hósdagur 1. mai 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 82 - 1. mai 2003
Nr. 82 - 1. mai 2003
33
vera nakað fyri teg, um tú er har úti
onkustaðni, og fegin vil vita hvør eg
eri, so skriva til mín og sig eitt
sindur um teg sjálva. Eg bíði eftir
tær. Eigur tú eina mynd av tær, so
send hana við. Skriva til Sosialurin,
Box 76, 110 Tórshavn
Bill. mrk. 571b
Súkklur
HONDA X8R-S
8 mðr. gamal til sølu fyri 18.000,-
Nýprísur 23.750,- til sølu vegna
keyp av bili.
Tlf. 262404
KREIDLER KNALLERT
til sølu, 3 gear, 50 ccm RMC til sølu
fyri ein sámuligan prís.
Ring 255591 ella 373625
YAMAHA
'Skutari til sølu fyri 12.000 kr. Er 2
ára gamal og í tíðum standi.
Tlf. 252369
VATNSKUTARI
Ein 1 ára gamal Sea-Doo XP
vatnskutari 130 HK, siglir uml. 65-
70 MPH við vogni, sum nýggjur. Til
sølu fyri 88.000 kr.
Tlf. 220278
APRILIA RS 50
árg. 2000 + ein eykalutur til sølu
fyri 15.000 kr.
Tlf. 226099, Søldarfjørður
SKUTARAHJÁLMUR TIL SØLU
Vegna feilkeyp er ein
skutarahjálmur til sølu. Merki AGV
str. large, lítið brúktur.
Tlf. 254550
Teldur
TELDA TIL SØLU
AMD Athlon K7 700 MHZ, 384MB
pc-133 Ram, 20 GB hardisk (
7200rpm ), 17" Litskermur,
Grafikkort ASUS AGP-V7100 2 MX
32 MB við TV-OUT, Brennari CD-
R/RW 4X4X32, Sony CD-Rom,
Ljóðkort Sound Blaster Live, 2
Hátalarar við Subwoffer, LASAT
Speed ll ISDN-2 Modem USB,
Tastatur og trálest mús, MS XP
Home Edition, MS XP Office, til sølu
fyri 7000. Eri at hita á
tlf. 447574
TELDA VIÐ AMD DURON
1300 MhZ, 512 mb ram, Geforce 4,
64 mb ram við tv out, 40 gb. hd.,
netkort, 52x cd-rom til søu fyri
7.000 kr.
Tlf. 320456
TIL SØLU
Ein lítið brúktur Xerox printari til
sølu fyri 1000 kr,- (Nýprísur 2400).
Og ein scannari til sølu fyri 400 ,-.
Tlf. 224655 - Karina
TILBOÐ
Playstation 2 spøl. Eitt spæl 400 kr.
ella tvey 500 kr. Dømi: 2002 Fifa
world cup. Wrc-2 Extreme og nógv
meir. Ring og ger kvettið.
Tlv. 448097
TIL SØLU
29 PS2 spøl til sølu – 300 kr. stk. 34
PS One spøl til sølu 150 kr. stk. Ring
og hoyr nærri.
Tlf. 257743
Tónleikur
TIL SØLU
Gittar effekt av slagnum Boss GT-3.
Ein el-gittar av slagnum Ibanez RG
Series. Ein el-kassa gittari av
slagnum Vintage og ein kassagittari
av slagnum Florensia.
Tlf. 506940
MARSHALL TSL
100 w rør guitarforsterkari til sølu.
Øll rør skift fyri 4 mán. síðani.
Nýprísur 11.000,- Fender telecaster
Mexico til sølu. Nýprísur um 8.000.
Til sølu samlað ella hvør sær til
hægst bjóðandi.
Tlf. 250900
ÚTGERÐ TIL BILANLEGG
Forsterkari 130Wx4, forsterkari
100Wx2, basskanón 250W. Alt av
merkinum Pioneer, verður selt
samlað fyri 3.500 kr. ella hvør sær.
Ring um prís.
Tlf. 213067
URGULEIKARAFELAGIÐ
7. mai kl. 19 verður aðalfundur í
Vesturkirkjukjallaranum. Skráin
fevnir um uppskot um samsýning
o.a.
GT6B-BASSPEDALUR TIL
SØLU
við nógvum góðum effektum, 8
mán. Nýprísur: 4.700 kr. Nú fyri
3.600 kr.
Tlf. 260830
REOL-HÁTALARAR
Sera vælljóðandi KEF RDM Two
reol-hátalarar til sølu fyri 4.000,- kr.
Nýprísur í 1999 kr. 13.000,-
Tlf. 322299, eftir klokkan 17
SP-SOS SAMPLARI TIL SØLU
1 ára gamal, ideel til live-
performance. Nýprísur: 6.750 kr. Nú
fyri: 4.800 kr.
