Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. november 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i: Jan Miller FRÆLSI-JAVNAÐUR -BROÐRALAG fo Fyritaksstjóri. Krisjan Dahi Ljósmyndari. Kalmar Lindenskov Bladfoik: Randi Jacobsen - Dagny Útge Joensen - Tórfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - var: PT Søslaturin Upøseting: PÆ Saslalurin Prent: P/T Pressan 1981 Jústines Eldesgaard Ísparingar og framtíðin DAGLIGA hoyra vit um spar- ingar. Dagliga hoyra vit um virki, sum lata aftur. Og dagliga hoyra vit um fólk, sum missa ar- beiði. Hinvegin er tað heldur sjáldsamt, at vit hoyra gleðilig tíðindi. KORTINI hoyrdu vit herfyri, at á Tveroyrar Flakavirki gekst væl, og virkið megnar at gjalda rent- ur og avdrog av tí skuldini, sum ikki er >fryst niður<. Og nú eitt kvøldid hoyrdu vit, at tað gekst hampuliga hjá tveimum skip- um, sum í eitt ár hava roynt eftir havtasku. ØLL ásannanú, at neyðugt er at spara. Neyðugt er at hugsa gðr- vísi. Og neyðugt er at leggjaum og gera arbeiðið bíligari. Ein- astu undantøk eru onkrar fak- felagsleiåslur, sum enn ikki hava gjør sær greitt, at tilfeing- ið er ikki til staðar, og eingin peningur kemur inn í landið. ORSØKIRNAR kenna vit. Og tey flestu geva hesum fakleidsl- um rætt, tá tær áleggja hesum og hasum ábyrgdina. Og heldur ikki er rætt aftur nú at lata van- liga lønarbeidaran bera kreppu- byrduna. Ti mugu tær loysnir, sum tey fólkavaldu skulu gera, verða gjørdar í samráð við fak- felog og vinnu. VANDIN í letuni er, at allur moralur fullkomiliga fer fyri borð. Alt er so dapurt og sjálvs- åbyrgdin hvørvur. Líkt er til, at í hesi spariti3 gloyma bæði politikarar, embætismenn og onnur at hyggja fram. Herrópið hjá summum hevur verið at vit Skulu framleiða okkum burtur úr kreppuni. Men tað tykist sum hetta herrópið er tagnað. LANDSSTYRISMAÐURIN Í ídnaðarmálum hevur hugsjónir, hugskot og tankar. Nakað er hent, men tað virkar, sum hann hevurikki »makt sum hann hev- ur akt«. Somuleidis kenst tad Bústaður: Argjavegi 26 Tølston; 11820 Postadr.: Postsmoga 78 110 Tórshavn Teielax: 14720 -- sum um nógv er ov tilvildarligt. Samskipanin er ikki nóg góð. Heldur ikki má tað henda, at verkætlanin og tiltøk, sum kunnu skapa arbeiðspláss, fara aftur við borðinum. Tí mugu all- ar kreftir brúkast — nú tá arbeiði at broyta fíggjarlógina er fingið frá hondini — at kanna og stinga út í kortið, hvussu vit kunnu menna okkum aftur. VIT hoyrdu hetta kvoldið, at tað var óvist, um skipini, sum fiska havtasku, halda fram ella íkki. Ongin royndarfisking er gjørd og tað tóktist ikki sum áhugin frá almennari síðu — t.d. Fiskirann- sóknarstovuni — var tann heilt stóri. Men, sum skiparin segði, skipini kunnu fara aftur á idn- aðarveiðu. Hetta hevur tó við sær, at tá er bara brúk fyri fimm monnum. Nu eru teir 18 í tali! Eisini skiltist, at hesi skipini hava sjálvi borið allar utreidsl- urnar av royndini. Sjálvandi eiga fleiri royndir at verða gjørd- ar, so møguliga fleiri skip kunnu fara at royna og sjálvandi eigur tað almenna at hjálpa til. HINVEGIN hava vit hoyrt, at Magnus Heinason royndarfisk- areftir búrfiski, hóast konir siga, attað er nærum eingin búrfiskur í føroyskum sjógvi. Hann er nógv longur suðuri. Hví ikki gera fleiri = kanningar, sum hava samband við td. havtasku, stinglaks og langasporl. Hesi