hósdagur 5. november 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NF. 211 — 5. november 1992
É j Óð i tj aftu
tíðindablaðið
Í æðrarnar
Tey, sum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fáa nýggja
mjødn ella nýtt knæ, kunnu fáa blóðið, tey
Tá sjúklingar verða lagdir
undir skurð, missa teir ofta
nógv blóð og mugu tí fáa
blóð. Tað vanliga er, at
sjúkrahúsið hevur blóð
tókt frá ødrum blóðgev-
arunum til hvgrja skurð-
viðgerð.
Men ein partur av teim-
um, sum verða løgd undir
skurð á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi, sleppur undan at fáa
blóð frá ødrum. Tað eru
fólk, sum fáa nýggja
mjødn ella nytt knæ. Hesi
lata í staðin sjúkrahúsið
undan = skurðviðgerðini
taka blóð av sær, og blóðið
fáa tey aftur, tá skurðvið-
gerðin er. Á henda hátt
minkar vandin fyri at fáa
nakra smittandi sjúku
gjøgnum blóðið, og har-
næstereingin vandi fyri, at
blóðið hjásjúklinginum og
fremmanda blóðið ikki vil
renna saman.
Byrjaði í 1988
Klaksvíkar Sjúkrahús
byrjaði við hesi skipan fyri
fýra árum síðan. Har var tá
ein lækni, sum vist um
skipanina frá sjúkrhúsum í
øðrum londum. Hann helt
skipanina vera lætta at seta
í verk á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi. Bæði tí sjúkrahúsið
er so mikið lítið, og tí ser-
ligu skurðviðgerðirnar eru
tilrættalagdar langa tid
frammanundan. Tað ber
ikki til, tá sjúklingar brád-
liga verða lagdir undir
skurð, tí øll kunnu ikki
hava sítt egna blóð á
goymslu á sjúkrahúsinum.
missa eftir skurðviðgerðina, aftur í æðrarnar
Mannagongdin hesi
fýra árini hevur verið og
er, at tey, sum skulu hava
nýggja mjødn ella nýt
knæ, verða boðsend at
koma á sjúkrahúsið fyrstu
ferð ein mánað undan
skurdvidgerdini. Eru tey
frísk í aðrar mátar, verður
ein hálvur litur av blóði
tíkin av teimum. Tey
koma so aftur eina viku
eftir at lata meira blóð, og
so aftur eina viku undan
skurðviðgerðini.
Tá skurðviðgerðin er,
fáa tey sítt egna blóð aftur.
Bara í Klaksvík
Henda skipan er bara á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi í
Føroyum.
Mánadagin varð farið
undir eitt nýtt stig. Tá varð
tikin í nýtslu nýggj útgerð,
soleiðis at blóðið, sum
sjúklingurin missir efur
viðgerðina, ikki fer burtur.
Tað fer í staðin igjøgnum
eitt reinsiverk, og verður
síðan aftur koyrt í æðrar-
nar hjá sjúklinginum.
Hetta er ikki nøkur stór
fíggjarlig iløga hjá Klaks-
víkar Sjúkrahúsi. Sjúkra-
húsið hevur fingið try slik
"reinisverk", og hvor
kostar 8.000 krónur.
Jákup Petersen, skurð-
lækni á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi, letur væl at. Tað er
eitt sindur møtimikid hjá
teimum, sum skulu hava
skift mjødn ella knæ út -
oftast tilkomin fólk - at
skula ferðast til Klaksvík -
ar fleiri ferðir, men øll
hava gjørt tað, tí tey hava
verið fegin um skipanina.
Smittuvandin burtur
Vandin fyri at fáa nakra
smittandi sjúku við at fáa
blóð frá ðrum, er sera lítil
í Føroyum, tí alt blóð
verður kannað. Hesi fólk-
ini sleppa heilt undan.
Aðrir fyrimunir eru eis-
ini. Sjúkrahúsinum nýtist
ikki biðja so nógvar blóð-
gevarar koma inn at lata
blóð ul hesar skurðvið-
gerðirnar. Og tað er gott
fyri fólkini, sum verða
tappað frammanundan, tí
tey mennast skjótari aftur
við, at blóðskipan teirra
venur seg vid at gera meira
blóð.
Í umførum
A Klaksvíkar Sjúkrahúsi
eru higartil gjørdar umleið
200 slíkar skurðviðgerðir.
