Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. november 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Alt færri limir I sjúkrakassanum Limatalið í fóroysku sjúkrakassunum er minkað -við fleiri enn 700 bæði seinastu árini Næstan 35 eru limir í einum av teim- um 11 sjúkrakassunum, sum eru í Førovum, men hetta tal minkar ár undan 000 føroyingar ári. Orsøkin er at finna í fólkaflyungini av landin um, og tað erkymlar sjúkrakassarnar ikki sørt, ti tey sum flyta burtur, eru tey, sum eru ung og frísk, og tí júst tann bólkurin, sum undir vanligum umstødum eigur at rinda til tey, sum hava meira brik fyri at fáa úr sjúkrakass- anum. Men hetta vanda- málið fær sjúkrakassin einki gjørt við Annað er, at fleir enn 1500 fólk eru C-himir halda seg hava brúk fyr sjúkrakassanum yvirhøvur } 1 1 da tt hé 10 12 jdáiú, OF id VON ki ur kas l Hetta P x 1 r AKS g ” U < KN > N ari inntøku, Tørbjørn Mikkelsen formaður í Meginfelag Sjúkrakassa Føroya sigur at ein stórur partur av C- limunum eru fólk við góð sum annars áttu at verið B-limir. Hann sigur, at nú hevur megin felagið gjørt av at hækka limagjaldið hjá C-limum úr 48 krónum ul 600 krónur um árið. Hetta er fyri at gera tað minni áhugavert at vera C-limur. - Vit vóna, at tá fólk vita, at tað kostar 600 krónur um árið at vera C-limur og einki fáa úr sjúkra- kassanum, velja tey heldur at gjalda tað dupulta, og tá hava rætt til hjálp úr T Í kassanum, sigur Tørbjørn Mikkelsen A og B-limagjaldið tað sama SjuKTaKaSSårnir góðar triggjar milliónir, í 1990 var hallið góða millión, og í fjør 200.000 krónur. Tórbjórn Mikkel- sen vórar, at úrslitið verður hampiligt í ár, men hvussu verður næsta ár er meira OVIST Kostnaðurin fyri heilivág er vaksandi. I 1989 rind- aðu sjúkrakassarnir 20 milliónir í heilivági, árið eftir 23, og í fjør slakar 26 milliónir. Tórbjørn Mikk- elsen sigur seg vóna, at landsstýrið fer at gera nakað við hendan spur- ning. Millum annað at lækka vinningin hjá apo- tekunum, og al ymiskt endurgjald å heilivágin, alt eftir hvussu lívsneyðugur hann er Limagjaldid fyri A og B- limir verður ikki sett upp sigur Tórbjørn Mikkelsen, men ein kann rokna við, at endurgjaldið í ávísum før- um verður minni aseta Tað skal verða minni áhugavert at vera C- limur, sigur Tórbjórn Mikkelsen, formaður í Meginfelag Sjúkrakassa Føroya. Mynd: Kalmar Allir í nevndina A aðalfundinum hjá meginfelagnum hjá før- oysku sjúkrakassunum herfyri varð samtykt, at økja talið á nevndarlimum í meginfelagsnevndina úr 8 og upp í 12. Sostatt eru allir sjúkrakassarnir um- boðaðir í meginfelagnum. tór.- Enn Óvissa um Elektron Fyrilbils er EDV-tørvurin hjá 18 almennum stovnum kannaður Enn er eingin stóða tikin til hvussu verða skal við EDV-fyritøkuni Elektron. Síðani tað kom fram, at Sjóvinnubankin umhugs- aði at flyta síu virksemi til eina danska EDV -fyritøku, hevur dúgliga verið arbeitt við spurninginum, hvussu berast kann at, soleiðis at Sjóvinnubankin framhald- andi verður á Elektron. Talan er heldur ikki "bert" um Sjóvinnubankan, ti fer hann, er einki at ivast í, at Sparikassin fylgir eftir. Tá verða bert ávísir almennir stovnar eftir á Elektron, og so