Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. november 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

TU sm. END GL Nr. 215 — 11. november 1992 Heldur til hus enn til Klaksvika -siga næmingarnir á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna -Vit fingu einki minni enn ein skelk tá vit í sjónvarp- inum leygarkvøldid frættu, at nú skuldi Fiskivinnu- skúlin í Vestmanna niður- leggjast og flytast til Klaksvíkar. Vit sótu sum kánus, tí vit høvdu ikki hoyrt orð ella eið um hetta frammanundan. Hetta siga næmingarnir á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, sum eru alt annað enn nøgdir við hesa avgerð. -Sagt verður, at skúlin skal flytast í eitt stórri skúlaumhvgrvi saman við øðrum útbúgvingum, og at hendan broyting hevur ávísar sparingar við sær. Men hugsa við um um- hvørvid, skúlin í dag liggur i, so er hetta tað best hugsandi. Vit hava stuttan veg til smoltstødir, ali- stødir, Fiskaaling, slåtur- virkið í eitt nú Kollafirði, flakavirkið í Vestmanna og fyri ikki at tala um eitt so framkomið virkið sum Bacalao í Havn, siga næmingarnir, sum siga seg ikki duga at síggja nakra sum helst sparing í at flyta skúlan til Klaksvíkar. Ur skúlanum Næmingarnir á Fiski- vinnuskúlanum leggja dent á, at nú skúlin hevur fýra ár á baki, er hann rættiliga komin fyri seg, og næm- ingatilgongdin er stór. Í løtuni ganga 34 næmingar á skúlanum. Hví skulu vit so nú fara at gera broyting- ar til ta verra, spyrja teir. Teir næmingarnir, vit tosadu við, søgdu seg heldur vilja fara úr skúlan- um heldur enn at flyta til Klaksvíkar -Nógv teir flestu næm- Ingarnir, sum ganga her á skúlanum, eru úr megin- økinum, og hava tí betri møguleika at búgva heima enn vit fáa, er skúlin í Klaksvík. Tann loysnin verður í øllum fórum nógv dýrari fyri okkum, siga teir. Haraftrat siga næm- ingarnir, at tá teir søktu um at koma á skúlan í Vest- manna roknaðu teir við, at skúlin framhaldandi fór at halda til har. Nú ætlanin er at flyta skúlan eru næm- ingarnir komnir á skúlan undir skeivum fortreytum. Stemmufiskarí Næmingarnir siga seg hava roynt at fáa tal á Maritu Petersen, lands- stýriskvinnu í skúlamálum fyri at greiða henni frá teirra sjónarmiðum, men higartil hevur tað ikki eydnast, og tað halda næmingarnir vera løgid. -Vit hava nógv at tosa við landsstýriskvinnuna um, og vóna enn, at hon fer at lurta eftir okkum, ti vit duga ikki, við okkara Í løtuni ganga 34 næmingar á fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, og her vilja teir framhaldandi ganga í skúla. Mynd: Kalmar besta vilja, at síggja nakað skilagott í at flyta skúlan. Einasta orsøkin, sum hugs- ast kann, er stemmufiskarí, og so tilvildarliga kann ikki farast við skúlum og næmingum, siga fiski- vinnunæmingarnir í Vest- manna. tór.- Vinyl- og gummi HANDSKAR | til alt arbeiði Inn- > bein IN | | fluttir leiðis úr Japan ADC Heilsølan | Låarvegi 14 . Torshavn | 15828 . Fax. 15893 Sida 3 Figgjarnevndin sigur nei takk til Danmarkartúr: Eftir innbjóðing frá fíggjarnevndini hjá danska fólkatinginum skuldi fíggjarnevnd løgtingsins verið í Dan- mark í hesum døgum. Vilhelm Johannesen, virkandi formaður í figgjarnevndini sigur, at tá danska fíggjar- nevndin var í Føroyum í fjør heyst varð føroyska nevndin boðin til Danmarkar at vitja, men orsaka av støduni í Føroyum hevur nevndin gjørt av ikki at fara. -Vit hildu okkum hvorki hava tíð ella ráð at fara av landinum, sum tíðirnar eru, sigur Vilhelm Johannesen. Vilhelm Johannesen er eisini formaður í tingbélki javnadar- floksins. Hvat sigur hann til, at stórur partur av landsstyrinum. sam- an vid embætisfólki og umbodum fyri tingid, nú er farin á fund i Norðurlanda Ráðnum? -Vit hava alla tíðina Strongt á at vera limur í Hevur Vilhelm Johannesen, virkandi formaður í figgjarnevndini sigur, at nevndin helt seg hvorki hava tíð ella ráð at fara av landinum Mynd: Kalmar ráðnum, og eru vit tað, hava vit eisin skyldu at meta, sigur Vilhelm Johannesen. Hann leggur aftrat, at hann kennir ikki skránna á fundinum, og tí kann hann ikki siga, um orsøk er fyri, at føroyska ferðalagið er so mannsterkt sum tað er. -Men eitt av målun- um, sum kemur fyri å fundinum er, um Føroya løgmaður og grønlendski og ålendski landsstyrisformenninir, skulu fåa loyvi at møta å årligu fundunum millum nordurlendsku forsæusráðharrarnar. Ti er umrådandi hjå i hvussu er okkara løg- manni at vera vid, sigur Vilhelm Johannesnen tor.-