leygardagur 14. november 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
<A
regenten
RT:
Tíðindablaðið (Sr
- Tá eg kom higar, hevði
eg eina mynd av gllum tí
góða eg kundi gera, sum
skuldi koma samfelagnum
ulgóðar. Í dag eru krøvini,
at tú skalt spara allastaðni.
Onkur skal eisini gera ar-
beiðið, hóast tað ikki er so
áhugavert, sum tú kundi
hugsað tær.
Tað er kortini ein
persónlig avbjóðing fyri
politikaran, men tað krevur
nógv av einum. Tú skalt
tora og orka at standa ímóti,
tá harðast leikar á.
Orkar tú?
- Eg eri vanliga ógvuliga
treiskur maður, og plagi
ikki at gevast á hálvari leið.
Viljin er ið hvussu so er til
staðar.
Hevði tað býtt um landsins
stóðu, um Landsstýrið leg-
di frá sær?
- Nei, tað hevði bert gjørt
støðuna enn verri. Umframt
stjórnarloysi í hálvt ár, so
hevði næsta landsstýrið
fingið somu kort á hondina
og somu umstødur at virka,
Sum vit.
Eingin broyting fæst við
nývali, bert fiskurin sum
kemur upp á land í Føroy-
um, kann broyta fíggjar-
støðuna.
- Eg eri bjartskygdur.
Batna veidumøguleikarnir,
so kann vend koma i, tann
positiva vegin, eins skjótt
og vánaligu tíðirnar komu.
Eitt sindur einsamalt
Er tað kalt at sita úti í
Nesinum í hesum døgum?
- Tað er ógvuliga torført,
tá so líuð fæst á skaftið tann
rætta vegin. Eg haviembæt-
isfólkini at tosa við og polit-
isku starvsfelagarnar, men
eg åsanni, at tað kann kenn-
ast eitt sindur einsamalt i
løtum.
Er tað stríðið vert. Kundi
tú ikki heldur hugsað tær
lærarastarvið aftur?
- Nei, hóast tað er
áhugavert at arbeiða sum
lærari, tað at hava góða
fritid 0.s.fr., so hevði eg valt
tað sama aftur.
- Ein avbjóðing er altíð á-
hugaverd, serliga í hesum
døgum. Neyvan hevur nøk-
ur politisk avbjóðing verið
stórri, enn júst í hesum døg-
um.
- Vit vita at tað bert er tal-
an um tíð, tá rákið aftur
vendir og vit fáa betri tíðir.
Spurningurin er bert,
hvussu leingi tær ringu Líð-
irnar vara.
Týsdagin verður fíggjar-
lógaruppskotið fyri 1993
lagt fram á ungi. Tá frættist
meira nágreiniliga enn her,
hvussu leikur fer.
Dagny
Stýrið fyri Lands-
sjúkrahúsið skrivar
til Jóannes
Eidesgaard:
"Stýrið fyri Landssjúkrahúsið hevur á fundi 12. nov-
ember 1992 vidgjørt viðmerkingarnar, sum Útvarp
Føroya i kvøldtidindasendingini 10. november 1992
bar frå landsstyrismanninum i heilsumålum.
Sambært útvarpinum hevði landsstyrismadurin
sagt, at tað átti at fáa avleiðingar fyri leiðsluna á
landssjúkrahúsinum, at játtanin fyri 1992 ikki var
hildin.
Stýrið skal við hesum heita á landsstýrismannin
um at venda sær til leiðsluna fyri landssjúkrahúsið
fyrst, áðrenn hann vendir sær til alt Føroya fólk við
viðmerkingum um sjúkrahúsverkið, ið bert kunnu
bróta niður tað samstarv, sum serliga nú er so
neyðugt.
I øðrum lagi skal stýrið gera vart við, at Føroya
landsstýri í avgerð dagfest 16. juli 1992 tók leiðslu-
na, L.v.s. stýrið og stjórn, av ræði og heldur stýrið, at
meirnýtslan er ein avleiðing av hesum.
