Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið SNF Kravgongan í gjár vaks allan vegin úr Gunda- dali oman í Havnina, har mótmælisfundur var við tinghúsið Tey 36 fakfelggini høvdu frammanundan stevnt fólki at møtast við Gundadals- høllina klokkan eitt. Tá var lítið fólk komið, men løtu eftir tusti til úr ollum ættum, og tá farið varð til gongu stundisliga klokkan hálvg- um tvey taldi fjøldin leys- liga mett 600 fólk. Allan vegin oman í býin kom meira fólk aftrat. Tað var bítandi kalt, men kuldin helt ikki fólki aftur. Har vóru fólk úr øllum fak- feløgum, hjá håløntum og lågløntum og eisini nógv fólk við ongum tilknýti til nakað fakfelag. Nógv høvdu fingið at vitað, at tey vórðu drigin í løn, fóru tey við. Nú má ruddast upp Við tinghúsið vórðu fýra rødur hildnar. Rødararnir vóru Paulina Jakobsen, for- kvinna í Sjúkrasystrafelag Føroyar, Oli Jac- obsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Ar- beiðarafelag og Jákup Danielsen, formaður i Starvsmannafelagnum. Vit endurgeva her triggjar av rødunum Á summum bygdum vóru fólk bilsin um, at flaka- virkið, ið einki arbeiði hevdi havt leingi, júst henda dagin hevði brúk fyri teim- um nakrar tímar. Hesi fólk kundu illa fara við. Fólkini í kravgonguni bóru dreglar og skelti við sær oman í býin. Fólk hava nýtt hugflogið, tá tey hava skrivað hesi skelti, ið ikki júst góvu landsstýrium nakra álitisváttan. "Farið heim og skammið tykkum" stóð á dreglinum framma- liga í gonguni, og eingin ivi var um, hvgnn tey boðini vóru til. randi Nr. 220 — 18. NOVEMBER 1992 | | um ætjanir v at gera, sum fakteløgini Nav | hi, og sum NÚ eru sjalvsaGeu í félkaræðisi:gan Stynss ocs Vit mótmæla at samráðingarrætturin verður 1 sun | Vit krevja at dur móti lenmóttakarunum, | sjúku og børnunum vilja vit Í um í Vit krevja, at hesi í erða dkin av borðinum aftur teimum gomlu, ikk: finna OKK- 1Dpskot og hesar tær byrðar, sum nú verða lagdar á ávísar stættir, verða rættvísari byttar. krevja somuleiðis, at Avgerandi bro Í hækkaður | gerast í hægri partape 1sskiDan | framtíðarv undirgrívin. legur skulu gerast I at af møoculeikar sum KUNNU ar vNNUMT partafelagslógin við kravi um ning, og at somu personar i treytaleyst | Vit krevja ein skynsaman, | arbeiðsskapandi og endan iløgupoiitikk. t finna og menna ot ni høldar onnur e Vit motmæla hækking i livlkostnaðinum, og skerjing av inntøkuni. Til tess at tr ae På | størn fólkaræðisigari og fakigal so meiri og annað fæst burturu Skerjingar mugu halda uppat dagpeningaskipa- Í talan er um Foroyar og feroyingar vegamóti Lat okkum ikki falla i f | av vánali tt nu havtask neyðugt við ryggja alt hetta er neyðug áVUrKar r, bæði tá utbúgving og r8eyr eru á einum Vit smíða framtíðina nú. átt orsaka gari politiskari styring og vitleyseri vinnulivstyringstyring. Henda yvirlýsing frá teimum 36 fakfeløgunum varð í gjár lisin upp á fundinum - Heyði hetta verið í óðrum londum, fingu politikarar, banka- og tryggingarstjórar durafjórðingin, segði Jákup Danielsen, for- maður í Starvsmannafelagnum, m.a. í róðu síni undir tinghúsinum í gjár Landsins kosnu menn skulu viðgera eina fíggjarlóg, sum teir hava fingið boð úr útlond- um um at gera. Poul Schliiter bant hendurnar á teimum aftur um bak, men hann gloymdi at geva teimum plástur á munnin. Undir ordaskiftinum um hina fyrru — og órealistisku fíggjarlógina — stóðu politik- arar á løgtingsins rødarapalli og søgdu, at kreppa er aðra- staðni enn í Føroyum, og at okkara kreppa er komin inn á okkum úr útlondum. Nei, teir politikarar, sum ikki duga at síggja ella ikki vilja síggja, at kreppan er hundrað prosent heimagjørd, teir eru heldur ikki førir fyri at loysa nakra kreppu. Hverjir útlendingar hava kravt, at landskassin skuldi veðhalda fyri meira enn einari milliard av skattaborgarans peningi til påra villar fløgur, og hvgrjir útlendingar hava kravt, at grunnarnir undir Føroyum skuldu ovfiskast >við premiu úr landskassanum«, sum stjór- in