mikudagur 11. november 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
VN se
A
november 1992
Ákærin sagt sítt
Tá verjarnir eru lidnir við sín part av dómsviðgerðini væntadi í
Dómarin vónar at hava dómin
dag, er bara eftir at fella dóm.
lidnan fyri árslok
Mándagurin í Føroya Rætti
á Parnassinum var harður
hjá fimm monnum.
Ákærin stóð henda dagin
uppi í 5-6 tímar tilsamans
og greiddi rættinum frá tí
mynd ákæruvaldið hevur
fingið av gongini frá tí degi,
tá Finnbogi Christiansen
tók stigið at at fáa Heyga-
drang bygdan.
Á ákærubonkinum sótu
teir fýra ákærdu og hoyrdu,
hvussu nógv ákæruvaldið
heldur teirhava svikað.
Til hetta umfarið av sak-
armálsviðgerðini byrjaði,
hevur ákærin itið Per Jen-
sen, sum varð biðin um at
taka hesa uppgávuna á seg.
Læntur úr Danmark til upp-
gávuna.
Tá sakarmálið varð tikið
uppaftur månamorgunin,
var eingin Per Jensen við.
Nú hevur Magnus Møller,
sum errættarasessor á Fúta-
skrivstovuni, tikið yvir sum
ákæri. Orsgkin til, at Per
Jensen ikki er ákæri longur,
sjálvt um bara tríggir dagar
vóru eftir, verður søgd at
vera, at hann er farin í nýtt
starv í Danmark. Tað er tó
longri síðan, hann fór frá
Heygadrangsmálinm, — ti
hann hevur ikki verid vid til
at orda nidurstøduna, sum
Magnus Møller nå hevur
lagt fram vegna åkæruvald-
ið. Á øllum hinum rættar-
fundunum, ið framman-
undan hava verið, hevur
Magnus Møllervirkad sum
hjálpari hjáákæranum og er
tí væl inni í málinum.
Magnus Møller nevndi,
hvussu alt er broytt i Før-
oyum sidan 80-årini, tå
pengarnir ikki trutu, læt var
at gera iløgur, og fiskiskap-
urin var góður.
Nú er alt gðrvísi, øll eru
eftirkl6k, tey kappast um at
vaska sær um hendurnar og
tveita ábyrgdina frá sær av
teimum fløgum, sum tá
vórðu gjørdar.
Magnus Møller segði, at
ákæruvaldið heæt seg hava
fingið haldgóð prógv fyri
øllum ákærunum, sum
reistar vórðu í september
mánað í fjør móti teimum
fýra monnunum fyri athava
svik móti landskassanum,
athava givið landsstýrinum
skeivar upplýsingar og hild-
ið uppplýsingar aftur við-
víkjandi fíggjarligu viður-
skiftunum hjá P/F Heygum.
Akæruvaldið hevði íkki
vikað seg ein tumma í sín-
um illgruna, segði Magnus
Møller.
Hann vildi prógva, at teir,
sum stóðu aftanfyri skipa-
byggingina, hvørki høvdu
vilja ella evni til at útvega
kravda eginpeningin,
hvørki fyrr ella seinni.
Neyðugt at stýra
Magnus Møller kom inn á
stuðulsskipanina, ið byrjaði
vid, at neyðugt var at endur-
nýggja fiskiflotan eftir
seinna heimsbardaga. Tá
landsstýrið virkið tók lut í
endurnýggjanini við lánum
og veðhaldið, var neyðugt
eisini at stýra samstundis.
Tí helt hannikki, at reiðaríð
kundi lasta landsstýrið fyri
at hava lagt seg út í bygg-
ingina av skipinum.
Reiðarin hevur í rættinum
lagt landsstýrið undir at
hava sett fót fyri bygging-
ini. Ákærin kom í ti sam-
bandinum inn á, at fíggjar-
nevndin beinanvein var
ivasom og spurdi búskap-
arráðið, sum mælti frá at
geva loyvi ul at byggja
feskfiskipaskip, sum Fin-
nbogi Christiansen ætlaði.
Teir ákærðu vistu, at
landsstýrið toygdi seg so
langt, sum tað kundi, segði
Magnus Møller. Hann helt
einki løgið vera í, at lands-
stýrið setti stór krøv, tí tað
var eitt dýrt skip, ið æskuldi
byggjast. Og landsstýrið
skuldi eisini standa til svars
yvirfyri samfelagnum,
hvussu pengarnir vórðu
brúktir, segði hann.
