hósdagur 5. november 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
CA 4
JI0a 4
tíðindablaðið
ry
usanna Nolsøe, å krigsendurgjaldsskrivstovuni:
ikki nøkur pension
— men endurgjald
— Mong hava fingið eina heilt skeiva fatan av, hvat krigs-
endurgjaldið er fyri nakað, sigur Súsanna Nolsøe, ið ein-
samgll arbeiðir í Tinganesi við øllum teimum føroysku um-
sóknunum. — Og tað er ikki nóg mikið at hava siglt í 180
dagar ella meira fyri at fáa krígsendurgjald. Endurgjald
verður latið fyri niðursett arbeidsevni av krigsåvum
Líka síðani alt práuð kom
fram um møguleikan fyri
endurgjaldið til teirra, ið
sigldu undir krígnum, hava
javnan verið ymsar mis-
skiljingar uppii.
Fleiri halda, at hetta so-
nevndna krigsendurgjaldid
er nakað, allir teir fáa, ið
sigldu undir krígnum, men
tað er ikki rætt, sigur Sús-
anna Nolsøe, ið starvast
einsamøll á einari lítlari
skrivstovu í Tinganesi, har
hon tekur ímóti umsóknum
um krigsendurgjald, einum
hópi av telefonsamrødum
og annars eisini skal taka
sær av at avgreiða málið í
samskifu við danir, ið hava
beinleiðis við sjálvt endur-
gjaldið at gera.
Hetta endurgjaldið er
nakað, ið verður latið teim-
um, ið hava siglt undir
krignum., í minsta lagi í 180
dagar, og av krigsåvum
hava fingið niðursett arb-
eiðsevni, sigur hon.
Nógv fleiri umsóknir
Men av ti at talan er um
eitt endurgjald, skal sjålv-
sagt søkjast um at fåa tad,
og ein slík umsókn og til-
hoyrandi viðgerð tekur van-
liga eitt ár.
Aðrenn nakað alment
kom fram um krígsendur-
gjaldið, varð roknað við, at
talan fór at vera um einar
200 føroyingar, ið fóru at
søkja. Men nú er talið á um-
sóknum komið upp á 600,
og hvønn einasta dag fær
Súsanna Nolsøe tiggju bra
inn á skrivarabordid hjá
SÆT.
Mótmæla at
deildir verða
niðurlagdar
Landsstýrið hevur góðkent
uppskot frá leiðsluni á
Skatt- og Tollsovuni, um
at Líkningardeildin og
Tollstovan í Vági skulu
leggjast niður, og ístaðin
skal Skatt- og Tollstovan
halda ul á Tvøroyn
Men hetta er ikki tann
einasti stovnur, sum verður
nidurlagdur i Vågi i hesum
døgum. Tryggingarsam-
bandið hevur eisini gjørt
av at niðurleggja deildin í
Vági
Um hetta hevði Vágs Ja-
vnaðarfelag fund í vikuni.
Felagið átalar harðliga
hesar niðurleggingar, og
hevur heitt á Henrik Old,
løgtingsmann fyri Suður-
Henrik Old,
løgtingsmadur, er alt
annað enn fegin um at
almenn og hálvalmenn
arbeiðspláss hvørva úr
býnum
oynna, um at taka málið
upp.
Og hann hevur heldur
ikki lagt seg á boðini.
Henrik Old sigur, at teir
hava tosað um hetta í
ungbólkinum, men eru enn
ikki lidnir at viðgera
spurningin. Í gjár skuldi
Henrik Old hava fund við
løgmann og embæusfólk,
og hann sigur seg vóna at
hava loyst málið í vikuni.
Avgerðina hjá Trygging-
arsambandinum fær ting-
manningin ikki gjørt nakað
við, sigur hann og harmast
um, at bert ein av nevnd-
arlimunum í Tryggingars-
ambandinum var fyri at
varðveita deildina í Vági.
Spurningurin um Lík-
ningardeildina er ein bein-
leiðis politiskur spurning-
ur, og hevur Henrik Old
enn ikki mist móti at
varðveita skatta- og toll
avgreiðsluni í Vági.
-Í Vági er so mikið lítið
av almennum og hálv-
almennum arbeiðsplássum
frammanundan, og ti
svíður tað eyka hart at vera
av við tað sindri sum er,
sigur løgtingsmaðurin.
tór.-
Súsanna Nolsæ greiðir
frá, at arbeiðsgongdin við-
víkjandi hesum umsóknun-
um hevur verið rættiliga
drúgv.
Fyrst skal umsóknin
sendast Erstatningsrádet, ið
síðani kannar, hvat viðkom-
andi umsøkjari hevur gjørt
undir krígnum. Áðrenn tað
verður kannað, verður um-
søkjarin biðin um at vátta, at
tað er í lagi, at hetta verður
kannað
Tá hesar kanningar eru
gjørdar, sendir Erstatnings-
rådet umsóknina víðari til
Arbejdsskadestyrelsen, ið
skal taka sær av kanningum
viðvíkjandi = læknaligum
viðurskiftum, líkningar-
valdi og øðrum. Og aftur
umsøkjaran biðin um eina
váttan uppá, at tað er í lagi,
at alt hetta verður kannað
Og ikki fyrr enn alt hetta
er fingið frá hondini, verður
umsóknin um krigsendur-
Nr. 211 — 5. november 1992
gjald veruliga vidgjørd og
stóða tíkin ul, um endur-
gjald eigur at verða latið
ella ikki
Men av tí at hetta er ein
óneyðuga drugv manna-
gongd at skula igjøgnum,
hevur Súsanna Nolsøe fing-
ið broytt hana til tað betra.
