eysturoynni, Jørgen
Thomsen hevur, av heilsuorsøkum, sagt seg úr
figgjarnevndini.
Jørgen Thomsen situr sjålvur annar i figgjar-
nevndini umboðandi Javnaðarflokkin. Hitt um-
boðið er Vilhelm Johannesen.
Jørgen Thomsen hevur verið formaður í
figgjarnevndini í átta ár. Fyrst í 1979 og 80, síðani
aftur frá 1985 ul '88, og nú aftur frá januar mánað
í fjør.
Enn er ikki gjørt av, hver skal loysa Jørgen
Thomsen av sum formann í figgjarnevndini, men
gitt hevur verið, at tað verður Vilhelm Johannesen.
Viljhelm var limur í figgjarnevndini fyrru helvt av
1989, og aftur frá januar í fjør.
Eykaumboðini hjá Javnadarflokkinum í fíggjar-
nevndini eru Sverre Midjord og Frank Davidsen.
tor.-
Flokt nutid -
døpur framtíð
-Tað tykist vera ógvuliga óheppið fyri alla sunna
skúlamenning í Føroyum framyvir, um skúla-
nevndir í ov stóran mun einsamallar skulu gera seg
klókar upp á, hvør er vælegnaður ella minni væl
egnaður at undirvísa í fólkaskúlanum.
Tað heldur
blaðstjórin á
Skúlablaðnum, Hanus
T. Bærentsen. Hann
skrivar í oddagreinini,
at hevur læraraútbúgv-
ingin ongan týdning í
framtíðini í samband
við fólkaskúlaundirvís-
ing, er eingin orsøk at
hava nakran lærara-
skúla í Føroyum. Hann
sigur seg vóna, at
Lærarafelagið nú hevur
fingið sett hendan spur- blaðsjóri á
ningin upp á pláss. Skúlablaðnum
Blaðstjórin leggur aftrat, at ikki er altíð líka lætt
at at finna tær réttu loysnirnar. Størstu fordingina
heldur hann vera, at meginparturin av okkara
politiskt stýrda samfelag er grundað á klandur og
stríð, har hvgr vil ráða sær og sínum. Vit liva í
einari fløktari nútíð, og stevna inn í eina dapra
framtíð, skrivar blaðstjórin í oddagreinini í
Skúlablaðnum.
Hanus T. Bærentsen,
tór.-