Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. november 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

november 1992 Innbrot á brennistóðini á Sandvíkarhjalla Rændu rusl Triggjar russar og ein føroyingur handtiknir fyri at hava brotið inn á brennistødini á Sandvikarhjalla Tá politiið sunnudagin, á eini vanligari patruljuferð í sivilum bili, kom fram við brennistødini á Sand- vikarhjalla í Havn, gjørd- ust teir varugir vid, at nakrir mann vóru innan- fyri gyrdingina. Sunnudag er vanliga ikki fólk at síggja innan fyri høga hegnið við brennistødina og tí fóru politistarnir at kanna eftir. Tað vísti seg, at tríggir russar, sum eru við einum skipi, sum liggur á Skála vóru innanfyri hegnið og teir vóru saman við einum føroyingi. Politiið bað um hjálp og skjótt kom ein politibilur afturat við hundi og síðan vóru teir fýra mennirnir handtiknir. Mennirnir vórðu tiknir á bóli meðan teir avmonter- aðu billutir av gomlum bilum. Hesin bilar skuldu gjøgnum pressuna, áðrenn teir vórðu fluttir av land- inum sum gamalt jarn. --Tað var serliga rútar teir høvdu áhuga fyri, sig- ur vakthavandi á krimi- naldeildini á politistødini í Havn. Hvussu álvarsamt tað er at stjala burturkast, tað er ivasamt, men at fara inná eitt avbyrgt gkið, tað er ólógligt og tí máttu menn- irnir á støðina. Politiið í Runavík kom politinum í Havn til hjálp- ar. Tað vísti seg, at tann eini russin einki pass hevði uppi á sær. Og ti fór eysturoyar polituð til Skála og umborð á russ- iska skipið eftir passinum. Teir fýra mennirnir vóru leyslatnir í gjár. Teir fingu 2000 krónur í part í bót. Kláraðu teir ikki at rinda hesa, so máttu teir sita. Peningurin er goldin. Mál- ið er sostatt avgreitt. jústinus Kirsten Jacobsen úr danska Framburðs- 7 flokkinum komin til Føroya Skal hjálpa føroyingum at stovna Framburðsflokk Eitt ótal av føroyingum hevur biðið danska fólkatingslimin koma higar, sigur hon Kirsten Jacobsen, fólka- tingslimur í danska Fram- burðsflokkinum heldur tað ivaleyst hava skund at stovna ein Framburðsflokk í Føroyum. Tá vit tosaðu við hana fríggjadagin segði hon seg hava ætlanir um at koma til Føroya í fyrstu viku í januar næsta ár, men í gjár TRÍGGIR HØVUDSVINNINGAR: "ein "folkelig flok", kom stuttorðað telefax frå henni. Tað segði frå, at hon longu var á veg til Føroya. Ørindini eru, at kanna um danski Fram- burðsflokkurin er førur fyri at hjálpa til at stovna sum skal stilla upp, bæði til fólkatings- og løgtingsval, sum hon tekur til. Snotulig klassisk keramiklampa frá BALSLEVS BYGGIBÚÐ við konufólka- stásinum ellum, Hoyvík - Box 3309 - 110 Tórshavn - Tlf. 11122 handlinum« Nógvar áheitanir Kirsten Jacobsen segði fríggjadagin við Sosialin, at eitt Ótal av føroyingum hava vent sær til hennara, eftir at orðaskiftið um tær 500 milliónirnar var i Fólkatinginum. Mong teirra eru vinnulívsfólk, men eisini onnur ringdu, sum í telefonini søgdu seg HEVUDSENINGUR: Jørghild N. Winthersgøta 9 - Tif. 12988 Kirsten Jacobsen, fólkatingslimur í danska Framburðsflokkinum kom til Føroya í gjár vera heilt vanlig fólk. Fleiri av teimum, sum ringdu til mín vóru kvinn- ur, og lá eg segði teimum, at eg helst átti at koma til Føroya at hjálpa til at stovna ein nýggjan flokk, søgdu tey seg vera sera áhugaði í tí, sigur Kirsten Jacobsen. Spurd um danski Fram- burðsflokkurin áður hevur havt ætlanir um at stovna ein flokk í Føroyum sigur Kirsten Jacobsen, at tað hevur flokkurin ongantíð havt. Orsøkin er eina og aleina avleiðingarnar av orðaskiftinum í Fólkating- inum herfyri, sigur hon. Kirsten Jacobsen sigur, at millum tey, sum hon hevur verið í samband við í Føroyum eru tveir løgungslimir. Hvor talan er um vil hon ikki siga, men teir vóru úr hvor sínum flokki. -Eg komi ikki til Føroya at siga hvat tit skulu gera. Eg komi fyri at hjálpa til, um føroyingar sjálvir halda seg hava brúk fyri einum tílíkum flokki. Vilja føroyingar stovna ein systurflokk til danska Framburðsflokkin, verði eg sera fegin, men hóast talan møguliga verður um annan flokk, vil eg eisini fegin hjálpa til, Sigur Kirsten Jacobsen. tór.