Tá hon so hevur fingið
eina umsókn um krigsend-
urgjald, skrivar hon um-
søkjarunum eitt bræv á lætt-
lisnum føroyskum, har um-
søkjarin einaferð verður
biðin um at vátta, at tað er í
lagi, at neyðugu. kanning-
arnar verða gjørdar.
Síðani verður umsóknin
send niður.
Ikki so leingj at bíða
— Á hendan hátt kann arb-
eiðisgongdin styttast, so tað
ikki verður so leingi at bíða
efur svari. Umsøkjararnir
mugu tí rokna við, at tað
kann taka nakrar mánaðir,
áðrenn málið er avgreitt,
sigur Súsanna Nolsøe.
Men hóast alt hetta verður
gjørt, er tað tó framvegis
ikki nøkur trygd fyri, at allir
umsøkjarar fáa endurgjald.
Tað eru bert teir, ið Ar-
bejdsskadestyrelsen sigur
vera egnaðar at fáa tað, ið
fáa endurgjald.
- Men yvirhøvur tað, at
umsóknirnar gjørdust so
nógv fleiri, enn roknað varð
við frammanundan, hevur
ført til, at alt gongur seinni
fyri seg, enn kanska gll hava
tol til, sigur Súsanna Nol-
Eg havi ikki tvey
starvsfólk aftrat mær, sum
sagt var í greinini í Sosial-
inum leygardagin um hand-
an krigsveteranin, men eri
einsamøll her á skrivstov-
uni. Og eg havi heldur einki
avgerandi orð at siga við-
víkjandi umsóknunum,
men skal bert syrgja fyri at
søe.
taka ímóti teimum, skráseta
tær og fáa tær sendar á rætta
stað. Øll avgerdin um end-
urgjald ella ikki liggur niðri
í Arbejdsskadestyrelsen og
ikki i Føroyum.
Arbeiðskrevjandi
Hvor einstók umsókn er
arbeidskrevjandi, tí at fyri at
vita, um siglingartíðin er í
lagi, so umsøkjarin veruliga
kann sýkja um endurgjald,
krevst eisini, at siglingar-
tíðin verður skjalprógvað.
Vanligt er, at umsøkjar-
arnir sjålvir skjalprógva
sína siglingstíð.
— Og júst í tí arbeiðinum,
at finna neydugu skjølini
fram fyri umsøkjararnar,
hevur Landsskjalasavnið
verið til stóra hjálp og gjørt
eitt stórt arbeiði, sigur Sús-
anna Nolsøe, meðan hon
fær enn ein brævbjálva frá
einum krígsveterani bornan
inn á borðið.
Enn ein umsókn, ið skal
skrásetast, kannast, sendast
niður og viðgerast. Og hon
er bert ein dropi í havninum
av umsóknum...
hj.
Vísti tú...
Canon
lit-kopimaskinu,
sum m.a kann:
»kroysta« myndir,
so at motívið antin
verður breitt eila
smait??
Tif. 19820
BYGDARHUSID i HOSVIK:
Skipar fyri tiltaki
um vikuskiftig
— Fólk kunnu hóskandi
tunnilin millum Oy
við at koma til eydnu
royndarkoyra nýggja
rareimgir og Kaldbaksbotn
hjól i Hósvík, heldur nevnd-
in í Bygdarfelagnum >Varðanum< í Hósvík
Leygardagin og sunnudag-
in skipar Bygdarfelagið
> Vardin« fyri stórum tiltaki
í nýggja bygdarhúsinum, ið
alment varð tíkið í nýtslu
herfyri.
A skránni verður fyrst og
fremst stórt eydnuhjól við
nógvum og góðum vinning-
um, men eisini ber til at
royna eydnuna í køkutom-
bola og tey yngstu hava
óivað góðan hug á fiski-
damminum.
Samstundis verdur bådar
dagarnar matsøla, har fólk
kunnu keypa sær ein
drekkamunn og okkurt gott
afturvið. i
Byrjað verður leygardag-
in kl. 17 vid køkutombola
og fiskidammi, og sjålvt
eydnuhjólið byrjar kl. 18
Sunnudagin verður byrjað
kl. 16.
— Vit vóna, at nógv fara at
koma til tiltakið, og á tann
hátt vilja studla okkum, siga
tey í nevndini i Bygdarfel-
agnum »Vardanum«. — Og
nå nyggi tunnilin millum
Oyrareingir og Kaldbaks-
botn verður upplatin fyri al-
mennari ferðslu, skuldi lig-
10 væl fyri hjá fólki at kom-
19, eitt nú úr Havnini, um
tey hava hug at vera við til
eydnuhjólið.
hj.