hósdagur 12. november 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CS | Nr. 216 — 12. NOVEMBER 1992 Síða 11
Størsta avbjóðingin nú og framyvir
hjá Havnar Kommunu:
Arbeiði fyri løn
heldur enn løn
fyri einki at gera
Tórshavnar Kommuna eigur skjótast gjórligt at
standa
tilbúgvin
at taka
ímóti
avbjóðingunum í broyttu forsorgarlógini og
gera fulla nyttu av tilboði landsstýrisins, at fáa
fólk í arbeiði, heldur enn at fólk fáa løn fyri
einki at
býráðslimur
Skýggini hanga døpur yvir
okkum, og fyri mong
tykist framtíðin vónleys,
men kortini eiga vit ikki at
missa mótið. Væl at
merkja, um vit trúgva upp
á eina framtíð í Føroyum.
Eina framtíð, sum vit
sjålvi verða før fyri at seta
út í kortið, heldur enn at
bíða eftir, at aðrir koma at
gera tað fyri okkum. Men
so skulu vit eisini skunda
okkum. Havnar Kommuna
kann gera sítt til eina
positiva kúvending, og
sum hin størsta í landinum,
eigur hon eisini at gera tað.
Eg nam í grein herfyri
vid figgjarligu støduna og
útlitini. Arbeidsloysid er
alsamt vaksandi, og koma
enn fleiri uppsagnir av
almennum starvsfólkum
kann roknast við, at tað fer
at raka Havnina meinast.
Skattainntgkan minkar
Skattur og skuld
450000
400000
350000
1987
gera,
heldur
munandi skjótari enn láni-
skuldin í besta føri ger.
Lata vit standa til, og halda
fram á somu fíggjarligu
kós sum higartil, økja vit
bert um munin millum
inntøku og skuld skeiva
vegin, og tå kann ein og
hvør gera sær greitt, at her
verður galin endi.
Miðvísur
figgjarpolitikkur
I sundurgreinada rokn-
skapinum hjá Tórshavnar
Kommunu fyri 1991 vísir
grannskoðaravirkið hjá
Paula Ellefsen millum
annað á, at nettoskuldin
veksur samstundis sum
skattainntøkan minkar, og
lagt verður aftrat: Skal
hendan gongdin steðgast
er neyðugt at viðgerða
allan fígjarpolitikkin hjá
kommununi. Úrslitið má
1988 1989
Skattinnt.
Tórfinn Smith,
verða ein greiður málset-
ningur fyri á hvørjum stødi
rakstrar- og iløguaktivitet-
urin er forsvarligur í mun
til eitt givið inntøkugrund-
arlag.
Tað, sum hevur mest at
tíða í hesi grannskoðara-
viðmerking er eftir mínum
tykki, at lýst verður eftir
einum greiðum málset-
ningi fyri figgjarpolitikkin.
Tvinnar leiðir
Tey dapurskygdu siga, at
valið stendur millum pest
og kolera. Tey, ið hugsa
soleiðis eiga at halda seg
langt burtur frá gllum
politiskum valdi, tí frá
teimum fáa vit helst bæði
pest og kolera.
Hugsa vit um hverja
stóðu Havnin er í í dag,
eru tvinnar búskaparleiðir
at ganga.
Nettoskuld |
1990 1991
Skattainntøkan og nettoskuldin í árunum frá 1987 til 1991. Strikumyndin vísir, hvussu
inntøkan minkar og skuldin veksur
Í
Býráðsvalið
i Havn '92
Tórfinn Smith,
byrådslimur: Havnar
Kommuna eigur at fara
sera aktivt til verka
vinnuliga eftir miðvísari
ætlan. Hetta er treytin fyri
framhaldandi menning í
kommununi.
Onnur er, at alt virksemi
verður sett á lægsta bluss,-
bæði alment, kommunalt
og privat. Vit fara at upp-
liva hópuppsagnir, arbeiðs-
loysisskipanin verður
sprongd, eins og øll sosiala
skipanin annars. Tá er bert
at vóna, at so mikið mong
flyta av landinum, at eitt
sindur verður í part til tey,
sum eftir eru. Hesi koma
neyvan aftur, og føroyska
samfelagið verður neyvan
fórt fyri at menna seg
aftur. Hesa leiðina velja vit
Aktivan
búskaparpolitikk
Hin leiðin er at seta alt
virksemi, sum íkki er
produktivt og ikki serliga
arbeiðsskapandi á allar
lægsta bluss, og fara sera
aktivt til verka vinnuliga
eftir miðvísari ætlan.
