Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 219 — 17. NOVEMBER 1992 Fyrstu stigini til bruttoskatt: skal niður Umleggingin av skattinum fórir upp á longri sikt við sær, at beinleiðis skattatrýstið verður minni. Men tíðirnar eru tó ikki til skattalækking nú, og tí verður samstundis útskrivaður eyka- skattur, sigur landsstýrið Á tingfundi fríggjadagin legði landsstýrið ikki færri enn 13 mål fyn ungid, sum øll eru partur i fíggjarlóg- aruppskotinum, sum ting- menn fara at vidgera i dag. Fleiri av málunum hava við skatt at gera. Lands- stýrið hevur boðað frá, at uppskotini eru ein liður í broytingini í skattinum til eina bruttoskattaskipan, har skattafrádráttir fella burtur so við og við. Í hesum førinum er talan um at seta reglurnar um per- sónsfrádrátt, løntakarafrå- drátt og ferðafrádráu úr gildi. Eisini skýtur lands- stýrið upp, at broyta rentufrádráttin frá 42 og niður í 40 prosent. Sterri botnfrádrátt Ístaðin fyri teir ymisku frádráttirnar er ætlanin at broyta skattastigan á tann hátt, at landsskattur verður ikki roknaður av skau- skyldugari inntøku undir 22.500 krónur. Hetta sam- svarar við, at oll fáa ein frádrátt í skattskyldugu inntøkuni upp á 22.500 krónur. Í kommunuskatinum skýtur landsstýrið upp, at eingin kommunuskattur skal roknast av inntøkum undir 12.000 krónur. Or- søkin ul, at munur er á botnfrádrátunum hjá landi og kommunu er, at komm.unurnar ikki skulu bera ein lutfalsliga ov stóran part av skattaum- leggingini. Landsstýrið sigur, at ætlanin við umleggingini av persónsskattinum er uppá longri sikt eisini at fáa beinleiðis skattatrystid at lækka. Sagt verður at umleggingin hevur skatta- lætta fyri flest allar løntak- arar við sær, men tá hugsað verður um vánaligu tíðirnar, eru ikki ráð til skattalættar í dag. Tí verður samstundis útskriv- aður ein eyaskattur til landskassan fyri allar inn- tøkur hægri enn 140.000 krónur. Eykaskattur Eykaskatturin skal galda fyri næsta ár. Hann verður 3 prosent av skattskyldug- Partafelagsskatturin er minkaður burtur í einki Síðani 1987 er partafelagsskatturin minkaður úr 116 og niður í 19 milliónir. Nú fer landsstýrið at broyta skattaskipanina vidvikj- andi partafeløgunum Landsstýrið hevur skotið upp at lækka sjálvan parta- felagsskattin úr 49 prosent- um og niður í 22 prosent. Samstundis verður skotið upp, at skipanina við rakstrar- og iløgugrunni verdur broytt. Somuleidis verður skotið upp at vinn- ingsbýtisskatturin verður settur til 35 prosent. Landsstýrið heldur, at tíðin er farin frá skipanini við íløgugrunni har umleið 160 milliónir standa í løtuni. Skipanin førir við sær, at vinnurekandi held- ur velja at gera myiløgur Skattaár 1.000 kr. 1987 sk. innteka: skattur 236.790 116.002 enn umvælingar. Hetta er óheppi, heldur landsstýrið, tí nyiløgurnar eru oftast keyptar úr útlondum. meðan umvælingar er íløga, sum gevur arbeiði í Føroyum. Lækka skattin Í vidmerkingunum til uppskotið sigur landsstýrið millum annað, at vit hava, ikki minst í dag, brúk fyri fyritøkum og feløgum, sum eru kappingarfør, sum vinna pening, og sum hava stóran eginpening, sum er fortreytin fyir øktari fram- 1988 1989 269.751 148.358 211.407 103.573 leidslu, tryggum vidur- skiftum og stabilum arbeidsplåssum. Fyri at betra um hesar umstødur heldur landsstýrið tað vera neyðugt at lækka parta- felags- og felagsskauin, sum fleiri av okkar granna- londum hava gjørt. Landsstýrið heldur, at tíðin ul tilikar broytingar er júst hon rætta, tí land og kommunur fáa lítlan og ongan partafelags- og $0 nógv er felagsskatturin minkaður eftir so fáum árum 1990 1991 (fyribils) 1992 (mett) 166.337 81.502 33.000 19.000 felagsskatt inn sum er. Vist verður á, at hesin skattur er minkaður nógv seinastu árini. Í 1987 komu inn 116 milliónir, og í ár verður mett, at tað fara ikki fleiri enn 19 milliónir at koma inn í partafelags- og felagsskatti. Størri skattainntøka Landsstyrid heldur, at umleggingin av felags- skattinum fer at gera, at feløg í útheiminum fara at gera iløgur í Føroyum, so vit á hendan háu fáa økt virksemi og harvið eisini fleiri nýggj arbeiðspláss. Tí heldur landsstæýrið, at skattabroytingin í hesum førinum kann geva møgu- leika fyri øktum skattainn- tókum ul land og komm- unur. tór.- Tíðindablaðið (SKI, Fólkapensionistar skattskyldugir -men av grundupphæddini skal tó ikki gjaldast skattur Eftir broytingunum, sum landsstýrið hevur skotið upp, verða allar almannaveitingar roknadar sum skattskyldug inntgka. Eisini fólkapensionistar koma nú undir skipanina við nýggja botnfrádrátt- inum. Men haraftrat verður ein serligur frádráttur loyvdur pensionistum upp á 8.300 krónur frå landsskattinum fyri stakar persónar og 5.500 krón- ur fyri giftar persónar. Á hendan hátt kemur ein fókapensionistur ikki at rinda skatt av grundupphæddini. Hinvegin verður Skatturin eitt sindur hægri av inntøkuni, sum liggur oman fyri grundupphæddina. ari inntøku frå 140.000 til 220.000 krónur. 4 prosent av inntøkunum millum 220.000 og 300.000 krón- ur, og 5,5 prosent av inn- tøkum oman fyri 300.000 krónur. 46 milliónir í eykaskatti Eftir broytingunum, sum landsstýrið skýtur upp, fáa inntøkrunar undir 140.000 krónur minni skatt. Hin- vegin fáa allar inntgkur omanfyri meira at gjalda í skatti. Landsstýrið metir, at vanligi inntgkuskatturin fer at geva landskassanum Klokkan 10 í morgun byrjar tingið viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum. Hetta er onnur framløgan av fíggjarlógaruppskoti fyri 1993. Lítið er at ivast í, at flestu ungmenn fara at nýta hetta høvi at koma framat mikrofonini, so ordaskiftid verður drúgv.. Umrødan byrjar Tingformaðurin fær úr at gera at stýra drúgva orðaskiftinum. Mynd: Jan tór.- 722 milliónir. Eykaskattur- in fer at geva 46 milliónir. Í hesum útrokningum hev- ur landsstýrið eisini roknað við, at skatta- inntókan minkar næsta år við 11 prosentum. tór.-