Tlf. 260830
TIL SØLU
Midi keyboard til sølu fyri 1.000 kr.
Lítið brúkt.
Tlf. 260830
TIL SØLU
Luxman rør forsterkari. Sony
Minidisk. Sony cd.ES.. KENWOOD
EKOULAISARI. Yamaha
bandspælari. Nýprísur í 1994 var
27.000 kr., til sølu nú fyri einans
8.500 kr. við ca. 10 minidiskum.
Ljóðar sera gott fyri prísin. E-mail:
bjarni93@hotmail.com
Tlf. 314473 Rói
Út- & Sjónvarp
PIONEER CD-SPÆLARI
2 ára gamal til sølu fyri 1990,-
Nýprísur 2950,-
Tlf. 441475 ella 255131
PARABOLUR TIL SØLU
ongantíð brúktur, prísur 3.500 kr.
Tlf. 361596
SONY BILRADIO
við CD-changer pláss fyri 10
fløgum. Til sølu fyri 1.000,-
Tlf. 310068
Ymiskt
XP VANTSKUTARI TIL SØLU
Vatnskutari og vognur fyri seg. Prís
kunnu vit tosa um og við øllum
tosa vit eisini um. Hevur siglt uml.
30 tímar.
Tlf. 226880
ÁRLIGI
MARKNAÐARDAGURIN
í Sjónleikarhúsinum verður 24. mai.
Hava tygum okkurt at lata, ber til at
koma í Sjónleikarhúsið leygardagin
3/5, 10/5 og 17/5 kl. 13-14.
Tlf. 311132
GIMBRAGONGAN
Eigarar!! Gjaldið nú! 100 kr. gyllinin
konto bt. 416.314-3.
Hagastýrið
HEVUR NAKAR
eina fartelefon av merkinum
»Fujitsu C-5110 Lifebook« at selja
mær. Tað er skermurin, ið eg skal
brúka, so um hin partur er óvirkin
ger einki.
Ring á 253204
ROTTANGI
kann fáast við at avheinta hann.
Tlf. 315064 eftir kl. 18
BLACK & DECKER
motor plenuklippari v/ uppsamlara,
árg. 2002 til sølu fyri 1200.
Glasfipur flaggstong 9 m. long,
krevur ábøtur til sølu fyri 800 kr.
Tlf. 312722
SPV-FARTELEFON
Fyrsta fartelefonin við Windows.
Hon hevur litskerm (65.000 litir),
internet, e-mail, mms, msn
messenger, mp3-avspælara, kan
avspæla filmar og hevur øll
møgulig spøl. Akkurát sum ein lítil
telda. Við fylgir kamera, headset, 8
mb SD-kort, cradle og software.
Virkar perfekt, einki sim-lock og er
bert 6 mánaðar. Til sølu fyri bert
3.400,-
ring 0045 26275314
KYNDIL
Drigið verður um vinningarnar á
málpartabrøvunum í hølum
felagsins hósdagin 1. mai kl. 17.00.
Kyndil
EIN MOTOROLA T720
Fartelefon til sølu. Hevur litskerm og
mangt annað. Fyri einans kr. 2.200,-
nýprísur kr.3.000.
Tlf. 224346
FLAG TIL SETHÚS YNSKIST
Hevur onkur flag til eini sethús at
selja okkum. Stødd 215
kvadratmetur. Vinarliga ring
Tlf. 321180
DIGITALT MYNDATÓL
Eitt Canon Ixus 300 til sølu fyri
3.500 kr. Myndatólið hevur 2,1
megapixel v/ 64 Mb korti og allari
orginalari útgerð. Myndatólið er
hálvtannað ára gamal. Nýprísur:
8.000 kr.
Tlf. 220567
TIL SØLU
Sodastream maskina + 6 fløskur
fæst við at koma eftir tí.
Tlf. 448402 - 218402
LÍF HEVUR EYDNUHJÓL
í Fimleikarhøllini leygarkvøldið 3.
mai. Møtið fjølment.
Nevndin
FILMSLIÐ ÚR HAWAII
vil koma í samband við føroying,
um 20-25 ár, sum kann vera tulkur
og hjálparfólk í smb. við
filmsupptøkur í summar.
T-post. duffin@post.olivant.fo
ER TAÐ NAKAR
ið hevur kaffikoppar til Mågestellið
at selja mær?
Tlf. 317465
BROTFLÍSAR TIL SØLU
Ein rest av brotflísum ca. 20-25
fermetrar til sølu fyri 2100 kr.
Tlf. 311105
TIL SØLU
PACE matarstýring til sølu fyri 500,-
Tlf. 318888 eftir kl. 18
MÁLNINGAR
eftir Mikines, J. av Reyni, Eyðun av
Reyni, Steffan Danielsen og Frimod
Joensen o.a.
