Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 C M Y K 33 32 Koyrilærarin í Havn, Mogens Wraae, er út- búgvin bakari og kon- dittari. Hann kom til Føroyar at búgva í 1955 og byrjaði sum bakari á Eiði í 1956. Í 1964 flutti hann til Havnar, har hann hevur koyrt hýru- vogn, selt bilar og ar- beiðir sum koyrilærari KOYRILÆRARI Magnus Gunnarsson Mogens Wraae er føddur 23. mars í 1933 í danska býnum Kalundborg. Hann er útbúgv- in bakari og kondittari. Hann giftist í Danmark í 1955 við Ásu Kallsoy av Eiði, sum tá gekk á húsarhaldsskúla í Has- lev. Av tí at stórt arbeiðsloysi var í Danmark, høvdu tey gjørt av flyta til Australia at búgva. Tá Mogens í 1955 kom til Føroya at heilsa upp á verforeldrini á Eiði, hitti hann svágin, Jógvan Kallsoy, sum hevði arbeitt sum kokkur. Teir gjørdu av at lata eitt bakarí upp á Eiði. Hetta var í 1956, so ætlanin um at flyta til Av- stralia bleiv av ongum. Í 1959 keypti Mogens sín fyrsta bil, ein VW buss, sum varð brúktur til at koyra bak- aravørur til bygdirnar Ljósá, Norðskála og Oyri og til rutu- koyring millum Eiði og Oyri. Í 1962 gavst Mogens við at baka og keypti sær ein Stude- baker stationvogn til rutu- koyring og leigutúrar. Av Eiði kundi man tá koyra til Funn- ings og Gjáar og suður til Oyrar. Til Havnar í 1964 Í 1964 fór Mogens at koyra hýruvogn á bilstøðini Taxa 1313 í Havn. Tá keypti hann sær ein Toyota Crown, ið var næstfyrsti Toyota bilur í Før- oyum. Í 1967 fekk hann útbúgv- ing sum koyrilærari. Hansara fyrsti næmingur var Finn Ritter, sum í dag býr í Sør- vági, tá arbeiddi hann hjá Valdemar Lützen í Havn. Frá 1968-71 koyrdi Mogens á bil- støðini Bil og frá 1971-78 ar- beiddi hann á Toyota bilasøl- uni hjá Rósing Rasmussen í Torfinsgøtu í Havn. Tá deild- in í Havn varð niðurløgd í 1978, keypti hann sær ein skúlavogn og fór at arbeiða sum koyrilærari burturav. Hann hevði koyriskúla saman við Magnus Borðoy, koyrilærara, til Magnus doyði 1992. Fyrstu skúla-motor- súkkluna keypti Mogens í 1983 og í 1987 keypti hann ein buss til touristkoyring og leigutúrar. Hjá Mogens kann man taka koyrikort til persón- bil, motorsúkklu og motor- súkklu við síðuvogni. Hann hevur ein persónbil og fýra motorsúkklur til skúlakoyr- ingina. Mogens hevur sera stóran áhuga fyri bilum. Á nærum hvørjum ári fer hann, saman við einum starvsfelaga í Had- erslev, á altjóða bilaframsýn- ingina í Frankfurt, har bilar av øllum sløgum verða sýndir fram. Hóast Mogens er 70 ára gamal, arbeiðir hann enn sum koyrilærari í Havn. Mogens Wraae koyrilærari: Byrjaði sum bakari á Eiði í 1956 Mogens Wraae við sínum skúlamotorsúkklum, skúlavogni og ferðafólkabussi Mynd: Jens Kristian Vang Mogens Wraae kom til Eiðis í 1955, 22 ára gamal. Hendan Studebaker stationvognin keypti hann í 1962 til rutukoyring og leigutúrar