Nú er tað Jákup Petersen,
sum ger skurðviðgerðir-
nar. Hesa vikuna og í
næstu viku skal hann til-
samans skifta 17 mjadnir
og knø út. Tvær skurd-
viðgerðir eru um dagin. Í
feburar mánaði verða
næsta umfari. Skurðvið-
gerðirnar verða lagdar til
rættis soleiðis fyri at sum
minst av sjúklingum av
ødrum slag skal vera á
sjúkrahúsinum samstund-
is. Hetta er fyri at minka
um vandan fyri nakrari
smittu.
randi
Síða 3
r Nógv heintað
til futarættin
Politiið i Havn fer eftir í miðal tiggju fólkum um
vikuna fyri at fáa tey at mýta í fútarættinum
Fútarætturin (Dómarin) hevur álagt okkum at fáa tygum í fútarættin, tí
tygum ikki eru mett/mettur, sjálvt um boð eru send tygum um hetta av
fútarættinum.
Álagt verður tygum tí at fara á Dómaraskrivstovuna, C. Pleyensgeta 1,
Tórshavn, tann:
Havi henda seðilin við í fútarættin.
kl.:
Um tygum ikki meta, verða tygum handtikin av politinum uttan víðari
åvaring.
Soljóðandi bræv hava tilsamans 521 fólk higartil i ár fingið frå politinum í Havn
Higartil í ár hevur politiid í
Havn fingið úlsamans 521
áheitanir frá fútarættinum
um hjálp at fáa fólk at møta í
fútarættinum. Tað er á leið
líka nógv sum í fjár.
Frammanundan hevur fúta-
rætturin kallað tey inn, men
tey hava ikki mett.
Mannagongdin hjá poli-
unum er, al politiið fyrst
sendir hesum fólkum bræv,
har álagt verður teimum at
móta til ávísa tíð í fútarætt-
inum við brævinum frá
politinum í hondini.
Tey flestu, sum fåa hetta
brævið, fara í fútarætun,
sum álagt.
Men tað eru summi, sum
ikki lata vid seg koma,
sjálvt um tey hava fingið at
vita, at tey verða handtikin
av politinum uttan aðra
ávaring, um tey ikki møla
við góðum.
Suni Vinther, leiðari á
politistødini i Havn, sigur,
Vaktleiðarin.
at politið í Havn fer efur í
miðal tíggju fólkum, sum
verða handukin og koma
fyri fútarættin.
Fyri tað mesta fer politiið
og handtekur hesi fólk tíð-
liga um morgunin fyri ar-
beiðstíð. Eru tey ikki heima,
leitar politiið víðari eftir
teimum á arbeiðsplássi-
num, um tey hava nakað ar-
beiðapláss, og aðrastaðni.
randi
Kollafjarðar kommuna hevur
sókt um loyvi at víðka dag
røktarskipanina LE "4
Samstundis sum aðrar
kommunur hava í hyggju at
gevast viðkommunalu dag-
røktini, ætlar bygdarráðið í
Kollafirði tað øvugta. Tey
vilja háva flein børn í
% dre:
dagrøkt.
Ein 24 åra gamal madur Herfyri sendi bygdar-
fekk skaða í einum SN NINNA NR SAR NUNA ráðið umsókn til Almanna-
ferðsluóhappi tyskvøld- r : " stovnuna um at fáa ioyvi at
ið í Havn og varð fluttur í 3 útbýggja skipanina. Dag-
á Landssjúkrahúsið. ; Kl ROP + AKTOR Í røktarskipanin í Kollafirði
Madurin var á prutli.- Á Á ertil 50 børn, men bíðilistin
og rendi saman viðein- 5 Bileggid viðgerðartíð á Tlf. 13430 4 er langur, og ti verður søkt
bp um“ - mánad.-fríggjað. - kl.17.00-20.00 - um at fáa skipanina at vera
. 22 tyS vøldid å I leygarja : kl. 9.00—20.00 i til 60 børn. ; tå
Nordara Ringvegi vid [| yg g SN : I Kommunan hevur ikki ÞATT SL NG |
Norðurlandahúsið. - ; - frætt aftur frå Almanna- — VG UN ».
Maðurin fekk skaða i i Oli H. í Sjúrðargarði NO stovuni, ú tað er so stu — FE BLI LNG. FE
mjødnina, sigur politiid. | == == 1 fráliðið, síðan umsóknin — Inntøkan hjá Kollafjarðar kommunu er minkað sum alla
randi - Doctor ot Chiropractic - varð send. aðrastaðni, men tørvurin á dagrøkt er framvegis so stórur,
A | randi at bygdarráðið vil víðka skipanina