mikudagur 18. november 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ES Á
Vit kunnu hjålpa
- Vit í fakfeløgunum meta, at við okkara medávirkan kunnu vit vera
við til at bøta um stóðuna, segði Óli Jacobsen, formaður i Føroya
Fiskimannafelag i rødu síni. Hann legði fram fleiri uppskot til at
bøta um støduna og sparkaði so bóltin til politisku myndugleikar-
nar
Tað sum ger verandi kreppu í
føroyska samfelagnum so
veruliga og álvarsama er, at
politisku myndugleikarnir
tykjast ikki hava nakra sum
helst ætlan um, hvussu vit
skulu sleppa burtur úr stóðuni,
sum samfelagið er komið í.
Tað er neyvan ivi um, at høv-
udsorsøkin til støduna er
gongdin hjå vinnulivinum, har
arbeidsplåss fara burtur av
nærum dagliga. Armóðin
verður undirstrikað av gllum
teimum góðu og nútímans
skipunum, sum fara, uttan at
nakað verður gjørt fyri at
varðveita tey í landinum, elva
til spekulatión. Men her má
samgongan eftirliva sítt egna
samgonguskjal um at varð-
veita tey nýggju skipini í
landinum. Hvussu lítlan dent
landsstýrið leggur á at varð-
veita og at fáa nýggj arbeiðs-
pláss, sæst eisini av tí veru-
leika, at landsstýrið í meiraella
minni týdningarleysum avtal-
um við onnur lond beinleiðis
avmarkar okkara møguleikar
at fáa til vega nýggj produktiv
arbeiðspláss. Hóas hetta er
eingin ivi um, at tað sum er av
avgerandi týdningi í dag er at
fáa í lag eina endurreisn av
vinnulívinum, soleiðis at vit
kunnu fáa produktiv arbeiðs-
pláss, sum kunnu vera við at
varðveita gll ini í samfelag-
num.
Og herskal sigast, at vithava
ein plan ella ætlan um, hvussu
skjøtil kann verða settur á fyrr.
Nakað av hesum hevur verið
frammi fyrr, uttan at mynd-
ugleikarnir hava látist um vón.
Men hesum kunnu teir ikki
sleppa við longur. Vit fara at
loyva okkum at krevja at land-
sins vinnu- og fakfeløg verða
tikin í álvara, tá hesi koma vid
sínum tilmælum, og myndug-
leikarnir annars ikki hava
frægari loysnir. Og tað hava
teir so ikki havt higartil.
Mugu endurreisa
vinnulívið
Fyrst er neyðugt við nýggjum
generellum karmum fyri eini
endurreisn av vinnulívinum.
Og her kann verða vist til fylgj-
andi uppskot:
1. Uppskotið frå Arbeidsgev-
arafelagnum um at partapen-
ingur i vinnuskapandi fyritøk-
um skal kunna dragast frå i
skatti. Hetta er eitt uppskot,
sum fakfeløgini kunnu taka
ndir við út frá tí sjónarmiði, at
finst einki betri uppskot um at
fáa hjólini í gongd aftur, so
vilja vit royna hetta. Hetta hug-
skot er annars eitt av tiltøkun-
um, sum Bill Clinton ætlar at
nýta fyri at fáa gongd aftur á
búskapin í USA. Ført hevur
verið fram ímóti hesum upp-
skoti, at tað fer at elva til
spekulatión. Men her mugu vit
siga, at vit heldur vilja speku-
lera okkum úr kreppuni enn at
einki hendir.
2. Víst verður eisini til tilmælið
frå fakfeløgunum um, at bund-
na uppsparingin kann verða
nytt til vinnuskapandi tiltøk.
Hetta undi verðið gjørt við, at
løntakaramir lótu teirra bund-
nu uppsparing fara í ein grunn,
sum kundi verðið nýttur til
hetta endamál, t.d. við lánveit-
ing. Tey, sum skulu hava av-
gerðarrættin á hesum grunni,
skulu sjálvsagt vera tey, sum
eiga peningin.
Við hesum báðum uppskot-
um fær hver einstakur borgari
betri møguleikar fyri sjálvur at
medvirka til neyðugu endur-
reisnina av vinnulívinum, og
skuldi hetta sett samfelagið í
eina heilt aðra stóðu, enn um
politisku myndugleikarnir
vóru einsamallir um uppgåv-
una.