Til tess verður sett á
stovn vinnulívs- og menn-
ingardeild innan Tórshavn-
ar Kommunu, sum í neyv-
um samstarvi við verandi
vinnuliv, vinnufeløg og
útbúgvingarstovnar kann
kanna nýggjar vinnu- og
marknadarmøguleikar, og
seta í gongd arbeiðsskap-
andi og produktiv tiltók.
Tað er sera umráðandi,
at allir relevantir partar
samstarva, so mest og best
fæst burturúr.
Samstarv
Tað kann møguliga tykjast
lætt at siga, at seta eitt-
hvørt produktivt í gongd tá
ein ikki sigur hvat tað skal
vera.
Her er at viðmerkja, at
neyvan situr nakar við
nakrari patentloysn, men
fleiri ymisk hugskot koma
fram millum ár og dag,
men tað tykist, sum tey
flestu bert fána burtur
aftur. Kanska ti eingin
samskipan er at lofta teim-
um, og fullføra verkið.
Millum annað hava fleiri
víst á møguleikarnar vid at
fiska og tilvirka fyrr 6-
kendum fiskasløg. Yva-
leyst liggja eisini møgu-
leikar í hálvfabrikata av
ymiskum slag.
Við øðrum orðum. Mong
ganga við ymiskum hug-
skotum, men hver í sínum
lagi hevur ikki møguleika
at fullføra verkið. Just tað
eigur at verða gjørt í bestu
samvinnu millum allar
partar, har kommunan
eisini eigur sín natúrliga
leiklut.
Figging fæst
I dag verða tiggjutals
milliónir latnar út um
mánaðin ul fólk fyri einki
at gera. Og hetta til fólk,
sum heldur enn fegin vildu
arbeitt fyri hvørja krónu
tey fáa í hondina.
Eitt og hvert mansbarn
hevur krav uppá at kenna
seg sum ein neyðugan lið í
samfelagnum, og somu-
leiðis krav uppá at eitt
arbeiði ul gangs fyri ein
sjálvan og samfelagið sum
heild.
Ti er verandi skipan 6-
moralsk og demoraliser-
andi. Ikki fólkini,- men
skipanin!
Var ikki betur, um hesi
fólk fingu eitthvert
meiningsfylt arbeidsulbod.
Bæði fyri teirra egnu skyld
og ikki minni ul tess at
vera við at skapa nakað, og
harvið fáa samfelagið aftur
upp á rættkjøl.
Landsstýrið hevur boðað
frá, at ein nýggj forsorg-
arlóg er í nánd, sum kann
bjóða fólki eitt arbeiðs-
tilboð heldur enn pengar
fyri einki at gera. Lands-
stýrið hevur eisini boðað
frá, at ætlanin er at lata
kommunurnar umsita ein
stóran part av hesum
nýggja tilboði. Hvor sigur,
at arbeiðsloysisskipanin
ikki eisini kann vera við?
Haraftrat eru avseuar
fimm milliónir á løgtings-
fíggjarlógini fyri 1993 ul
"Tiltøk fyri ung”. Hetta er
sum ein roynd at fáa ung
arbeiðsleys í arbeiði.
Havnar Kommuna hevur
roynt seg við onkrari
líullætnari skipan, sum
hevur verið sera væl
móttikin. Sum skilst ætlar
landsstýrið at lata komm-
ununum nakað av hesum
pengum at umsita ul tilik
endamál.
Og tað er júst her, at
Havnar Kommuna, sum
hin størsta í landinum,
kann og eigur at ganga á
odda, til gangs fyri egnu
borgararnar og sum fyri-
mynd fyri aðrar komm-
unur. Hetta eigur komandi
býráð at taka á seg sum
hina størstu avbjóðingina
nú og framyvir.
Hesir tankar eru ikki ser-
føroyskir. Teir eru royndir
aðrastaðni,- við góðum
úrslitum. Og ber tað til hjá
øðrum, má tað eisini bera
til hjá okkum.
Vit mugu sleppa gamlari
vanahugsan, og politisk
halgineyt mugu slaktast,
og ongantíð betur, um eitt
samlað býráð kann átaka
sær at standa fyri hesi
avbjóðing.
Tórfinn Smith