Akærin helt tað vera púra
burturvið, sum Magnus
Møller hevur sagt, at Atli
Dam dró Finnboga Christi-
ansen runt í einum sirkusi
sum ein sirkushest. Tað var
heldur øvugt, at teir í reið-
arínum sum drógu lands-
stýrið við at halda upplýs-
ingum aftur, helt ákærin.
Vitnið Pauli Ellefsen fekk
eina viðmerking frá ákæra-
num. Pauli Ellefsen segði,
tá hann varð avhoyrdur, at
hann herdi reglurnar um at
prógva eginpening, tá hann
var løgmaður. Hetta helt
ákærin bara vera at seta
misálit á annað landsstýrið
og geva advokatum og revi-
sorfyritøkum sum t.d. ti hjá
Paula Ellefsen misálitis-
váttan. Ognarppgerðirnar,
sum kravdar tá vórðu, vóru
líka lítið verdar sum prógv
um eginpening sum vátt-
arnir frá bankum, segði
ákærin.
Magnus Møller kom inn
á, at tað var gllum púra
greitt, hvat prógvini um eg-
inpening skulu brúkast til.
Tað kundi ikki vera nakað
galið í, at landsstýrið hevði
álit á váttanum frá bankum
og advokatum.
Eginpeningur
á pappirinum
Magnus Møller legði fram
uppskriftirnar hjá reiðarí-
inum og skipasmiðjuni fyri
at royna at fáa eginpening á
pappírinum, eftir fatanini
hjá ákæruvaldinum Pengar,
sum vóru læntir í nakrar
dagar frå leverandørum,
skipasmidjuni og bankum,
settir á bók, ið útskrift varð
gjørd frá ein åvisan dag fyri
at prógva eginpening.
Stjórin og fíggjarstórin á
skpasmiðjuni arbeiddu við
hesum saman við reiðara-
num og advokatinum.
Akærin legði fram síni
prógv fyri, at reiðaríið
ongantíð hevði havt nakað
til eginpening av týdningi.
Teir ákærdu hava nevnt
ymsar ætlanir, ið teir høvdu
um at fáa eginpeningin til
vega, men nøkur itøkilig
roynd at útvega henda pe-
ning, varð ongantíð gjørd,
segði Magnus Møller.
Akæruvaldid heldur seg
hava greida mynd av,
hvussu teir ákærdu roknaðu
og yvirfíggjaðu við at
leggja omaná sáttmálaprís-
in, tí eingin eginpeningur
var.
Stór skuld
Bæði ákærdir og vitni hava
sagt, at Finnbogi Christian-
sen var so væl fyri fíggj-
arliga, tá hann fór undir
ætlanina at byggja Heyga-
drang. Akærin vísti ti aft-
urvið at leggja fram fíggjar-
stóðuna hjá Finnboga
Christiansen og reidari-
num. Skuldi var stør, tå
re'ðaríð hevi keypt skipið
Vágaklett fyri at fáa fiski-
loyvi. Hetta skipið misti
Aftur heimsmet
Einki fordømi er i rættarsøguni um sakarmál við ákærum um so
stórt svik av slíkum slag sum Heygadrangsmálið
Ákæruvaldið hevur kravt
teir fýra í Heygadrangs-
málinum allar dómdar fyri
svik móti landskassanum,
roynd at svika, og haraftrat
at Magnus Petersen missir
rættin av virka sum advo-
katur.
Magnus Møller, ákæri,
segði í rættinum týsmorg-
unin, at teir allir full væl lut-
tóku í spælinum, ið ikki
kundi halda fram, um bara
ein teirra ikki hevði verið
við.
Ákæruvaldið hevur kravt
teir allar dømdar fyri grovt
svik móti landskassanum.
Hettekravið stendur ákæru-
valdið við.
Magnus Møller segði, at
dómurin átti at verða harð-
ur, tí hetta hevði vart so
leingi, og ú upphæddin,
ákæruvaldið heldur teir
hava sbvikað fyri er so stór.
Hann hevði leitað í dómum,
men hevði einki dómi funn-
ið um sakarmál av slíkum
slagi sum hetta við so sviki
fyri so stórar upphæddir.
Hann nevndi ein dóm, har
ein maður varð dømdurfyri
at hava svikað fyri eina
millión. Hesin fekk fongsul
í tvey ár. Her eru upphædd-
irnar nógv SØrri, og tað áttu
dómarnir eisini at verða,
segði Magnus Møller.
Her kann nevnast, at
Heygadrangur kostaði
landskassanum 72 mió.
krónur, men so nógv eru teir
ikki ákærdir fyri at hava
svikað.
