mikudagur 18. november 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Dialogur í evsta tíma
Í gjár fór tingið undir 1. viðgerð av
endurskoðaða fíggjarlógaruppskotinum
fyri 1993. Sama dag skipaðu 36 fak-
feløg umboðandi meira enn 22.000 lim-
ir fyri stórari mótmælisgongu á
Vaglinum uttanfyri Tinghúsið. Millum
rødararnar vóru formenninir í tveimum
av landsins størstu fakfeløgum,
Ingeborg Vinther og Oli Jacobsen.
Blaðið prentar rødu teirra í dag.
FAKFELØGINI mótmæla rikna poli-
tikkinum og tey siga bart ut, at lands-
stýrið eigur at leggja frå sær. Vist verð-
ur á, at landsstýrið er við at undirgrava
samráðingarrættin hjá fakfeløgunum.
Fakfeløgini mótmæla eisini ætlaðu
skerjing av lønunum og hækking i livi-
kostnadinum. I yvirlysing krevja fel-
øgini at tær byrðar, sum nú verða lagdar
á ávísar stættir, verða rættvísari býttar,
og tey krejva ein skynsaman, arbeiðs-
skapandi og framtíðarvendan iløgupoli-
tikk.
TAÐ stendur greitt, at tað við hesum
verður lagt upp til stríð á arbeiðsmarkn-
aðinum og harvið í øllum samfelagnum.
Spurningurin er nú, hvat landsstýrið fer
at fyritaka sær, nú so stór fjøld av fólki
mótmælir. Og eru hesi mótmæli bert
byrjanin til ein veruligan samanberst
millum fakfeløg og politisku leiðsluna í
landinum! Hvat verður tað næsta! Aðal-
verkfall ella!
FØROYSKA samfelagið tolir ikki eitt
drúgvt stríð nú, sum fer at hava við sær,
at alt tað, sum enn er í gongd og ænir,
Fyritaksstjóri. Krisjan Dahi
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
JAVNADUR-BRØDRALAG
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tårfinn Smith - | Upps
Hilmar Jan Hansen -
Útgevari: P/1 Saslaturin
eting. PA Soslaturin
Prent: P/T Pressan 1981
Jústines Eldesgaard
verður lagt lamið. Hetta vita politikar-
arnir og hetta vita fakfeløgini eisini. Ti
ræður um at sleppa undan eini konfront-
atión, sum heilt setir kílar í samfelags-
hjólini. Og hetta gerst einans við, at
partarnir tosa saman. Hetta meta mong
verða ov seint nú, men vitandi um, at
fíggjarlógaruppskotið enn ikki er sam-
tykt, so er tíð til ein dialog. Tað ring-
asta, ið politisku myndugleikarnir
kunnu gera í slikari stóðu, er at venda
fakfeløgunum bakið og ikki lurta eftir
teirra sjónarmiðum.
TAÐ vil tí vera bæði náttúrligt og rætt,
at mótmælini og sjónarmiðini hjá fak-
feløgunum verða hoyrd innan tinggátt
og har verða tíkin við í fíggjarlógar-
viðgerðina. Tingmenn og landsstýris-
menn eiga at viðgera hesi við størsta ál-
vara og eisini út frá teimum royna at
finna avvigaðar loysnir, sum býta byrð-
arnar javnt út á øll í samfelagnum, nú
so stór og tung tek skulu takast til tess
at fáa samfelagsskútuna uppaftur á rætt-
kjól, so hon ikki kollsiglir. Eitt av enda-
málunum við fíggjarlógarviðgerðini,
skal hon umboða demokratiska manna-
gongd, er nettup at taka sjónarmið frá
eitt nú fakfeløgunum við inn í orða-
skiftið og at viga hesi væl og virðiliga.
Hetta er ikki minst týdningarmikið, nú
ein so stórur partur av fólkinum krevur
broytingar í politikkinum.