fiskasløg eru í okkara sjógvi, men einki privat reidari hevur ráð at gera tær neyðugu roynd- irnar! Tí átti tað almenna eisini at spjaða til á hesum øki, so vit eisini kunnu troyta hesi fiska- sløg. LANDSINS myndugleikar, vinna og yrkisfeløg mugu i hes- um tíðum hava allar antennur úti. Góð hugskot mugu roynast. Høvd mugu leggjast á blot og til- tok og royndi mugu samskipast, so vit so við og við fáa framleitt okkum úr aldudalinum. | letuni tykist sum vit gloyma okkum burtur úr sparingum. tmm, Tað id lætt kemur, tað lætt fer Fyri ikki so mongum árum síð- an var gott at búgva í Før-oy- um, tíðimar vóru uppgang andi, nýggj skip komu so av og átil landið, fiskur var at fáa, og menn, yngri sum eldri, høvdu møguleika at sleppa til sjós Alt teknaði sera væl, og fólk vóru hampuliga væl nøgd við okkara lítla landi Men sum ikki einaferð, vit gongdina í fingu ikki frið at hava tað gott, av flatlondum komu ungir garpar, ið høvdu lært, hesi ung- fólk høvdu lært so nógv, at tey vildu sleppa at broyta okkara samfelag, og tað sluppu tey Tey søgdu at vit skuldu hava tað uppaftur betri enn vit høvdu tað nú. Vit skuldu hava vøggustovur, vit skuldu hava barnagarðar, dagrøktarskipan, barnsburðarfarloyvi o.m.a., ið tey søgdu skuldi verða til tað betra. Og ikki at forgloyma Føroyskt lýsingarblað, tí tað var skomm at lýsa í Dimma- lætting. Nei, vit skuldu broyta hetta eisini. At tann vanligi maðurin bleiv lógar-analfabet av hesum blaði, ið hann ongan- tíð hevði høvi at síggja, varð ikki hugsað um. Frammanundan høvdu vit sjúkrakassa, ið hevði verið i fleiri ár, og vóru fólk fegin um ta hjálp, hann kundi veita. Aft- an á ellisrentuna, ið fólk vóru takksom fyri, kom so fólka pensjónin, sum var storsta sosiala framstigið, ið verið hevði. Át rákið fór at venda, vóru tey flestu greið yvir, viðrák kundi ikki halda áfram, tað hevði tað ongantíð gjørt Kreppan er ikki einans her hjá okkum, hon er um allan heim. Men tað, ið er tað ólukkuliga hjå okkum er, at vit hava fingið so émetaliga nógv í teim góðu tíðunum og ein stóran part av tí, vithava fingið, hava vit ongan- tíð havt ráð til, vit hava lænt pengar ul vælferðina, so ótrú- ligt tað ljóðar, og hann náði okkum, um onkur var, ið mut- aði ímóti vælstandinum, rondi at spara okkurt av tí óneyðuga, ið keypt hevur verið, hann hev ur ikki verið keisarans vinur. Nú eru okkara kosnu menn noyddir at leggja høvur í blot, tyri at finna útav, hvat og hvar vit kunnu spara. Saknurin av teimum stovnum, ið nú verða niðurlagdir, verður kanska ikki so stórur sum fólk halda. Nú fleiri gerast arbeiðsleys, verð- ur tørvurin ikki so nógvur sum hann hevur verið. Men tað er hugstoytt og illa umhugsað, eftir at nógv er spart í sjúkrahúsverkinum, at nú eisini verður minkað um hjá sjúkrakassunum, og serliga tá vit vita, at meirvirðisgjaldið fer at broyta prísin á heilivági, sum verður munandi dýrari enn hann hevur verið. Tad eru tey gomlu fólkini, ið hava eina pensjón, sum illa røkkur til sum er, ið hava mesta tørvin á heilivági. X Byrjið jólini við eini vikuskiftisferð til Aberdeen. Hópurin av biligum verum/jólagávum í at velja í Aberdeen — har vit steðga heilar 30 tímar. Vikuskiftid 12.—14. nov. spæla al »BERGMENN« % tildans umborð I. rå ru, Tórshavn pA STRANDFARASKIP LANDSINS Ferdamannadeildin Klaksvik TIf. 14550 - 17058 Tlf. 57566 - 56006