Grundgevingin fyri at
krevja, at Magnus Petersen
missir rættin at virka sum
advokatur, er, at ákæru-
valdið heldur Magnus Pet-
ersen hava misbrúkt tað álit,
sum fólk havaå advokatum.
Hann er ti ikki verdugur at
virka sum advokatur, segdi
Magnus Møller.
randi
Síða 5
reiðaríið pengar uppá, tá tað
varð selt í Føroyum. Magn-
us Møller helt nógv legið
vera við keypinum og søl-
uni av Vágakletti. Reidarin
segði seg kunna vinna
nógvar pengar við at selja
skipið í Føroyum. Tað fekk
hann at enda loyvi til, men
hevði hall av søluni og lænti
haraftrat pengar til teirra,
sum keypt.
Einki stóð heldur í ognar-
uppgerðunum hjá reiðarí-
num og Finnboga Christ-
lansen um pantsettar bank-
abøkur og pantsett hús.
Lænt ogn
Akærin vildi prógva, at allir
pengarnir, sum fingir vóru
til vega vóru lán. Lán varð
brúkt til at gjalda onnur lán
við.
Eisini kom ákærin inn á,
at Ósannindi vóru í teimum
upplýsingum, sum advo-
katurin Magnus Petersen
læt skipskredittgrunninum
og landsstýrinum í umsókn-
um um fígging vid at siga, at
rættardóm.
Kærdu
Skålafjall
Landsrætturin fer hesa vik-
una at viðgera fleiri kærur
um Skálafjals-sakarmálið
Verjarnir hjá teimum báðum Magnusi Petersen og
Óla Zachariassen, sum fyrst vórðu ákærðir í Heyga-
drangsmálinum og síðan í málinum um Skálafjall,
kravdu, at rætturin vísti frá sær ákærurnar móti
teimum í málinum um Skålafjall. Teir báðir høvdu
grund til at halda, at nú var sloppið, tá Heygadrangs-
málið byrjaði. Ein grundgevingin fyri hesum var, at
táteir vórðu avhoyrdir av politinum, vórðu teir eisini
avhoyrdir um byggingina av Skálafjalli. Ein serliga
lógargrein er, sum sigur, at í summum fórum ber ikki
til at koma afturumaftur við nýggjum ákærum.
Dómarin Stig Kass gav ikki verjunum viðhald.
Hann helt ikki, teir báðir åkærdu kundu vænta, at iki
meira kundi koma. Avhoyringarnr hjá politinum
høvdu ikki snúð seg um Skálafjall, men komið var
inn á tað skipið undir avhoyringunum, tí hetta skipið
varð sammett við Heygadrang, av tí at skipini vóru
so lík tekniskt og við fíggjarskipan.
Verjarnir heittu á rættin um at fáa viðgerðina av
Skálafjalli útdsett til dómur er fallin í málinum um
Heygadrang, og til møguliga landsrættarviðgerð,
skuldi annar parturin skotið málið inn fyri hægri
rætt. Hesum setti ákæruvaldið seg ímóti.
Dómarin avgjørdi, at sakarmálið um Skålafjall
skal bíða, ul Heygadrangsmáliðer av í Føroya Rætti.
Hesa avgerð kærdi ákæruvaldið, sum ikki heldur.
málini hava nakað við hvort annað at gera. Verjarnir
hjá teimum báðum kærdu eisini avgerðina til lands-
rættin vid kravinum um at bíða til møguligan lands-
Thomas Rørdam nevndi, at verða teir åkærdu
funnir ósekir í onkrum ákærum, verða avhoyring-
arnar í Skálafjals-málinum ikki so drúgvar. Heyga-
drangsmålid hevur slitið nógv upp á Magnus Pet-
ersen bæði í ú og í aðrar mátar, segði hann.
Landsrætturin er í Føroyum í løtuni og tekur
væntandi støðu til kærurnar í hesi vikuni.
eginpeningur var tøkur, og
við ikki at upplýsa fyri
skipskredittgrunninum, tá
landsstýrið broytti játtan
sína, soleiðis at loyvi varð
givið til annað skip, enn
søkt var um.
Kanska jólatrell
Dómarin Stig Kaas hevur
áður upplýst, at hann ætlaði
at fella dóm yvir teir fýra
ákærdu, Finnboga Christi-
ansen, Magnus Petersen,
Óla Zachariasen og Kristin
Rasmussen fyri jól.
Men alt hevur drigið út,
og nú er Stig Kaas ikki
fullvísur í, at Heyga-
dragsmálið ikki verður jóla-
trøll.
randi
randi