týsdagur 17. november 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
;
i
Tvøroyrar Flakavirki:
Fast fótafesti á
feskfiskarókini
Tíðin er gingin frá blokkinum og skulu fiskavirki í F Øroyum
hava nakran møguleika at yvirliva, so mugu tey finna sær sina
egnu rok at arbeida å. Eitt av virkjunum, sum hevur funnid sær
sina rók er Tvøroyrar Flakavirki, sum nú í eina tid midvist og
burturav hevur arbeitt fesk fløk til útflutnings.
Royndirnar hetta fyrsta árið eru so mikið góðar, at nýggja
leiðslan á virkinum ætlar at halda fram á hesi rók og royna at
víðka um hana soleiðis, at virkið á Tvøroyri verður eitt
feskfiskavirki burturav.
Sosialurin hevur vitjað á virkinum, har vit hittu tann
nýggja og unga stjóran Egil Olsen.
Tað er eftir at virkið fekk
nýggja leiðslu í fjør, at tað
hevur gingið framá. Í
leiðsluni eru Egil Olsen,
stjóri, Magnus Jespersen,
virkisleiðari og June
Strøm, formaður. Saman
við hinum umleið 120
starvsfólkunum á virkin-
um hava tey fingið tað at
bera til.
Við ágrýtni, vilja og
skili hava hesi øll skapt
heilt nýggjar karmar um
hetta størsta arbeiðs-
plássið í oynni.
Lykilin til hesa fyribils
réttu loysnina og møgu-
liga eisini bjargingina hjá
flakavirkinum eru fesk
fløk og effektivitetur.
Áðrenn nýggja leiðslan
tók við varð virkið leigað
út ul fraklendingar, sum
saman við hvalbingum
vóru nakrir av teimum
fyrstu í Føroyum, ið mið-
víst fóru undir at útflyta
feskan fisk.
Tað eru m.a. hesar
royndir nýggja leiðslan
byggir framleiðsluna á.
Allur fiskurin, sum kemur
á virkið, verður skorin til
flak og útfluttur ísaður.
Stóra skerihøllin og frysti-
goymslurnar
tómar. Bert tað, sum ikki
kann útflytast feskt.
verður fryst.
. i
standa
Leidslan å Tvøroyrar Flakavirki, sum saman vid arbeiðsfólkinum og skipunum roynir at fáa virkið at koyra. Fv.
Magnus Jespersen, virkisleiðari, June Strøm, formaður og Egil Olsen, stjóri. Mynd jan
Meiri fisk
Í mun úl mong onnur
fiskavirki, so hevur Tvør-
oyrar Flakavirki fingið
meira fisk í ár enn í fjør.
Alt árið í fjør fekk virkið
5800 tons, og higartil í ár
hevur tað úkið ímóti 7000
tonsum og vóna tey at fáa
eini 1000 aftrat í ár.
Orsøkin til økingina er
tann, at djupvatnstrolarar-
nir hava fiskað hampuliga
væl sammett við td. par-
trolararnar. Virkið hevur
serliga arbeitt kongafisk
men eisini annan fisk.
Eini 1300 tons eru keypt á
uppbodssølu, resun kemur
frá skipunum, sum
vanliga avreiða til virkið
Virkið hevur eisini
roynt at ukið ímóti ðrum
enn teimum vanligu fiska-
sløgunum eitt nú langa-
sporli og stinglaksi.
Síðani flakavirkini á
Strondum og í Hvalba eru
latin aftur eru tað serliga
tvey virki, Tveroyrar
Flakavirki og Bacalao,
sum arbeiða kongafisk.
Feskan fisk burturav
Á Tveroyrar Flakavirki
hava tey lagt seg eftir
burturav at arbeiða við
feskflakaframleiðslu og
henda fevnir um øll fiska-
sløg.
-Tibindabladid [ søstalurin ) Nr. 219 — 17. NOVEMBER 1992 Sida 9
Magnus og Egil leggja seinastu hond á, áðrenn stór nøgd
av feskum fløkum verda avskipad seint friggjakvøldid.
Mynd jan
Egil Olsen sigur, at tå
hann tók vid sum stjóri
var eitt av málunum at
vita, hvor var styrkin og
veikleikin hjá virkinum
Ein styrkin var tann, at
virkið lág í tí seinastu
uppskipingarhavnini
Føroyum, og hetta hevur
sjálvandi stóran týdning
um tú skal flyta fiskin
feskan av landinum
-Vit hugdu sjálvandi
eisini eftir, hvat fólkið á
virkinum hevði arbeitt við
seimastu árini. Tað var ti
upplagt at arbeiða víðari
vid ti feska - ikki bert
kongafiskinum - men at
fåa onnur fiskasløg vid i
hesa framleiðsluna eisini
Meira effektiv
Uppá fyrispurning um
ikki feskfiskaframleiðslan
gevur minni arbeiði sigur
Egil Olsen, at munurin
millum hesa framleiðslu
og blokkframleiðsluna er
ikki so stórur, tá talan er
um arbeiði
Sjálvandi verða færri
arbeiðstímar, men teir
verða afturfyri nógv meira
effekuvir. Og tú sparir
eisini nógv av føstum
útreiðslum, har tú sleppur
undan at skula frysta og
hava nógvan fisk
liggjandi á goymslu
goymslu.
Tú selur vøruna her og
nú, og alt verður selt til
fastar keyparar. Einki
verður liggjandi á virk-
inum.
Henda framleiðslan er
sum so eisini bíligari í
arbeidsløn. Lønaritreidsl-
urnar pr. kilo råfisk eru
minkadar i år i mun til i
fjør við 40 oyrum, hóast
tað at hvor timi er vorðin
dýrari av eitt nú arbeiðs-
loysisskipanini.
-Sammeta vit við at ar-
beiða fryst, so gevur hetta
nakað minni av arbeiði,
men vit eru noyddir til at
prioritera rætt og uppá
longri sikt gevur feski
fiskurin besta kappingar-
pr. kilo
Krevur meira
ul útflutnings krevur sc
eisini nógv meira av bæði
arbeiðsfólki og leidsluni
Her eru krøvini ul dygd
sera stor. Henda (ir
leiðsla krevur, at tú held-
ur tað tú lovar og tað
krevur eina sera góða
samskipan millum bæði
skip, virki og avskiping
Neyðugt verður at ar-
beiða sera skjótt og effek-
uvt. Tú kanst ikki gevast
klokkan 5, men má ar-
beiða eftir eini miðvísari
tidarætlan. Og hetta ger,
at tey á virkinum arbeiða í
fleiri vaktum frá 8 á
morgni til á midnátt
Við fullari ferð
Hesa vikuna Sosialurin
vitjaði á virkinum ar-
beiddu tey við fullari ferð
frá tíðliga á morgni til
seint á kveldi fyri at klára
avtaluna við keyparamar á
meginlandinum.
Frá mikudegi til friggja-
kvøld arbeiddi virkið um-
leið 200 tons av fiski til
fesk fløk, sum vórðu av-
skipað við farmaskipunum
seint friggjakvøld. Nakað
av fiskinum fór til Há-
lands og víðari til Frak-
lands og Tysklands, restin
før ul Hirshals og sidani
eisini víðari ul Týska-
lands.
Neyðugt er at leggja
arbeiði sera væl til rættis
fyri at kunna halda eina
slíka tíðarætlan. Miku-
dagin landaði Eysturskin