leygardagur 14. november 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ESF)
Gudmundur Mortensen,
stjóri í Pf. N. J. Mortensen:
Ber tilvild
Tinganesi
— tá Brestir kundi koma inn fyri Poll og
nýggi Strembingur kundi koma inn fyri hin
nógu minna gamla Strembing, men vit ikki
kunnu fáa trolaran Olympe inn fyri bæði
Staksafoss og Túgvufoss, sigur stjórin í Pf.
N. J. Mortensen, Gudmundur Mortensen
Ein av teimum stóru fyri-
tøkunum í føroyskari vinnu
er Pf. N. J. Mortensen á
Tvøroyri.
Fyritøkan eigur matvøru-
handil, klædnahandil og try
skip — teir bådar idnadar-
båtarnar Gudmund og Før-
oying og so djúpvatnstrol-
aran Rasmus Effersøe.
Tilsamans eru um 30 fólk
í starvi hjá fyritøkuni, ið
hevur mong ár á baki eftir-
hondini.
Stjóri er 32 ára gamli
Gudmundur Mortensen, ið
er fjórða ættarlið av Mort-
ensen-handilsmonnum á
Tvøroyri. Hann tók við sum
stjóri í fyritøkuni, tá påpin
Niels Juul Mortensen doyði
fyri einum ári síðani.
Kann ikki steðga upp
Men hóast stødan sum
heild í Føroyum í dag er so-
leiðis skaffin, at tey flestu
helst aftra seg við at fara
undir nakað nýtt og gera
íløgur, er heta ikki júst
stødan hjá Pf. N. J. Morten-
I summar søkti fyritøkan
um loyvi frå landsstyrinum
at keypa nytt skip.
— Stødan i Føroyum er
tann, at øll tey stóru og góðu
skipini, ið komu hendan-
vegin í 80-árunum eru farin
av knóranum, sigur Gud-
mundur Mortensen.
— Men tað er ikki alt. Tey
erueisini farin av landinum,
so viteinki kunnu fáa burtur
úr teimum. Samstundis skal
so tann meira ella minni
gamli flotin røkja fiskiskap-
in, ið er. Men tað kann ikki
bera til, at alt bara skal
steðga upp soleiðis.
Við hesum í huga legði
Pf. N. J. Mortensen ætlanir
fyri landsstýrið um keyp av
tí bert trý ára gamla franska
trolaranum Olympe, ið er
bygdur í Noregi og hevur
fiskað undir Føroyum.
— Vit søktu í september
um innflutningsloyvi til
skipið, men hendan umsókn
okkara varð ikki gingin á
móti, so í løtuni er blussið
ikki høgt á hesi ætlanini,
sum vit annars tá arbeiddu
rættiliga nógv við, sigur
Gudmundur Mortensen.
Tvey skip út fyri eitt
— Fyri at fáa Olympe inn í
føroyska flotan bjóðaðu vit
landsstýrinum, at tey bæði
skipini hjá Pf. Hjaltastød,
Túgvufossur og Staksa-
fossur, skuldu fara úr flot-
anum. Hetta var í samráð
við Føroya Banka, ið nú
eigur tey bæði skipini.
Tíðliga í oktober mánaði
fekk Pf. N. J. Mortensen so
svar aftur frá landsstýr-
inum, og var tað noktandi.
Í brævinum frá landsstýr-
inum verður grundgivið
við, at tey bæði skipini hava
fiskað ov lítið síðstu seks
árini, ul at tað kann lata seg
gera, at tey fara úr flotanum,
Mynd: Kalmar
og so Olympe kemur inn í
staðin. Metingin er grundað
á meðalveiðuna hjá Túgvu-
fossi og Staksafossi og
støddina á skipunum.
— Hetta ljóða sum ein
heldur ullint frágreiðing, ti
vit eru vitandi um, at eitt nú
isfiskatrolarin Brestir kom
inn i flotan i Havnini fyri
deksbåtin Poll, og at gamli
Strembingur úr Skopun fór
úr flotanum, fyri at tann
nógv stórri nýggi Stremb-
ingur kundi koma inn í flot-
an, sigur Gudmundur Mort-
ensen.
Tilvildin má ráða
— Tá vit so fáa noktilsi fyri
at flyta eitt skip inn fyri
tvey, hóast tey kanska ikki
hava fiskað so øgiliga nógv
síðstu árini, haldi eg, at
saknur er í einari greiðari
linju í Tinganesi. Tá slík
viðurskifti gera seg gald-
andi, og so 6javnt er, hvussu
innflutningsloyvi verda
vidgjørd, er ikki so løgid, at
ein hevur hug at halda, at
tað er tlvildin, ið ræður í
Tinganesi.
Sum nú er, ger Pf. N. J.
Mortensen ikki nakað vid
hetta mål beinanvegin, men
Gudmundur Mortensen
heldur, at her má tað vera
landsstýrisins uppgáva at
skera greitt igjøgnum og
taka tær avgerðir, ið eiga at
verða tiknar, so ikki alt púr-
asta steðgar upp.
- Taðtykist, sum um regl-
Tinganes: Ikki pláss á djúpum vatni
Nr. 218 — 14. NOVEMBER 1992
Síða 3
urnar á hesum gkinum bert
verða gjørdar eftirhondini,
og tað kann eingin liva við,
sigur stjórin i Pf. N. J. Mort-
ensen.
38 arbeiðspláss
Hevdi fyritøkan keypi
Olympe, hevði prísurin ver-
ið einar 20-25 milliónir
krónur, og neyðugt hevði
verið við nøkrum umbygg-
ingum. Ætlanin var, at skip-
ið skuldi fiska á djúpum
vatni undir Føroyum, um-
framt at tað eisini skuldi
roynt í Irmingarhavinum.
— Spell, at vit ikki kunnu
keypaskipið, ti tað gevur 38
arbeiðspláss, sigur Gud-
mundur Mortensen.
hj.
--Innflutningsloyvi, ið Pf.N. J.
Mortensen bað um til Olympe,
er ay eittsindur serligum slagi,
ið vit ikki áður hava havt til
viðgerðar í Tinganesi, sigur
Kjartan Hoydal, fiskivinnu-
stjóri. — Vanligt er, at eigarin
av einum skipi biður um fiski-
loyvi til annað skip, móti at
hann afturfyri letur gamla
skipið fara úr flotanum. Hetta,
at eitt reiðarí meira ella minni
kemur til landsstýrið fyri at
veksla fiskiloyvi, er ikki van-
ligt.
Fiskivinnustjórin sigur, at
hetta førdi til, at Tinganes
valdi at geva noktandi svar til
umsóknina um innflutnings-
loyvi. — Fyrr hevur tað verið
meira vanligt, at treytirnar
fyri innflutningsloyvi vóru lin-
ari, meðan tey hesi seinnu árini
eru strammað rættiliga nógv,
sigur Kjartan Hoydal. — Eitt
nú kom Brestir til landið í
1986, og aftan á tað eru viður-
skiftini strammað munandi.
Tað, sum dentur verður lagd-
ur á, er at skip bert verða skift
út, um rætta lutfallið er mill-
um effektivitetin á tí gamla og
tí nýggja skipinum.
Sakliga trupulleikan í hesum
máli sigur hann vera, at iva-
samter, um pláss er fyri einum
djúpvatnstrolara aftrat undir
Føroyum. — Tá verður tað til,
at tikið verður frá teimum, ið
eru frammanundan, og tað ber
heldur ikki til. Men kemur eitt
annað upplegg frá Pf. N. J.
Mortensen, verður málið við-
gjørt av nýggjum.
hj.