týsdagur 17. november 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið Gil:
BI
Ejler Rubbeksen, postboð hevur
gingið nógvar kilometrar hvønn dag:
Eg fari ikki at
- Ein kend býarmynd
hvórvur, tá Ejler
Rubbeksen gevst at ganga
við posti. Tað hevur hann
gjørt í 47 ár. Á samkomu
mánamorgunin takkaði
Esbern Midjord, stjóri fyri
langa og trúgva tænastu,
eins og starvsfelagararnir
takkaðu fyri gott samstarv
og prátaðu um gamlar
dagar og hendingar
gevast at ganga
Tá Ejler Rubbeksen fekk
starvið at ganga við posti í
1946, vóru fýra postboð í
Havn og tvey landpostbod,
ið gingu í Hoyvík, Hvíta-
nesi og á Argjum.
Ejler Rubbeksen: - Vit
høvdu nógv at gera, bóru
post út eina ferð um dagin,
og skiftust um bylingarnir,
eina viku í hvgrjum stað.
- Tá kendu vit øll fólk í
Havn, og nógv teirra vóru
eldri enn foreldur okkara.
Tað vóru heilt onnur fólk,
sum livdu tá. Tey høvdu
ødrvisi hugsunarhátt, og
vóru von við eitt annað
samfelag, enn tað við liva í í
dag.
Tágingu konurnar heima,
bert nakrar vóru í fiski ella á
skrivstovu. Tí havi eg mest
havt samband við konu-
fólkið í heimunum. Tær
vóru bara blíðar og fyri-
komandi.
Fekk sær
ongan drekkamunn
Konurnar vóru altíð í
sving við onkrum húsligum
arbeiði, tá vit komu fram-
við, eitt nú bakaðu tær
breyð og køkur og tilikt.
Tað var sera hugnaligt.
- Hóast tað verður sagt, at
postboð fara inn at fáa sær
ein kaffimunn onkrastaðni á
rutuni, so var ikki hjá mær.
- Eg setti mær fyri, bert at
taka av tilbodnum um ein
drekkamunn um jóltíð. Tá
fingu vit eisini nýbakaðar
køkur afturvið, sigur Ejler
Rubbeksen skemtandi.
Ejler Rubbeksen var 21
ára gamal, tá hann fór undir
arbeiðið at bera post út í
Havn.
Tá vóru teir fýra postboð:
Pedda Rubbeksen, Jacob
Olsen (Zahle), Jógvan
Poulsen (hjå Pedda Snikk)
og Ejler. Seinni komu fleiri
til, eitt nú Jákup P. á Lava,
Terji Andrésen, Símun
Samuelsen, Såmal Christi-
ansen v.f.
Teir vóru til gongu við
posti í Havn, men land-
postboðini høvdu súkklu.
Tá pakkaposturin skuldi
berast út, leigaðu teir ein
gamlan buss frá bil-Ola.
- Tá í tíðini kundu vera
einar wíggjar vikur millum
at postur kom úr Danmark,
og ú var hópin hjá post-
boðunum at gera.
Posuneistari = Danielsen
kravdi av okkum, at vit
góvu fólk góða tænastu.
T.v.s. at vit høvdu reint
borð, tá vit góvust á kveldi.
Klokkan var ofta átua-
níggju á kvøldi, áðrenn vit
sluppu til hús.
Við posti jólamorgun
Nógv var at gera til høg-
tíðirnar, serliga á jólum. Tá
vóru hópin jólakort send í
hvort hús, somuleiðis nýtt-
árskort.
- Vit gingu við posti jóla-
aftan og jólamorgum, og
somuleiðis á nýttárinum.
Annars bíløgdu fólk
verur úr Daells Varehus og
jólabrennivín var eisini
bilagt.
- Nógv fólk vóru haldarar
av av donskum avísum, eitt
nú Berlingske Tidende og
Sosialdemokraten. Tá var
posttaskan tung at bera.
Postboð forvunnu sær
ikki nógv. Hóast arbeitt var
ul midnátt fyri jól, so fingu
teir bert eina lítla samsyn-
ing fyri eykaarbeiðið.
Konan minni í
løn tá tey giftust
Ejler Rubbeksen fekk 424
krónur um mánaðin, men tá
hann giftist í 1954 hækkaði
lónin við 100 krónum.
Kona Ejler Ingeborg
starvaðist eisini á posthúsi-
num, men hon fekk 100
krónur í lønarnidurskurdi,
tá tey giftust, so tað kom út
upp á eitt, heldur Ejler.
Ejler Rubbeksen hevur
einki ítriv at taka til, nú hann
gevst at arbeiða. Tað hava
liviumstødur hansara ikki
loyvt.
Konan Ingeborg Rubbek-
sen andaðist í august mån-
aða i ár, eftir drúgva sjúkra-
legu seinastu 15 - 20 árini.
Tey eiga eina dóttur og
tveir synir. Dóttirin er nú í
Danmark. Hon er autistiskt,
men hevur fingið ein trygg-
an gerandisdag í búfelags-
skapi við øðrum. Tey tosa í
telefon hvønn sunnudag, og
dóttirin vitjar í Føroyum um
summarið.
Stundir til umvæling
Ejler Rubbeksen: - Eg
havi tó nóg mikið at tríva í.