TINGMENN og landsstýrismenn eru
valdir fyri eitt fýra ára skeið. Tað eru
teir, sum skulu stýra landinum. Harfyri
er ikki sagt, at teir ikki eiga at lurta eftir
sjónarmiðjum hjá eitt nú eini nærum
samdari fakfelagsfjøld. Øll vita vit, at
tað mugu skerjingar og sparingar til í
øllum samfelagnum, men tað er greitt,
at tað er ringt at koma uttan um fakfel-
øgini, tá hesar skerjingar koma at raka
tess limir so meint. Hinvegin mugu fak-
felggini eisini vísa ábyrgd. Landsstýrið
eigur at geva sær meiri tíð at tosa við
fakfeløgini eins og fakfeløgini eisini at
at virða demokratiska rættin hjá einum
valdum stýri ikki at leypa frá síni
ábyrgd.
TAÐ er greitt, at uppgávan hjá lands-
styrinum er ikki løtt, ti pengar eru ikki
til at varðveita stýðið frá teimum góðu
árunum. Men spurningurin er bara,
hvussu hesar skerjingar verða framdar
og hvønn tær raka. At fakfelggini ikki
uttan víðari vilja góðtaka ein stóran
lønarnidurskurd júst um somu tíð sum
at ein dýrkandi MVG-skipan verður sett
í gildi, eykaskattur lagdur á fólk og ann-
að í samfelagnum dýrkar, skal íkki
nógv skil til fyri at skilja. Tað må ti
sigast at vera sera Oheppid, at alt hetta
hendir um somu tíð, tí hvgr fær
endarnar at røkka saman skal lánin
niður 10%, skatturin hækkast við 4% og
livíútreiðslurnar annars hækka við
øðrum 10%!
VIT vita, at tað hevur skund at fáa
fíggjarlógina samtykta. Men enn er tíð
til at fáa í gongd henda so týðandi
dialogin millum tey stýrandi og so
fakfeløgini. Fíggjarlógaruppskotið skal
til viðgerðar í figgjarnevdnini og her má
bera til at taka sjónarmiðini hjá
fakfeløgunum við inn í metingarnar.
Verdur alternativid, at alt samfelagid
verður lagt lamið, so kann ein og hvør
hugsa sær tær avleiðingarnar. Tí eigur
PowerWay D4 15w - 40
Framur premium motorolja til dieselmotorar,
UHB
-eisini turboløddar
Serment dygd til turbo diesel
og aðrar dieseimotorar.
Ein universe! motorolja, ið lýkur øll krøv frå dieselmotor-
framleiðarum og meira afturat.
Sera væl egnað til allar dieselmotorar. nýggjar sum
gamlar, -og so minkar tú um brennievnisnýtsluna
Spesifikatiónir:
SAE 15W-40
CCMC PD2, D4 og G4
AP! Service: CE-SF
VW 505 00
Fæst í 1, 4 og 10 litra dunkum
Eisini eru 55 og 205 litra trumlur å goymsiu
Vit hava orku til alt
Bústaður: Argjavegl 26
Telefon: 11829
Posladr.: Postsmoga 78
110Térshavn
Telefax: 14728
Argjum
og må dialogurin at førast til sidsta
sekund.
TAÐ hevur verið sagt, at var javnad-
arflokkurin ikki i Tinganesi í hesum
døgum og har ístaðin bara sótu borg-
arligir flokkar og stýrdu, so hevði polit-
ikkurin mótvegis fakfeløgunum verið
nógv harðari. Hesum kunnu vit bert
taka fult undir við. Men spurningurin er
bara, hvussu langt javnaðarflokkurin
eigur at boyggja seg í eini samgongu
við eina høgravendan fólkaflokk. Javn-
aðarflokkurin má ikki gloyma, hvønn
hesar skerjingar raka harðast og má ikki
gloyma síni grundleggjandi sosialu
sjónarmið, hóast hann er í eini sam-
gongu. Sum partur av eini samgongu
hevur hann skyldu at lurta eftir sínum
samstarvspartnara, men flokkurin må
ansa eftir ikki at lata seg draga av
sínum høgravenda samstarvsflokki so
mikið, at hann gloymir sínar røtur.
Vinyl- og gummi
HANDSKAR
til alt arbeiði
MIL-L-2104D, MIL-L-46152B
fluttir
bein-
leidis
ur
Japan
ADC
Heilsølan
Låarvegi 14. Tórshaun
Tlf. 15828 . Fax. 15893 |.