3. Neyðugt er at lofta einum og
hvørjum hugskoti, sum lutvíst
kann økja um møguleikamar
hjå vinnuni at menna seg, og
sum kann lætta um hjá fólki í
verandi støduni. Tí eigur
tilboðið frá peningastovnun-
um um at lækka rentuna verða
tikið í álvara, soleiðis at henda
rentulækking kann gerast
veruleiki. Heldur tað enn at
politikararnir sleppa undan at
slakta onkra heilaga kúgv.
Bjargingamevnd
Tad er einki at ivast f, at tad eru
nógv, sum hava ugskot um,
hvussu vit skul loysa hesa
kreppu, og tí hava vit í veru-
leikanum brúk fyri eini >fylk-
ing til tjóðarinnar bjarging<,
sum tó ikki skal fara rættuliga
so langt sum tilsvarandi fylk-
ingin fór í Rumenia á jólum fyri
trimum árum síðan. Ikki enn í
hvussu er!
Okkara itøkiliga uppskot er,
at sett verður ein >bjargingar-
nevnd« við umbodum fyri po-
litisku myndugleikarnar, fak-
feløgini og arbeiðsgevarafe-
løgini. Henda nevnd skal fáa til
uppgávu sakliga at viðgera øll
tey hugskot um loysn á krepp-
uni, sum eru komin fram og
sum fara at koma fram.
Nevndin = skal koma við
tilmæli um, hvussu hesi
uppskot skulu og kunnu setast í
verk. Ráðið skal kunna taka
sær serkøna hjálp, soleiðis sum
tørvur er á, og útreiðslurnar
verða býttar millum teir partar,
sum luttaka í ráðnum.
Landsstýrið hevur nú høvi til
at vísa, at tað í hvussu er hevur
vilja til at loysa trupulleikarnar
í samfelagnum, og skal hetta
uppskot roknast sum ein útrætt
hond til politisku
myndugleikarnar frá fak-
feløgunum. Og hetta er í
hvussu er eitt uppskot, har
landsstýrið kann gera skjótt av.
Ogsum tað kann svara tann dag
í dag.
Kann bera frukt
Uppskotna nevndin skal vera
so breið sum gjørligt, soleiðis
at allir vinnutættir verða um-
boðaðir, og eiga uppskot at
koma fram áso breiðum grund-
arlagi sum gjørligt. Tað er
neyvan ivi um, at tað er møgu-
ligt at fara undir eitt miðvíst
arbeiði, sum kann fara at bera
frukt rættuliga skjótt. Fyri at
taka tað gkið, eg arbeiði við til
dagligt, er neyðugt við einum
miðvísum fiskivinnupolitikki,
hvers endamál skal vera at vit
nýta allar teir møguleikar, sum
yvirhøvur kunnu hugsast, og at
vit fáa maximala úrtgku burtur
úr øllum okkara tilfeingi. Sumt
av hesum kann gerast uttan
studning, meðan annað krevur
eitt miðvíst kanningararbeiði.
Eisini kanningararbeiði, sum
skal visa um megulig tiltøk
kunnu geva eitt samfelagsligt
íkast, sjálvt um térvur er á ein-
um ella ødrum studningi.
T.d. er havið um Føroyar
ikki nóg mikið kannað. Besta
dómiðum hetta er, at tann sein-
asta veiðan, sum menn hava
fingið úrtóku úr undir Føroy-
um, nevniliga havtaskuveiðu
við gørnum og sum eina fylgju
av hesum møguliga krabba-
veiðu, varnaðust menn vegna
eim spanska veiðutjóv. Tá hann
var tikin, varnaðust menn, at
hetta skipið var á eini veiðu,
sum vit als ikki vistu var
møgulig undir Føroyum.
Svartkjafturin
Nú er tað næstan at bannast at
tosa um svartkjaft vegna tær
royndir, sum vit hava havt av
hesum fiski. Men vit gloyma,
at svartkjafturin sjálvur var
púra ósekur í hesum mistøkum.
Og vit vita eisini, at svarkjaft-
urin er framvegis tað fiskaslag,
sum mest finst av undir Før-
oyum. Vit halda, at heldur enn
at leggja skip og steingja virkir,
eiga vit í hvussu er at kanna
hverjar møguleikar vit hava at
veiða og virka svartkjaftin við
samfelagsligum íkasti.
