leygardagur 14. november 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Åbyrgdarbiadstjåri: Jan Miller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskoy
Ábyrgd og
samhugi
VANALIGA stødan hjá bankunum og
lánið frá danska tjóðbankanum fyri at
bjarga Sjóvinnubankanum hevur ræt-
tuliga skakað føroyska samfelagið.
Landsstýrið hevur verið noytt at gera
eitt nýtt uppskot til figgjarlog og før-
oyingurin fær aftur fleiri byrðar at
bera, hóast tær lægru inntøkurnar fáa
skattalætta.
TAÐ er ikki sørt, at hendingarnar tann
6. oktober tann svarta týsdagin
hava elvt til politiskt kjak. Ikki minst
eftir tað heldur eyðmýkjandi orðaskifti
á fólkatingi, tá foroyingar fingu av at
vita frá donskum politikarum. Sumt
kundu tey flestu her heima taka undir
við, men nógv bar brá av vantandi vit-
an.
SJALVANDI var hetta eisini ein kær-
komin biti hjá Tjóðveldisflokkinum.
Nú heldur hann seg aftur hava fingið
eitt prógv um, at heimastýrislógin
hevur verið meiri til skaða enn gagn.
Ja, hon er orsøkin til, at Føroyar eru
um at fara á ørmundarhus, og føroy-
skir politikkarar hava bara spælt »folk í
husi«.
Bladloik: Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Torfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Utgevar: P/1 Saslaturin
Uppseting: PÆ Soslalurin
Prent: P/T Pressan 1981
Jústines Eldesgaard
IKKI EITI á skoðsmál at geva sínum
starvsfólkum á tingi og í landsstýri, tí
skuldi hetta verið so, sum Fjúrtandi
skrivar, so hevur Tjóðveldisflokkurin
heldur ikki tikið sín leiklut í fullum álv-
ara. Men sum ikki einaferð er Tjóð
veldisflokkurin ikki serigsur. Víst hev
ur heimastýrislógin síni lýti og avmark-
ingar, men hon hevur sanniliga eisini
havt sínar fyrimunir.
HON hevur verið ein framúr góður
karmur at byggja hetta samfelagið
upp til eitt av fremstu samfeløgum í
heiminum. Føroyar hava havt eina av
hægstu tjodarurtøkum fyri hvort fólki í
heiminum. Vit hava havt eitt gott
heilsuverk og almannaverk. Vit hava
eitt rættiliga gott útbúgvingar- og
skúlaverk. Almennu tænasturnar hava
verið góðar og nógvar. Vit hava eitt
nútímans vinnutól, hóast dekan og
einstáttað.
SOLEIÐIS kundu vit hildið fram, hó-
ast nógv kundi verið ødrvisi. M.a. bú-
skaparliga styringin og ikki minst
åbyrgdarkenslan. Ikki bara hjá politik-
arum, men sanniliga eisini hjá vinnu-
lívsfólkum, bankum og ráðgevarun-
um.
ATFINNINGARNAR tróta ikki í dag,
men tíverri er meginparturin sokallað
»eftirrationalisering«. Fjúrtandi hevur
rætt í nógvum av sínum viðmerking-
um. Men ikki sóu vit hesar viðmerk-
ingarnar, tá Tjóðveldisflokkurin átti
landsstýrismannin í fíggjarmálum í
gulltíðini. Tá sóu vit bara flottar striku-
myndir í Fjúrtanda um ta góðu stødu-
na.
Í HINUM borðinum rópar Sambands
flokkurin sum ikki einaferð upp um, at
yvirtøkurnar hava koyrt okkum á
húsagang. Ja, formaður flokksins
segði ein dagin, at tað fór at ganga illa
í hesum samfelagnum, tá Javnaðar
flokkurin vrakaði Sambandsflokkin.
Tá var eingin uttanlandsskuld, segði
okkara maður í ST.