Orsakað av fyrst dóttrini og
síðani konuni, havi eg ikki
havt stundir at umvæla
nakað stórvegis heima. Tað
ætli eg mær nú at gera, eins
og eg fari at royna meg í
urtagarðinum.
Annars ætli eg mær at
ganga einar tríggjar - fýra
kilometrar hvgnn dag, so eg
ikki missi "kondiina". Eg
havi gingið nógv øll hesi
árini, og um gevist nú, vænti
eg at eg stirni.
Sjálvandi fari eg at sakna
samskiftið við fólk eg havi
hitt á postrutuni, men eg
stúri ikki fyri framtidini.
- Eg havi bert alt gott at
bera øllum teimum, sum eg
havi tosa við um dagarnar.
Bæði ung og gomul hava
verið blíð við meg, sigur
Ejler Rubbeksen.
Dagny
Nr. 219 — 17. NOVEMBER 1992
Sida 7
Dagny Joensen
Blaðkvinna %,
skrivar: #7
Nú gerast kvøldini myrk og long, og tað er bara
hugnaligt. Hetta er tíðin, tå fólk hittast í
veitslulag, og tað er kærkomin avbróting í hesum
døgum, sum annars ikki bjóða ul skemt
Vikan, ið fór, royndist ikki Foroya fólki betur
enn vikurnar fyri. Eitt sindur stillari kanska.
Nýggja fíggjarlógaruppskotið var lagt fram í
farnu viku, og annars vóru umboð fyri Landsstýrið
á Norðurlandaráðsfundi, hóast vanligt fólk flest
vildu hildið, at nóg mikið var at triva i - í Før-
oyum.
"Tá krubban er tóm, bitast hestarnir" sígur
orðafellið, og tað kann eisini nýtast um
politikarar øðrumegin og almennu umsitararnar
hinumegin. Øll eru vit samd um at landinum
lørvar sparingar og nýhugsan.
Hetta førdi í vikuni til, at leiðslan á lands-
sjúkrahúsinum bað landsstýrismannin í heilsumál-
um um at venda sær beinleiðis til leiðsluna, áð-
renn farið varð í fjølmidlarnar við ábreiðslum og
skuldsetingum mótvegis leiðsluni
So mikið syndarligari er hetta orðaskiftið, tí tað
rakar alt samfelagið so meint
Fyrst fingu vit ótryggleikan í Føroyum. Fólk
missa arbeiði og tey, sum enn hóra, kunnu í nógv-
um fórum bert kenna seg trygg til næsti skelkurin
kemur. Nær veit eingin, men neyvan er tað nakað
ivamål, at vit ikki eru komin á botn enn. Orða-
skifuð um Ld. Landssjúkrahúsið cr kensluborið. tí
tað snýr seg um almennu heilsuna
Ein sannroynd er tað koruni, at hóast Ogvusligar
sparingar fóru fram í summar, so var fíggjarjátta-
nin og eykajáttanin fyri Landssjúkrahúsið ikki nóg
mikið. Um tað er prógv fyri, at skeivt var spart,
eru ymsar meiningar um, men gagnligt hevði verið
at fingið tann spurningin svaraðan.
Í SvF sunnukvøldid var áhugaverd sending um
evnið, hvat er ein føroyingur?. Vit hava ikki bert
mist fótafestið figgjarliga, men nú kom fram, at
vit eisini hava eitt indentitetsproblem (samleika-
kreppu). Áhugavert tilfar, við nógvum livandi
myndum og fråsøgufølki. Tvær sendingar koma
afturat. Spennandi verður at síggja, hvat tær fara
at avdúka, og um føroyingurin verður funnin aftur
í ellum góðum.
Almannastovan stóð eisini fyri skotum í vikuni.
har danska frágreiðingin avdúkaði óreguliga fram-
ferð.
Almannastovan er vert eitt dómi um, at vit ikki
dugdu at hugsa fram í tíðina, meðan tid var.
Hesin stovnur, sum var yvirtikin í1975, við Klaus
Hermann, sála á odda og nøkrum skriv-
stovufólkum, hevur ikki verið útbygdur efur
LØV.
I 80'unum var longu greitt, at arbcidsbyrdan var
Ov stór, og reglugerðir ikki lagaðar eftir tørvi.
Um hetta mundið var bert hugsað um mió. króna
upphæddir ul skipabygging og aðrar stórar íløgur.
Sosialmål í Føroyum eru oftani komin í aðru rød.
Eingin ímyndaði sær, at vit fingu arbeiðsloysi, at
fólk bygdu hús yvir evni, peningastovnarnir fíggj-
aðu yvir evni, og vanlig fólk arbeiddu yvir evni,
fyri at fáa endarnar at røkka saman.
Tað svíður í dag, nú stórur partur av fólkinum
stendur á berum, og lógirnar ikki hava fylgt
samfelagsligu menningini. Eitt nú at verja ley
minni mentu. Tað er jú tað vit halda. at nútíðar-
samfelagið er útbygt til. So mikið størri er
sorgartilburðurin, at alt fleiri okkara gerast "tey
minni mentu”. Einastu rådini hjá mongum.cr at
fara av landinum, men hava vit samleika-kreppu í
Føroyum í dag, hvussu munnu so ley mongu kenna
seg, sum verða ríkin av landinum?