Ein annar veiðumgguleiki,
vit hava, og sum vit langt frá
nýta til fulnar, eru rækjurnar
eystanfyri, sum kunnu geva ar-
beiði bæði á sjónum og á landi.
Her er ein upplagdur kanning-
armøguleiki.
Hetta eru bert nakrir av teim-
um møguleikum, sum vit
kanska hava. Men vit hava bert
ikki ráð til at avskriva okkara
møguleikar, bert tí teir eru iva-
samir. Tað má kunna bera til at
konstatera, um møguleikamir
eru veruligir ella ikki.
Vit útnytta heldur ikki okk-
ara tilfeingi í nóg stóran mun.
Tað er nú hugvekjandi, at
danskir saltfiskaframleidarar
útflyta toskarhøvdini til Suður-
europa fyri góðan prís, meðan
vit blakað kanska túsundir av
tonsum av toskarhøvdum á
sjógv. Og slógvið kunnu danir
nýta til framleiðslu av
minkaskinnum. Hetta kundu
vit eisini gera fyri meira enn 20
árum síðan, so tað er løgid, at
hetta ikki skal bera til í dag.
Hetta landsstýrið hevur
meira enn nakað annað lands-
stýri havt somu meginreglu
sum Fríðrikkur kongur 6, at »vi
alene vide«. Men henda arro-
ganta vanvirdingin av øllum
ødrum sjónarmiðum gongur
bara ikki longur. Tí vit síggja
dag og dagliga, at hon dekkar
yvir eitt dugnaloysi, sum einki
annað landsstýri hevur víst
makan til. Hvussu kunnu vit
rokna við, at eitt landsstýri,
sum ikki so frægt sum er ført
fyri at svara innkomnum brøv-
um, skal kunna loysa so stórar
trupulleikar, sum teir vit síggja
ídag.
Men vit í fakfeløgunum
meta, at við okkara medávirk-
an kunnu vit vera við til at bóta
um støduna. Og við hesum
uppskotinum er bólturin spark-
aður yvir til politisku myndug-
leikarnar.
Nr. 220 — 18. NOVEMBER 1992 Síða 5
Datt á sjogv
Ein ungur miðvingur kom
væl frá, at hann endaði á
sjónum týsnáttina
Teir vóru tveir farnir á seiðaberg niðri í havnini í
Miðvági týsnáttina. Hetta var í myrkrinum klokkan
fýra um morgunin, og langt er til næstu húsini, so tað
var heppið, teir vóru tveir.
Onkursvegna var annar áhælsin og endaði á sjó-
num. Men hin fekk bjargað honum aftur upp á turt og
syrgt fyri, at hann kom undir læknahond á Ellis-
heiminum. Maðurin var uttanfyri allan lívsvanda,
men læknin avgjørdi kortini at senda mannin á
Landssjúkrahúsið til kanningar. Hann kom væl frá
tilburðinum, sigur politiið.
randi
Gjørt nýggja
frågreiding
Ríkisgrannskoðararnir lótu i
gjár frá sær nýggja frágreið-
ing um viðurskiftini í Fóroyum
Rikisgrannskodaranevndin
ikki komin, seinast frættist
sum gjørdi frågreidingina, úrTinganesi.
ið vakti so mikla øsing í Sum skilst hava grann-
Danmark, hevur nú gjørt skodaramir í hesi frágreið-
eina nýggja frágreiðing. inginitikiðviðviðmerking-
Ríkisgrannskoðararnir amar, sum Almannastovan
skuldu senda landsstyri- og sosialministeriið høvdu,
num frágreiðingina beinan- og gjørd er nýggj niður-
vegin í gjár, men hon var støda. randi
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, Tórshavn, afholdes
Torsdag den 10. dec. 1992 kl. 09.40
tvangsauktion (AS nr. 481/92) over del
af matr. nr. 35 q, Argir, lejlighed nr. 1,
beliggende Aarrås 5, Argir.
Auktionen er begæret af advokat Jógv-
an Páll Lassen, Advokatfelagið, 100
Tórshavn, tlf. 1.1260 (j. nr. 3222501)
på vegne en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 144 kvm. storgrund, det bebyggede
areal udgør 74 kvm. i 2 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på dommerkontoret.
Færøernes fogedret,
den 16.11.92
Ole G. Olesen