Tlf. 213245
TIL SØLU
10 stk. gamlir radiatorar, 1 stk.
úthurð, 1 stk. wc-kumma.
Tlf. 328138 eftir kl. 17
HEY
Hava tit klæðir, bøkur ella onnur
brúksting, ið tit vilja sleppa av við,
vilja vit fegin avheinta tað. Í Havn
tlf. 267704. Í Vágunum tlf. 255669.
02.b
STJERNE FOR EN AFTEN
Atgongumerki til konsertina í
Mentanarhúsinum í Fuglafirði 10.
mai til sølu fyri 125 krónur.
(vanligur prísur 195,- kr.)
Tlf. 219994
TIL SØLU
Skúrur til sølu um hóskandi boð
fæst. Klæddur við jarnplátum og
nýtjøraður.
Tlf 218011 ella 757322
FERÐASEÐIL TIL SØLU
Apex ferðaseðil við AA til
Keypmannahavnar til sølu við
avsláttri.
Tlf. 421109
URTAGARÐSMOLD
Góð urtagarðsmold fæst við at
ringja
Tlf. 218328
TIL SØLU
Eitt 128 l. akvarium til sølu, alt
uttan fiskar fylgja við.
Tlf. 211532 eftir kl. 17
NOKIA 6510
Sera hent telefon. Hevur m.a. FM
Radio, til sølu fyri 1.400 kr.
Tlf. 213067
PLAST VINDEYGU OG
HURÐAR
Vit selja plast vindeygu og hurðar í
øllum støddum. Týskt framleidd, ið
lúka øll ásett krøv. Ring, meyla ella
faxa og fá eitt tilboð.
ImpaX, impax@impax.fo, Tlf.
318700/228700 Fax. 318
ERICSSON T66
fartelefon lítið brúkt, vigar einans
59 g. til sølu fyri 1200.- kr.
Tlf. 504840
VIÐ »SØKONGEN«
til føroysku útróðrarplássini í
Grønlandi – 2 pláss eru eftir til
áhugaverda túrin 24. juni til 8. juli.
Tlf. 371972 ella 254752.
weymyr@post.olivant.fo
C
M
Y
K
33
32
Týskvøldið var stovn-
andi fundur av ferða-
vinnufelag í Suður-
oynni, har allar
kommunur í oynni,
saman við Ferðaráð
Føroya, stovnaðu
felagið Ferðavinnan í
Suðuroy. Felagið skal
reka kunningarstovur
í Vági og á Tvøroyri.
Fundurin kom eisini
ásamt um yvirlýsing,
ið m.a. mótmælir, at
tyrluflúgvingin til
Suðuroyar verður
niðurløgd, og greitt er
nú, at suðuroyingar
fara at krevja fleiri
túrar sjóvegis
FERÐAVINNA
Dagfinn Olsen
Týskvøldið varð nýtt felag
stovnað, felagið Ferðavinn-
an í Suðuroy. Á fundi í
Sumba stovnaðu kommun-
urnar í Suðuroynni felagið,
í samstarvið við Ferðaráð
Føroya.
Hetta er roynd at menna
ferðavinnuna í oynni á allar
hugsandi hættir og rekast
skulu kunningarstovur á
Tvøroyri og í Vági, sum
arbeiða fyri alla oynna.
Frammanundan er kunn-
ingarstova á Tvøroyri.
Per Hansen, Ferðaráðið,
varð valdur fundarstjóri, og
greiddi hann frá, at arbeitt
hevur verið við ætlanini
eina tíð, og eftir at viðtøkur
felagsins
vóru
havdar
frammi til viðmerkingar og
síðani góðkendar, varð
komið til val av nevnd.
Kommunurnar
høvdu
gjørt av, hvør skuldi um-
boða tær í felagnum. Fyri
Porkeri komu Hilmar Bech
í nevndina og Lars Djur-
huus er eykalimur. Fyri
Hov er Ásbjørn Berg valdur
og eyka er Niels Hammer.
Fyri Famjin er Elin Nielsen
og Arni Nielsen er eyka-
limur. Fyri Hvalba situr
Elberg Klettheyggj og Áki
Bertholdsen er eykalimur.
Fyri Sumba er Snæbjørn
Vestergaard valdur og eyka
er Poul Johannus Poulsen.
Fyri Vág er Jógvan Krosslá
og eykalimur er Petry Joen-
sen.
Fyri Tvøroyri
er
Kristin Michelsen og eyka-
limur er Jonny Dimon.
Nevndin skipaði seg eftir
fundin við Ábjørn Berg
sum formanni, Elini Niel-
sen sum næstformanni,
Elberg
Klettheyggj
er
kassameistari og skrivari er
Hilmar Bech. Nevndarlimir
eru sostatt Jógvan Krosslá,
Kristin Michelsen og Snæ-
bjørn Vestergaard.