YVIRTØKURNAR hava ikki kollrent
føroyska samfelagið. Høvudsorsøkin
er hon, at alt ov lítið samsvar hevur
verið millum kostnaðarmikil vinnutól
og okkara tilfeingi. Ti var neyðugt við
stuðli. Og uppaftur meiri stuðli, tá
meiri kom upp á land. Inntil tilfeingið
var avmarkað til nakrar stertar her og
har.
FLESTU dugdu at síggja, at hetta
kundi ikki halda fram, men Sam-
bandsflokkurin tók ikki tey stóru tøkini
at steðga ørskapinum, tá hann stýrði
fyrst í åttatiårunum. Tá høvdu vit
besta fiskiár foroyinga nakrantíð og
stuðulin setti eisini met í mun til tølini
Bústaður: Argjavegi 26
Tølston: 11820
Postadr.: Postsmoga 78
119Térshavn
Telefax: 14720
Argjum
tå. Men eingin sambandsrødd taladi
at.
JAVNADARFLOKKURIN er enn sum
ådur sannførdur um, at heimastyris-
lógin hevur verið góð, og hon er eisini
góð í dag, men flokkurin ásannar hin-
vegin, at neyðugt er við nýggjum
kørmum á hesum øki. Ti hevur flokk-
urin mælt til at smíða eina nýggja lóg
eina sjálvstýrislóg. Men tað er ikki
fyrstu ferð. Tað mælti hann eisin til
eftir samráðingarnar í 1946 um eina
nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar.
BARA SPELL at tíðir ikki góvust í
heyst at fara undir hetta arbeiðið. Men
Javnaðarflokkurin fer ikki at sleppa
hesi ætlanini, og hann fer heldur ikki
at renna undan ábyrgdini í hesum
døgum, hóast tað leikar hart í bæði
borð. Skuldsetingarnar eru nógvar,
men tað eru nógv tiltøk, sum verða
framd við ringum tannabiti. Men vón-
andi verður aftur ein dagur, tá åbøtur
aftur kunnu gerast, so vit aftur kunnu
siga, at vit hava eitt vælferðarsamfel-
ag, har fólk arbeiða eftir evnum og
njóta eftir tørvi. Men skal tað eydnast
er eisini neyðugt, at fólk í verki sýna
samhuga og ábyrgdarkenslu í dag, og
at Javnaðarflokkurin heldur ikki
gloymir sínar hugsjónir sum ein sosial-
demokratiskur arbeiðaraflokkur.
Mikud. 18. & hós. 19. nov.
hava vit hesi frálíku
Sólviðgerð:
10 ferðir 190,-
1ferð 22,-
Hárviðgerð:
Barnaklipping
= 40%
NN
tif 15069 Garðsgotall Argir
Onnur viðgerð
= 20%
Maria Majbritt . Nicolina . Joan
TRÁÐUTÍÐ
Bambustráðu
ella
teleskoptráðu
til
Seiðabergið
e.a. endamál
— pilkar, nylon
e.a. fiskireiðskap...
Sjálvsagt hjá
Gk Svend Krosstein
Falkavegur - Tlf. 14600
Vinyl- og gummi
HANDSKAR
til alt arbeiði
Inn- >
fluttir
bein- X
leidis
ur
Japan
| Mi
Heilsølan
Låarvegi 14. Térshavn
| 15828 . Fax. 15893
Teir væl-
umtóktu ketlarnir
„#.€ru á goymslu
Bæði dupultir
og einkultir
Skulu tygum hava nýggjan
ketil, so tosið við okkum og
fáið eitt gott tilboð.
Vit hava serkønt fólk, ið geva
eina skjóta og góða tænastu.
- Alt tilfar til hitaverk og
sanitet fæst hjá okkum.
Smyrilsvegur 8 - Tlf. 12000
Pf. D. P. Andersen
Saltangarå - Tlf. 48474
ORNE M ON