hósdagur 5. november 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 211 —5. november 1992
nakað við veruligar
broytingar í grund-
áskoðanini at gera. Tað er
heldur eitt tekin um, at
undir eini so álvarsligari
stóðu, hava partarnir
ymsar uppgávur at rgkja.
Finn Thorgrimson sigur
víðari, at hann hevur var-
hugan av, at tað vanliga er
gott samarbeiði millum
flokkin og fakfeløg.
-Uttan mun til hvørjar
ósemjur og tvídráttir
kunnu vera um ávís mál í
slíkum torførum tíðum, so
haldi eg, at hetta samstarv
fer at verða útbygt. Hetta
Finn Thorgrimson, formaður í LO og Hans Jense
Arbeiðarafelag. Mynd Kalmar
er eisini nakað, gongdin i
einumhvørjum samfelag,
krevur av pørtunum.
Somu áskoðanir
-Men hví er tað so
nátúrligt, at fakfeløgini
hava eitt so tætt tilknýti til
júst javnabarflokkar?
-Tað er út frá teimum
somu grundleggjandi á-
skoðanum hesir partar
hava til viðurskiftini í
samfelagnum. Tað er
eingin ivi um, at tað liggur
annað enn navnið í ti
flokki vit tosa um. Tað
hevur nakað at gera við
eina sosiala stødutakan og
fatan, nakað við at øll
menniskju skulu hava tað
gott, nakað við at øll stig í
samfelagnum skulu menn-
ast, nakað um solidaritet -
og har liggja tey fakligu
sjónarmiðini og tey hjá
sosialdemokratisku flokk-
um tætt upp at hvørjum
ødrum, og tí eru hesi nåt-
úrligir samarbeiðspartnar-
ar.
Hetta er ein partur av tí,
sum við einum ødrum orði
verður rópt arbeiðarargrsl-
an, og ein av avgerandi
málsetningunum hjá báð-
um pørtum í hesi rørslu er
at betra vidurskiftini hjá
teimum, sum eru ringast
fyri í samfelagnum. Júst
hesar somu áskoðanir
treyta ti eitt samstarv mill-
um fakfeløg og javnadar-
flokkar.
-Men tå tú brúkar
vendininga samarbeiði,
so vil onkur spyrja, um
ikki heldur danska orðið
"sammenbrud" hevði
hóskað betri til stóðuna í
løtuni!
-Eg haldi, at gamla
danska ordatakid "Når
krybben er tom, så bides
hestene" hóskar væl til
støduna í løtuni. Tá lítið
er at býta, so verður stríð-
ið um býtið eisini stórri.
Serstakliga um talan er
um stagnatión ella
beinleiðis afturgongd í
einum samfelag, so kann
koma til tvídrátt millum
flokk og fakfeløg men tó
ikki so álvarsligan, at
hann broytir
grundleggjandi samfelags-
áskoðanina, men sum
heldur vísir , at hvør part-
ur vil sleppa so væl burtur
år trupulleikunum sum
gjørligt.
Besta trygdin
-Tad eru tey, sum halda,
at ein flokkur sum føroyski
javnaðarflokkurin, id hev-
ur stýrt landinum i so
mong ár átti at tikið
avleiðingarnar av krepp-
uni og lagt frá sær!
-Tað kann eg ikki meta
um, men tað vil altíð vera
lætt, tá gongdin í sam-
felagnum ikki er tann,
sum ein helst kundi ynskt
sær, at geva teimum, ið
stýrt hava, alla skylduna.
Tað er eisini ein
Spurningur um, hvørjar
møguleikar teir styrandi
hava havt, og ti kann ein
ikki bara siga, at stødan
eigur av fáa avleiðingar
fyri henda og handa
flokkin, at hann skal
leggja frá sær. Eg trúgvi
ikki, at stødan í Føroyum
verdur betri av teirri
orsøk.
Tvørturiméti havi eg
álit á, at soleingi tað eru
sosialdemokratar, sum
hava ávirkan á avgerð-
irnar, so verða tær eisini
skilabetri.
Samarbeidi
ein nátúrlóg
-Nú hevur tú tosad við
bæði Ingeborg og Atla um
støduna og hoyrt, at tey
eru ikki samd um, hvussu
kreppan skal loysast.
Hvat vildi tú gjórt sum
meklari?
