hósdagur 5. november 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 211 —5. november 1992
|
Døpur eru útlitint:
Síða 7
Føroya ungdómur
taparin í kreppuni
„Ungdómurin eigur ongan lut í samfelagskreppuni. Eldra ættarliðið hevur lænt
samfelagið frá ungdóminum, men illa eru tey farin um tað. Tey eldru fingu eitt
rímuliga væl skipað samfelag, sum ikki stóð í skuld. - Tað, ið tey lata frá sær
aftur, er eitt misrókt, skuldarbundið og sundurrivið vælferðarsamfelag - eitt
trotabúgv,< skrivar Eirikur Lindenskoy m. a. í Sjónarmiðnum í dag:
Gamalt er, at »eingin veit
á morgni at siga, hvar
hann á kvøldi gistir«, og
hesi orð hava vit ungu nú
fingið at sanna. Vit eru
vaksin upp í >vælferðar-
samfelagnum<, sum eldra
ættarliðið hevur bygt upp
seinasta mansaldurin.
Hetta gav okkum góðar
vónir. Fleiri okkara hava
nomið útbúgving og sett
búgv. Hetta skuldi so alt
bert verið at fegnast um,
men soleiðis er tíverri
ikki. Allar okkara fram-
tíðarætlanir eru tiknar út
frá skeivum fortreytum -
vit hava ikki vitað, hvussu
illa tað hevur verið stýrt í
hesum landi! Vit mugu nú
noyðast við at síggja hetta
»vælferdarsamfelag«
verda tægad sundur av
júst somu fólkum, sum
hava notið gott av tí.
Okkum verður sagt, at
hesum verða vit at taka til
takkar við, tí vit hava
»brukt« ov nógv - vit
hava >oyðslað<!!??
Politikkarar hava
ikki lurtað
Tað verður nú nógv tosað
um skuld - um hvør, ið
hevur skuldina av krepp-
uni. Summi vilja vera við,
at tað er minkandi råvøru-
grundarlagið, ið er orsøk-
in. Nakað er um tað, men
tó má eisini nevnast, at
HØVUDSVINNINGUR:
fiskifrødingar Otalligar
ferdir hava heitt å pol-
itikkaramar um at minka
trýstið á fiskastovnarnar.
Men hetta hevur verið
sum at sletta vatn á gás -
skeggið hevur verið ov
nær høkuni, tí politikkarar
hava tikið síni persónligu
viðurskifti fram um for-
nuftið (fiskivinnunevnd
løgtingsins hevur verið
»befongd« av reiðarum!).
Summi siga, at vidurskift-
ini úti í heimi eru orsøkin,
meðan onnur snøgt sagt
halda, at politikkararnir
hava ikki verið nóg dugn-
aligir!
Eingin av hesum
fer skeivur. Umdømid
politikkaranna er
skramblað í botn. - Poli-
tikkurin er drigin niður á
eitt sera lágt stødi. Hug-
stoytt - tí tað skapar and-
stygd móti politikki.
»Politikurin« í sær sjálv-
um er ikki orsøkin til
hetta, men ódugnaligir
politikkarar.
Líkamikið hvør ið
syndarin er, so er púra
greitt, hvør taparin er:
Hann er Føroya ung-
dómur! Vit ungu arva eitt
skuldarbundið og misrøkt
samfelag frá eldra ættar-
liðnum.
| Mugu fylkjast um
| politikkin
Vit kunnu so harmast um,
at »politikkur« ikki er
høgt í netum manna
millum. Vanliga fatanin í
dag er, at tekst tú við
politikk, so ert tú korrupt-
ur, falskur ella óálítandi.
Hugsjónir og idealisma
eru sum kåval6ur. Hetta
er stórt spell og sera
harmuligt, tí tað er ongan-
tíð so neyðugt, sum júst í
dag, at fólk fylkjast í pol-
itiskum felgum, politisk-
um ungmannafeløgum og
fakfeløgum. Tad eigur at
vera soleiðis at fólkaræð-
ið í hesum landi fungerar.
Tað er nú so
ómetaliga lætt at skelda
og banna yvir ódugnaligar
politikkarar. Men tað
skerst ikki burt, at vit
hava sjálv valt teir! Tí
eiga vit at taka í egnan
barm og spyrja - hvat
kunnu vit gera? Svarið er
eyðsætt: - Vit mugu sjálv
taka aktivari lut í pol-
ikki!
