Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Alitið - Takið hasi uppskotini aftur - ella farið til hús! var heilsanin hjá Ingeborg Vinther, for- kvinnu í Føroya Arbeiðara- felag, til landsins leiðslu Hetta er á øðrum sinni, fakfe løgini eru samlað í einum bólki, fyri at mótmæla førda poliukkinum hjá teimum, ið sita við politiska valdinum. Samgongan, ið sat undan hesari, byrjaði tann politikk, ið nú sitandi samgonga hevur hildið fram við. Eftir at val varð í úrtíð, bjóð- aði javnadarflokkurin seg fram við lyftum um at samfelags- hjólini skuldu fáast aftur at mala, allar vinnuførar hendur aftur í arbeiði, tey timaløntu, ið arbeiddu innan tað almenna, skuldu ikki blakast út í vinnu- loysi. Men — hvar eru øll hesi lyftini i dag? Timalønt hava verið og verða uppsøgd innan tað almenna í hópatali, ja — hver vaskikona er jagstrað inn- an tað almenna, skjótt er eingin eftir Arbeiðsloysið veksur, hvenn einasta dag, hetta var tann politikkur, ið vit fingu. Javnaðarflokkurin = kastaði seg í føvningin á fólkaflokk- inum, og tað er reinur fólka- flokspolitikkur, ið førdur verð- ur. Gomul og sjúk liggja mest sum hjålparleys, orsakað av álitið á landsins leiðslu sparingum innan heimahjálp- ina, ið skuldi verða ein hjálp fyri tey sjúku og gomlu. Heimahjálpin skal leggjast saman vid heimasjåkrarøktini, men eingin veit, hvussu hetta skal gerast, eingin tiirættis- legging er i nøkrum, og tey, ið royna at senda mótmæli, verða bert feiðað burtur. Her situr ein skúlalærari, ið er settur sum sosialmålarådharri, og avgerð, hvussu alt okkara heilsuverk skal siggja ut. Halda tit, hann hevur víst, at hann hevur nógv skil fyri tí, ið fer fram á hesum økjum? Og soleiðis verður stýrt í øllum. Polltiskt maktarloysi Einki hendir, ið kann fáa vend í, ul tað betra, politiska stýrið liggur í maktarloysi, teir vakna bert úr maktarloysinum, tá tað er at leggja fleiri byrðar á fólk okkara. Borgararnir í hesum landi verða seigpindir, við øllum teimum túsundtals arbeiðs- leysu, umframt skal meirvirð- isgjald koma í gildi tann 1. januar 1993, ið førir við sær, at tað verður nógv dýrari at liva & Tá gfarið varð til gongu, varð heitt á fólk um at visa hógv og t.d. ikki órógva ferðslu Kravgongan á ikki so stór út, tá hon byrjaði í Gunda, men tað kom skjótt nógv fólk aftrat hjá hverjum húski. Meiri gjald á oljuna. Fyri hvørjar túsund litrar av olju skal tå gjalda 445 kr. meira. Eykaskattur skal leggjast å inntøku frå 140 túsund kr., hetta er nidanfyri eina årsløn hjá verkafólki. 2,5% skulu teir taka av fritidarlønini hjá verka- fólkinum og fiskimonnunum, og lata til arbeiðsgevaran og reiðaran, soleiðis at hesir heilt sleppa undan at gjalda eitt oyra til arbeiðsloysskipanina og eft- irlønargrunnin, nú skulu verkafólk og fiskimenn gjald 4% ul arbeiðsloysisskipanina og 1% til eftirlønargrunnin. Ja—hetta ger tann flokkur, ið skuldi vera verjin hjá verka- fólki, fiskimonnum og teim- na. Dregilin á myndini sigur sítt um um, ið ringast eru fyri í sam- felagnum. Vána verji Flokkurin kom sterkur inn á ting, tey, ið vald vórðu, skuldu gera tað betur at liva í hesum samfelagnum, fáa vend í, men so varð ikki. Arbeiðarapoli- tikkur er ikki førdur, men rein- ur fólkaflokspolitikkur. Fólka- flokkurin