-Tað ein leiklutur, sum
eg ikki kann átaka mær.
Tað einasta eg kann siga
er, at eg havi lagt til
merkis, at tað er onkur,
sum møguliga ynskir at
seta kílar í millum ta pol-
itisku og ta fagligu síðuna
av arbeiðarargrsluni, men
tað haldi eg er 6møguligt.
Hesir partar eru so nær
tengdir at hvørjum øðrum,
at tað næstan sambært ná-
túrlógini má vera eitt slík
samarbeidi her í Føroyum
eins og aðrastaðni í heim-
inum.
-Var tú formaður í ein-
um stórum fóroyskum fak-
felag, heyði tú tá góðtikið,
at tað almenna lækkar
lønirnar?
-Hatta er ein sera sera
torførur spurningur hjå
mær at svara. Ti tad veldst
um, hvat orsøkirnar eru til
hetta, hvørjir møguleikar
KO S0Slalurin
annars eru fyri at loysa
trupulleikarnar, men eg
haldi væl, at eg í slíkari
stóðu vildi mett tað sum
ein sera torfør støda.
-Men tá tú bæði hevur
hoyrt Ingeborg Vinther og
Atla Dam, hevur tú tå
nøkur ráð til teirra, antin
lagt eigur at verða uppí
sáttmálarnar ella ikki?
-Nei tað havi eg ikki.
Ég havi ikki nóg gott
innlit í føroysk vidurskift
til tess, og tað er heldur
ikki mín uppgáva. Men eg
vil tó fara so langt sum at
siga, at eg skilji í teimum
n, næstformaður vitja Ingeborg Vinther, forkvinnu í Føroya
samráðingunum sum
umboðini hjá
javnaðarflokkinum hava
havt við donsku stjórnina,
eru ikki nógvir
møguleikar opnir fyri at
velja. Eg havi varhugan
av, at tær treytir, sum
danska stjórnin hevur sett
føroyingum, eru sera
harðar, og ti eru møguleik-
arnir nógv skerdir.
At enda spurdu vit Finn
Thorgrimson, um tað er
hansara fatan, at Føroyar
eru settar undir útlendska
umsiting, nú danir hava
sett so harðar treytir í
sambandi við lán!
-Tað haldi eg íkki. Tit
hava fingið sera hørð boð
í sambandi við eitt
veðhald, sum varð
neyðugt fyri at bjarga
einum av teimum stóru
bankunum. Donsku krgv-
ini í samband við hesa
avtalu, haldi eg ganga alt
ov langt. Men nú er so
upp til føroyingar sjålvar
at loysa uupulleikamar.
jan
EYDNUHJOL
KØKUTOMBOLA
FISKIBRUNNUR
MATSØLA
verður i
Bygdarhúsinum i Hósvík
leygardagin 7. nov.
&
sunnudagin 8. nov. 1992
Bygdarfelagid VARDIN
Fylkist øll um
FÅ
SKOTATILTAKID
le ÁARGJUM
Leygard. 7. nov.
vid m.ø.
= KØKU-TOMBOLA
us LOPPUMARKNAÐ
v KONDI-BINGO
a SKÓGVA BUSTING
v YMISKUM SPØLUM
5 BUREISING
a BALI
8 oðrum skótavirksemi
Tiltakið, sum verður í skúlanum og skúlagarð-
inum á Argjum, byrjar kl. 13.30
Metið fjølment og studlid arbeiði okkara til
frama fyri >Skótadepilin á Selatrad« og harvið
allar foroyskar skótar.
Hava tit hug at stuðla tiltakinum, t.d. við hjálp av
ymiskum slag — so ringið tlf. 13987 — 16964 —
15338.
KFUM-skótarnir i Føroyum
Íbúð í Havn
Foreldur við 2 børnum søkja íbúð v/ 3
kømrum i Havn.
Tlf. 57393
Hygg her
Er tað nakar, id hevur eini stór hus i
einari hæddtil solu, leigu ella møguliga
í býti við eini randarhús við tveimum
íbúðum Millum Gilja.
Vit eru foreldur við 4 børnum og tað
yngsta rerslutarnað. Atkoma til húsini
má ti vera góð og umhvørvid annars
barnavinarligt sum hjá okkum Millum
Gilja.
TIf. 19782