á Fiskirannsóknarstovuni tók til? Hvat gera teir? Føroyskir politikarar spyrja ikki, hvat teir kunnu gera fyri landið, men hvat landið kann gera fyri teir. Meðan landssjúkrahúsið skal leggjast í sandasorl og fólkapensión skal takast frá fólki, ber landsstýrið uppskot nidan í løgtingid, so Jógvan Sundstein við legtingsins væl- signilsi kann geva sváginum Olafi Olsen studningslán úr landskassanum til eina gólv- uppbodssølu, so hann fær bjargað sær einum húsum inni á Toftum. Hesir báðir heitastu tals- menninir fyri lønarlækking aftra seg ikki við at geva og taka ímóti gávum úr lands- kassanum, samstundis sum teir siga sama kassa vera so tóman, at alment lønt fólk í hundrað- tali skulu sigast upp. Jú, teir fetta sær á sum privatir vinnu- lívsmenn, men mugu hava al- mennar høkjur fyri at standa. Onnur á Ignarlistanum Soleiðis hevur landskassin blett fyri studningslán og al- menn veðhald í nógv ár, og tað gongur ikki dagur, uttan tú hoyrir úr fútarættinum, hvussu nógvar milliónir landskassin hevur mist upp á hetta skipið ella hatta virkið. Samstundis liggur í luftini ein illa fjald ákæra móti øllum alment løntum um, at tað eru tey, ið liggja samfelagnum til byrðu. Men høvdu bert fólk í almennum starvi staðið á løn- arlistanum hjá landskassanum, so hevði verið væl vorðið. Nei, tann góða milliardin, sum landskassin nú hongur upp á fyri ógoldin studningslán og almenn veðhald, er besta prógv um, at eisini onnur standa ella hava staðið á lønar- lista hjá landskassanum. Tað eru tey, ið rópa harðast um pri- vat fyritakssemi og hata alt, sum ber heitið alment. Og premian fyri skuldina til landskassan er fullur rentufrá- dráttur í skattinum, sum árliga kostar landinum millum 200 og 300 milliónir krónur. Hin- vegin skal lentakarin, sum stríðist við at gjalda síni sethús aftur, hava rentufrådråttin lækkaðan úr 42 til 40 prosent. Landsstýrið sigur seg vilja hava bankarnar at lækka rent- una. Og tað almenna skal leggja trýst á bankamar. Teir skulu koma við hattinum í hondini, segði løgmaður. Hev - ur løgmadur gloymt, at í hans- ara egnu samgongu sita banka- nevndarmenn, og hevur løg- maður spurt teir, hverju megin borðið teir ætla sær at sita, tá slagið um rentulækkingina skal standa. Og hverja rentulækking hevur løgmaður sjálvur veitt úr sínum egna banka — Húsaláns- grunninum? Ætlar lógmaður at vísa á rentuhækkingina hjá Húsalánsgrunninum fyri at fáa bankamar at lækka sína rentu? Vitfáa rokningina Rokningina fyri marglæti teirra fáu, senda teir vælferðar- skaddu nú hverjum nyfødingi og hvørjari ommu í landinum. Fólk missa hús og arbeiði og noyðast av landinum. Arbeiðs- loysisstuðulinum kunnu tey ikki liva av. Men politikarar, banka- og tryggingarstjórar halda framvegis einki skeivt hava gjørt og lata starvs fólkið bera prísin fyri sín egna ódugnaskap. Alla aðrastaðni høvdu teir langt síðani havt fingið durafjórðingin. Politikararnir hava skrivað reseptina, men sjálvir vilja teir ikki taka medisinið. Er fíggj- arlógin, sum teir nú skulu við- gera, tann heilivágur, sum skal bjarga landinum, so kundi ver- ið hóskandi at spurt, um tikarar liva í Congo. seg Ruddast má upp Nei, fyrsta stigið í landsins bjarging er, at sitandi løgting og landsstyri pakka saman. Tað merkir ikki, at andstødu- = = =/ g flokkarnir skulu sleppa framat, tí teir eru líka sekir í kreppuni sum samgongan. Sitandi leg- ting hevur ikki mandat frá fólk- inum til at umsita kreppuna, og hesi 32 fólkavaldu eru enn minni før fyri at loysa nakra kreppu. Ti er kravið, at løgtingsval verður útskrivað beinanvegin. Og um verandi politiskir flokk- ar ætla sær at hava nakra åvirk- an í einum nýggjum løgtingi, so rudda teir upp innanfloks, áðrenn teir bjóða seg fram aft- ur. Annars verða teir atvoldin Ul, at flokkar, sum tann hjá Kirsten Jacobsen á fólkatingi, fáa fótin fastan í Føroyum. + Til sølu Eitt 10-mannafar ekkolodd og 10 vid VHF, linuspæli, stampum til sølu. Ringid tlf. 43263 Sida 3