Hetta kann gerast
á nógvar hættir. Eitt er
beinleiðis at fara inn í
politisku felggini, pol-
itisku ungmannafeløgini
ella fakfeløgini. Annað er
at taka størri lut i almenna
kjakinum - og at vísa ti
stórri áhuga. Jú meiri
fólkið veit, er áhugað, og
tekur lut, jú verri er hjá
politikkarum at manipu-
HØVUDSVINNINGUR:
Hent, litid og lætt v/ sjålv-
stillandi focus og ødrum
hentleikum frå
Tlf 19820 Postsmoga 1058 FR-110 Tórshavn
|
lera við fólki. Tá verður
demokratiið nærmari - og
breiðari.
Fidusmakarar eisini
skuldina
Men at geva politikkar-
unum alla skuldina er
kortini ikki heilt rætt. Teir
hava so sanniliga ikki
gjørt arbeiði sítt til lítar,
men onnur hava útnyttað
hesa støduna í grovan stíl.
Peningur floymdi inn í
landið - útvegaður av
ymsum fidusmakarum -
sum bankarnir noyddu og
lokkaðu fólk at nýta.
Aftur at hesum koma so
allir sakfgrararnir, grann-
skoðararnir og aðrir
kraddarar, ið hava pyntað
seg við heitum, sum >ráð-
gevarar«, >vegleiðarar< 0.
a. Felags fyri hesa »veg-
leiding« og »rådgeving«
hevur tó oftast verið, at tú
skalt kráma sum mest av
peningi ul tín sjålvs -
heildina og samfelagið
hava teir lagt sektin á!
>Stórheitsvanvitið<
gjørt um seg
Samfelagið hevur verið
merkt av sokallaðum
>stórheitsvanviti<. Øll
hava vit helst brúkt ov
mikið. Men - so mugu vit
eisini sláa fast, at nógvir
av okkara fremstu og
»dugnaligastu« vinnulivs-
og handilsmonnum hava
verid fullkomuliga ørir i
høvdinum. Hyggið bert
eftir bygnadinum í før-
oyska vinnulívinum!
(flakavirkini undantikin -
mong teirra eru poliuskar
kastibløkur!) Hevur ein
maður funnið fram til
okkurt skilagott virki, so
skulu aðrir partú gera tað
sama. Soleiðis kundu vit
nevnt fleiri virki, men tað
lata vit liggja.
Á sama hátt hevur
verið við ymsum handils-
fyritøkum. Málið hevur
verið at hava eitt nú
størstu og finastu møbla-
sølu í rikinum o. s. fr. Tað
eru ikki dugnaligir hand-
ilsmenn, ið gera slíkt!!!
ro
Aftur skulu tey
lægstløntu gjalda
Øll eru vit greid um,
hvussu illa stendur ul og
at >ótraditionell< tók
skulu takast. Men tað
skerst ikki burt, at vit eru
mong, ið eru bæði hørm
og skuffad av politikki-
num hjå sitandi lands-
styri. Vit høvdu ikki
væntad, at løgmadur so
brådliga kúvendi i lønar-
spurninginum, og at hann
fór at vera tann, ið rak
fólk út í arbeiðsloysi.
Serliga ikki tá vit hugsa
um lovorð hansara til
seinasta løgtngsval: Ar-
beiði til allar hendur!
Vit KREVJA meira av
einum javnadarløgmanni:
Tað er ikki rætt, at alt tað
sosiala trygdarnetid skal
knæsast, uttan at nakað
verður gjørt fyri at hjálpa
teimum, ið missa hús og
heim.
Vit høvdu vónað,
at >ótraditionell< tiltøk
fyri einaferð skyld skuldu
Eirikur Lindenskov: Vit ungu arva eitt skuldarbundið
og misrøkt samfelag frá eldra ættarliðnum.
náða tey lågløntu, tí
tiltók, ið taka frá teimum
lægstløntu, mugu metast
sum »traditionell« tiltøk -
ikki »Øtraditionell«!!!
Samfelagið er ikki
nakað, ið vit eiga. - Tað
læna vit frá okkara eftir-
komarum!!!
Eldra ættarliðið
hevur lænt samfelagið frá
okkum ungu, men illa eru
tey farin um tað. Tey
fingu eitt rímuliga væl
skipað samfelag, sum
ikki stóð í skuld. Tað, ið
tey lata frá sær aftur, er
eitt punkterað og sundur-
rivið vælferðarsamfelag -
druknað í skuld - eitt
trotabúgv!
Døpur eru útlit
okkara ungu.
Eirikur Lindenskov