- Ja í Jústinus Eidesgaard, blaðmaður skrivar: HÓPUPPSAGNIR OG EIN kolasvørt framtíð. Sinn- islagid á fólkið er tungt — depressión. Í seinastu viku royndi eg í býnum at lurta eftir, hvat fólk, eg kom framvið, tosaðu um og næstan uttan undantak ar evnid tað sama: Stødan í landinum. Onki forgjørt er í hesum, tí bert í seinastu viku mistu 200 føroyingar starvið. Rakstrarróp um arbeiði til allar hendur verða ikki tíkin upp á tunguna av nøkrum politikkara í dag. NEI, MEÐAN SKORIÐ verður inn á bein á næstan øllum økjum, sita okkara leiðandi politikkarar á Norð- urlandaráðsfundi við feitum galladøgurdum á skránni hvønn dag. Imeðan rasar fakfelagsrørslan, tí lands- stýrið av hesi orsøk hevði ikki tíð at tosa við umboð fyri 23.000 føroyskar arbeiðarar. Vit liggja í stjórnar- loysi, meðan politisku ovastarnir luttaka í nøkrum nógv meira lívstýðandi — norðurlandaráðsarbeiði. Ein grov provokati6n, metir maðurin á gøtuni. Tó her skal ikki verða dómt, lat heldur úrslitið av gerðunum dóma teir ið ráða Vit hava fingið Norðurlandahúsið frá Norðurlandaráðnum, men hvønn praktiskan tydning hetta råd annars hevur fyri hin meiniga føroyingin i dag, tað er ein ålvarsom journalistisk uppgáva at lýsa. TAD SUM VIKA 45 anno 1992 helst fer at verda minst fyri, sum ein varði í okkara søgu, er stórhend- ingin mánadagin. Tá lat Rusdrekkasøla Landsins, av Tíðindablaðnum Sosialinum skyrd "Rúsan", upp. Før- oyingar kunnu í dag ótarnaðir keypa alt tað rúsdrekka teimum lystir. Politistødirnar kring landið hava ikki merkt til øktan kriminalitet ella harðskap sidan "Rúsan" lat upp og ølsølurnar kundu selja beinleiðis. Spennandi verður um føroyingar fara at broyta drykkjuvanar av nýggju lógini. Broytingarnar fara helst at síggjast hjá teimum, sum drekka moderat ella lítið, tey fara kanska at gkja um nýtsluna, nú ikki so nógv hóvasták skal til, fyri at fáa hendur á løginum. Fyri brennivínsbarnið — alkoholikaran hevur nýggja sølan lítlan tydning: Vil hann drekka, so skal hann nokk fáa brennivínið til vega, um tað so var totalt bann fyri allari rúsdrekkasglu í landinum. Hann noyð- ISL, og tå er líka mikið hvussu eyðmýkjandi hetta kann kennast. Einasta broytingin, nýggja rúsdrekkalógin fer at hava fyri virkna alkoholikaran er, at tørnid kanska verður longt nakrar dagar. BJARTSKYGNI — HENDAN EGINLEIKAN eiga aðrir føroyingar, enn varaløgmadur. Og bjartskygni må til, tí annars gerst gerandisdagurin ov súrur — vit eiga nóg mikið av teimum, sum mála svart. Góðir fiskiårgangir eru á veg. Vit eru so tætt tengdir at fiski- vinnuni, at eitt rok fiskiár kann skjótt fáa okkum á fótur aftur. Føroyingar hava uppliva kreppur fyrr og yvirliva. Tó — stendur ein uttan arbeiði og heimið er um at rúka, er ringt at vera bjartskygdur. APROPOS BJARTSKYGNI, SO hevur Bjartur Dalsgarð á Tryggingarsambandinum enn — hóast skrivligt lyfu — ikki givið okkara lesarum eina frá- greiding um, hví biltryggingar eru fleiri ferðir dýrari í Føroyum enn útlandinum. VIKAN ENDAÐI FESTLIGT í mínari verð framm- an fyri sjónvarpsskíggjan, har Ólavur Rasmussen. prestur, gav andaligu maktgreðingunum í Føroyum av grovfilini í eini miniprædiku uppá 12 minuttir. Gott Ólavur! Bert spell, at ein tilikur orator, tað er góður rødari, skal verða goymdur í fyri okkum fjarskotnum prestakallum, fyrst í Norðurtýsklandi. nå í London Hann hevði kunnað kveikt liv í okkara sovandi kirkju- lið og prestarnar eisini.