hevur ongantíð verið so væl umboðaður sum nú, javnaðarflokkurin er drigin eftir hárinum av umboðum fyri fólkaflokkin, ið er størsti figg- indi fakfeløgini eiga. Ja, sam- starvid er so gott, at tingmenn úr fólkaflokkinum hava úttala seg frá tingsins rødarapalli, um hvussu gott og >behagiligt< tað er at samstarva við javnað- arflokkin. Teir arbeiða so væl saman, at tað sær út sum um bert ein flokkur er í samgong- uni, nevniliga fólkaflokkurin, so illa er flokkurin farin, ið skal umboðaverkafólkið. Álitið, ið varstórt til seinasta løgtingsval, er burtur, takkað verið umboðum floksins á tingi og landsstýri fyri førda politikk. Vit hava ikki brúk fyri tí politikki, ið leggur eftir teim- um, ið ringast eru fyri í sam- felagnum, og heldur ikki fyri teimum politikarum, ið ikki megna at fáa samfelagið á føt- ur aftur. Hvussu ætla tit, at okkara verkafólk, tey arbeiðsleysu, tey, ið ringast eru fyri í hesum samfelagnum, skulu lívbjarga sær, tá alt er skorið inn á bein, og hvert virki fer á heysin? Nógv fólk havaikki til tað mest neyðuga. Tit politikarar vilja ikki skilja støðuna hjá vanliga fólk- inum, men — hvussu skulu tit tað, ongin av tykkum veit, hvussu tað er at liva av arbeiðs- loysisstuðli, ella av Almanna- stovuni, ella við at arbeiða tveir til triggjar dagar um vik- una. Tit kundu havt gott av, at roynt tey korini, nógv av okk- ara fólki livir undir í dag, so tit fingu at merkt tykkara egna politikk. Takið uppskotini aftur Vit krev;ja, at tit taka uppskotið um at skerja fritidarlønina aftur, taka eisini lógina um meirvirðisgjaldið og uppskotið um eykaskatt á eina árslen, ið liggur undir eini verkamanna- løn, aftur. Lat pensiónistarnar fáa frið, teir skulu ikki knokkroytast eisini, tey hava tænt hesum samfelagi og hava krav upp á eitt mannsømiligt lív í aldur- dóminum. Latið vnnin sáttmálarættindi hjá løntakarunum fáa frið, tað hava tit einki við at gera. Fiskivinnan skal stuðlast og útbyggjast, ið staðin fyri at verða skerd, alt okkara samfe- lag verður uppihildið av hesari vinnu. Fíggjarlógar uppskotið er órealistiskt, og kemur at føra til, at fleiri hundraðtals koma út í arbeiðsloysi, bæði á sjógvi og á landi. Takið hesi uppskot aftur — ella sleppið tykkum til hús. Landið er koyrt á húsagang, og vit hoyra um eina fíggjar- gølu fyri og aðra eftir, hvussu tað verður svansað við almenn- um pengum, eingin stýring á nøkrum. Landid er sett undir admin- istratién, er í undantaksstødu, vit hava ikki bruk fyri 32 ting- limum og 7 landsstýrisfólkum, tað eru ei heldur ráð til tess. Alt Føroya fólk er troytt av tí politikki, ið førdur hevur verið seinastu árini, hesin politikkur hevur ført okkara land út í størstu kreppu nakrantid. Allir teir, ið hava ábyrgdina, ganga fríir, um tað var aðra- staðni, ið slík atferð var gjørd, vóru teir, ið ábyrgdina hava, fyri langari tíð síðani kravdir til svars fyri sínar gerðir, men hesir halda fram bæði í poli- tikki, vinnulívi og peninga- verðini. Føroyingar eru eitt tolið fólk — men nú er nóg mikið. Vitkrevja, at vunnin rættindi fáa frið, at tey gomlu og sjúku fáa ta hjálp, teimum tørvar, at arbeiði verður til tey arbeiðs- leysu, og tað verður møguligt hjá okkara fólki at liva eitt manssemiligt lív áhesm oyggj- um.