stingur spurningurin seg upp, um bruk er fyri eini so stórari EDV-fyritøku til tær upp- gávur, sum lá vera elur Kanna tervin Fyri at fáa greiðu á, hvussu verða skal við Elektron framyvir, setu landsstýrið ein stýrisbólk, eins og ein sokallaðan projektbólk. Í stýribólk- inum er landsstýrið, Sjó- vinnnubankin, Sparikassin og ein danskur ráðgevi. Í projektbólkinum er somu peningastovnar, danski ráðgevin, Elektron, Sam- teld og eitt umboð fyri landsstýrið. Umboð landsstýrisins er Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni. Hansara uppgáva hevur verið at kanna EDV-tørvin hjá al- mennum stovnum. Leif Abrahamsen sigur, at EDV-tørvurin er kannadur hjå 18 almennum stovnum, og roknar hann vid, at ein fyribils nidur- stóða kemur í næstu viku. Annar spurningur í sama málið er sjálvandi Sjó- vinnubankin, sum upp- runaliga var høvuds- persónurin í spurninginum. Bankin fær nú nýggja nevnd, og so er spurning- urin hvat hon sigur ul EDV-virksemi bankans framyvir tór.- - 0) ær kann tað almenna taka frå tí privata? -og hevur brandstødin loyva til at taka arbeidi frå einum privatum. Tað vil Lasse Klein fegin hava at vita, og ti hevur hann sett Jógvani Sundstein fyrispurning Lasse Klein hevur sett Jógvani Sundstein, landsstýrismanni fýra spurningar. Løgtingsmad- urin spyr hvar markið fyri, at tað almenna tann taka kapping upp við privata arbeiðsmarknaðin, gongur. Er tað í samsvar við kommunulógina, at kommuna miðvíst fer inn á øki, privatir røkja. Kann brandstødin í Havn taka arbeiði frá privatari fyritøku, og hevur kommunan skyldu til at rinda endurgjald. Lasse Klein sigur, at ofta taka almennir stovnar arbeiði frá privatum,- hetta fyri at varðveita almenn arbeiðspláss. Í fyrispurninginum vísir Lasse Klein eisini á, at í Havn er ein fyritøka, sum seinastu 12 árini hevur rikið hjálpar- og bjarging- artænastu uppi á landi, men hendan hevur nú lítið eftir, orsaka av kapping frá brandstødini. tór.- | Fyri áum árum síðani hevdi Snarhjålp 80 prosent av allari koyring í samband við upptøku av bilum, sum vóru komnir illa fyri. Nú hevur fyritøkan bert 20 prosent eftir, sigur Lasse Klein. Mynd: Kalmar Loynilig troling Klaksvíkar Útróðrarfelag hevur spurt seg fyri hvar troling eftir jákupsskel er loyvd, men hetta ber ikki til at fáa at vita, sigur N. P. Danielsen, løgtingsmadur Niels P. Danielsen, løgtingsmadur hevur sett John Petersen, landsstyrismanni fyrispurning. Tingmad- urin spyr hvat kanningarnar av havbotninum undir Føroyum siga. Hann vil eisini hava at vita, hvi útróðrarmenn ikki kunnu fáa at vita hvar skelja- bátar kunnu royna. Niels P. Danielsen vísir á ta stóru misnøgd, sum var mótvegis royndunum hjá Fame. Tá varð upp- lýst, at royndir skuldu gerast av havbotninum. Tá vildu útróðrarmenn vera við, at trolingin efur skeljum órógvaði lívið á botninum og forkom møguleikunum hjá gytingarfiski at fáa nakað undan. | Løgtingsmadurin sigur seg eisini undrast á, at hóast Klaksvíkar Utróðrarfelag hevur spurt bæði hjá vaktartænastuni og fiskivinnuumsitingini í landsstýrinum hvar troling eftir jákupsskel er loyvd, er svarið bert-, at tað verður ikki upplýst. tór.- ere) OK DANIR EET AA i i