Til Grannskoðara er Bók-
haldsstovan Bisty við Hild-
ur Gunnarsdóttir í Hovi
vald.
Valt var at halda fram,
sum gjørt hevur verið
frammanundan,
viðvíkj-
andi limagjøldum. Og tað
merkir, at einstaklingar
rinda árliga 100 krónur í
limagjaldi, feløg 400 krón-
ur og fyritøkur og stovnar
1000 krónur. Kommunur-
nar hava rindað 15 krónur
árliga fyri hvønn íbúgva,
men er hetta hækkað til 30
krónur.
Ferðaráðið rindar á leið
80.000 krónur, tað eru 16
krónur fyri hvønn íbúgva í
kommununum.
Eftir at allir snøklar við-
víkjandi stovnanini vóru
avgreiddir,
fegnaðist
fundarstjórin Per Hansen
um, at kommunurnar taka
Stovnaðu felags ferðavinnufelag
í Suðuroynni
Framhald á síðu 11
Kommunur í Suðuroynni, Ferðaráð Føroya og ferðavinnuáhugað, vóru á fundi í Sumba
týskvøldið. Har var stovnandi aðalfundur fyri felagið Ferðavinnan í Suðuroy, sum skal reka
kunningarstovur. Fundurin samdist um yvirlýsing, har nógv skerda ferðasambandið verður
mótmælt
Mynd: D. Olsen
Kondittaríið skal lata
uppaftur
Nú er stig tikið til at
fáa Kondittaríið, sum
fyri stuttum stongdi,
at lata uppaftur. Rakel
Helmsdal og Jákup
Veyhe eru farin undir
at savna undirskriftir
inn
ÓNØGD
Ingrid Bjarnastein
Tað eru mong, sum lata illa
at, nú Kondittaríið fyri
stuttum snaraði lyklinum
fyri seinastu ferð. So illa
verður latið at, at nú eru
stig tikin til fyri at fáa
Kondittaríið
at
lata
uppaftur.
Rakel Helmsdal og Jákup
Veyhe eru farin undir at
savna undirskriftir inn.
Hesar
undirskriftirnar
skulu vera við til at hjálpa
at lata Kondittaríið uppaft-
ur í sama líki, sum tað var
áðrenn tað lat aftur.
– Vit hava hugsað um
hetta leingi, og nú hava vit
so tikið stig til hetta, sigur
Rakel Helmsdal.
– Man má byrja onku-
staðni, so vit byrja her. Vit
fara at handa hesar undir-
skriftirnar til Miðbýarfel-
agið, Heina Restorff, sum
eigur Kondittaríið og Bý-
ráðið.
Stigtakararnir meta tó, at
tað er eigarin av Kondittar-
ínum, sum hevur ábyrgdina
av, at fáa tað at lata upp-
aftur.
Stórur saknur
– Saknurin er stórur nú
Kondittaríið ikki er har
meira. Tað er júst um eitt
hol – har vantar okkurt.
Gongugøtan er als ikki
livandi longur. Bara handl-
ar kunnu ikki halda eini
gongugøtu livandi, heldur
Rakel, sum vísir á, at nú er
onki stað at møtast í sjálv-
ari gongugøtuni.
Rakel heldur, at saknurin
man vera uppaftur størri
hjá teimum, sum hava sitið
har hvønn einasta morgun
til
morgunkaffi
í
ein
mansaldur.
– Sjálv havi eg altíð
gingið regluliga inn á Kon-
dittaríið og míni børn eru
mestsum vaksin upp har,
sigur Rakel, sum tó ásann-
ar, at tað verður ikki tað
sama uttan tær damurnar,
sum hava rikið Kondittaríið
seinastu mongu árini.
– Vit vilja hava Konditt-
aríið sum Kondittaríið. Ikki
sum eina matstovu ella eina
barr, men soleiðis sum tað
altíð hevur verið. Óhá-
tíðarligt. Tí soleiðis er tað
inni har. Og um karmarnir
eru í lagi, so er bara at
vóna, at tey, sum kanska
fara at reka Kondittaríið
fara at reka tað á sama hátt.
Stigtakararnir vilja hava
Kondittaríið at lata upp-
aftur so skjótt sum møgu-
ligt.
– Tað verða nógv syrgin
lesandi, sum koma heim í
summar. Inni á Kondittar-
ínum kennir ein seg heima,
tú hittir altíð onkran inni
har, sigur Rakel Helmsdal
at enda.
Nú vilja havnafólk, at Kondittaríið skal lata uppaftur. Rakel Helmsdal og Jákup Veyhe eru farin
at savna undirskriftir inn, sum skulu latast eigaranum, Miðbýarfelagnum og Býráðnum
Sosialurin
Sosialurin
Visti tú ikki tað?
Visti tú ikki tað?