Vegna stýrið fyri Landssjúkrahúsið
Petur Dahl, formaður
Nr. 218 — 14. NOVEMB
m
að
=
wo
N)
Kreppukjak i Århus
Åhugaverdur kjakfundur í Århus vid umboðum fyri ladnsstýrið
og løgtingid og einum hópi av fóroyingum, sum lesa í Århus.
Bjørt Samuelsen, matvøruverkfrødingur og sum i løtuni gongur
á 5 mánaða skeiði á journalistháskúlanum í Arhus var við á
fundinum og hevur latið okkum fáa hesa greinina.
Áhugin var sera stórur, tá einir
150 føroyingar høvdu eitað
sær á kjakfund um føroysku
kreppuna — men ikki kann sig
ast, at kollveltandi loysnir
komu á borðið sunnukveldið
9. nov. í Studenternes Hus í
Árhus.
Politikararnir Jógvan Ing-
vard Olsen, Svend Åge Ellef-
sen, Tummas Arabo, Jógvan
Adolf Johannesen og Atli Dam
vórðu bodnir at luttaka i kjak-
inum.
Ætlanin var ikki, at fundurin
skuldi snúgva seg um hvat,
hver og hví kreppan er komin,
men at luttakaramir skuldu
hyggja frameftir og koma vid
hugskotum til, hvussu vit
kunnu koma upp undan aftur.
Men beinleidis kjak millum
fundarfólkið kom ongantíð
rættiliga í gongd, og fundurin
varð mest at kalla ein pall-
borðsfundur, har politikararnir
vóru í centrum.
Fýra føroysk lesandi løgdu
| fyri á fundinum við upplegg-
um, sum skuldu nýtast sum
grundarlag fyri víðari kjaki
Av misgáum komu politik
ararnir ein tíma ov seint á fund-
in og hoyrdu tískil ikki upp-
leggini. Spell, ti tey fýra les
andi høvdu fyrireikað seg
gjølla.
Utlendingarframleiða
í Fsroyum
Ólavur Gregersen, cand. merc.
lesandi, tosaði um meguleik
arnar fyri at lata útlendingar
gera iløgur í føroyska idnadin.
— Teir skulu koma vid
»know how«, tørvandi kapitai
og standa fyri marknadar
føring av vørunum. Føroying
ar skulu soleidis virka sum
undirleverandørar. Fyri at
hetta kann lata seg gera, er
neyðugt at fyritreytimar hjá út
lendskum fyritðkum at
etablera seg í Føroyum verða
betri enn aðrastaðni
Nýggja politiska skipan
Guðrun Rógvadóttir, ið lesur
stjórnmálafrgði, setti spurnar-
tekin við tann politiska bygn-
adin í Føroyum.
— Hvussu ber tad til, at viteru
komin so langt út á eggina, áðr-
enn nakar hevur varnast at
stødan er so álvarslig? Kanska
hevði stødan verið ødtvisi og
varsemið stør, um tann
kollektiva ábyrgdarskipanin
varð broytt, soleiðis at politik-
aramnir persónliga kundu heft
fyri sínum avgerðum.
— Ein annar meguleiki at
broyta ta politisku skipanina
er, at Føroyar gerast eitt val-
dømi. Lokalpolitikkurin ger
skipanina óliðiliga og kann i
nógvum førum forða fyri
samráðingum og semings
loysnum.
Soslalu tapararnir
Morid Jacobsen, ið lesur til
sosialrådgeva, nart vid vidur-
skiftini hjå ti stødugt vaksandi
bélkinum av arbeidsleysum.
— At arbeida er ein grund-
leggjandi tørvur hjå einum
menniskja, og at ganga fyri
einki kann hava sera ålvarslig-
ar menniskjansligar eins og
sosialar avleidingar fyri tann
einstaka. Tey ungu verda
meint rakt, og sum frå lidur er
vandi fyri, at tey gerast vónleys
og líkasæl, umframt at krimi-
naliteturin-fer at vaksa. Ta er
sera umráðandi, at vit í samfe
lagnum gera pláss fyri teimum
arbeiðsleysu — at tey ikki bert
verða útskot.
Málið elsini í trongstødu
Fróði Holm Knudsen, journal-
istlesandi, tosaði um málið
sum ein part av okkara identi-
teti.
--Taðer gott, atnógvar bøkur
verða umsettar til føroyskt,
men skal lív verða lagað málin-
um, er neyðugt at umseta tað,
sum fólk lesa dagliga — eisini
lættisoppalesnað sum >Familie
Joumalen< og »Vi Unge«. Vit
hava ikki ráð til at lata málið
drukna í krepputosinum.
Kappingartørid økjast
Politikararnir véru å einum
máli um, at effektiviteturin í tí
føroyska idnadinum skal gkj-
ast.
— Vit mugu stødugt hugsa
um at fáa meiri burtur úr tí
minna, ið kemur upp á land,
segði Jógvan Ingvard Olsen,
sum eisini nevndi EF-limaskap
sum meguleika fyri at sleppa
undan útflumingstolli av
triðjalandsfiski.
Svend Áge Ellefsen segði, at
kappingarførid kann gkjast við
at skerja lønirnar
— Tað er ikki nokk, at lønar-
kostnaðurin er tann sami sum í
grannalondunum, vit skulu
vera betri enn kappingarneyt-
arnir.
Atli Dam helt ikki, at lønar-
niðurskurður økir um effek-
tivitetin.
— Lønamidurskurdur er at
líkna vid studning, men í løtuni
er tað neyðugt, ti eingin pen-
ingur er.
Virkini umleggjast
Tummas Arabo var tann, sum
kom við flest itøkiligum boð-
um uppá, hvat gerast kann og
verður gjørt í nærmastu fram-
tíð.
— Fleiri virki skulu umleggja
framleiðsluna. Arbeiðsbýti
skal gerast millum virkini, og
fleiri virki skulu samlast undir
felags leiðslu. Kapasiteturin
skal nýtast til fulnar, eitt nú
skulu virkini koyra við skifti-
holdum. Veran skal so nær at
brúkaranum sum gjørligt, tað
er har meirvinningurin liggur.
Orka skal leggjast í vitan um
meirvidgerd og í sølulidini,
segdi Tummas Arabo
Alternativ vinna
Tað mesta av kjakinum snúði
seg um fisk, um Tummas
Arabo var stutt inni á tveimum
altemativum vinnum — ferða-
fólka- og oljuvinnuni. Í løtuni
verður eitt miðvíst arbeiði gjørt
fyri at bóta um umstødurnar at
taka ímóti ferðafólki, og henda
vinnan kemur vónandi at kasta
nakað av sær.
Saman um tikið kann sigast,
at politikararnir vóru rættiliga
dapurskygdir, og eingin ivi er
um, at teir taka støduna í ram-
asta álvara. Hóast vónirnar hjá
okkum lesandi at flyta heim
ikki eru bjartar, so hava vit ann-
að enn skuld og armóð at koma
heim til. Vit eru partur av ein-
um samfelag í svárari kreppu,
og tað er tí eisini okkara ábyrgd
at fáa Føroyar aftur á rætta kós.
BS
Ringið!
- og vit skriva
(11820
Tvøroyrar
Sosial-
demokratiska
Felag
3. Uppstillingarfundur
verdur i
Tvøroyrar Skula
månakvøldid 16. nov., kl. 20
Nevndin
Vista sniðið við innrættaðum
lofti 119 m?
fæst fyri einans kr. 978.000 + MVG
kr. 800.000!
Saman við tær stýra vit prísunum!
Lyklaklár HOLMEN-hús
Nú ræður um at fóta sær. Ger ikki sum landið, men nýt peningin
skilagott, so tú íkki eisini kemur undir umsiting! ;
Nu kanst tu fåa nyggj hus vid
grundstykki fyri undir