mikudagur 18. november 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 220 — 18. NOVEMBER 1992
Íslendsk útvarpssending gav úrslit:
Fleiri tilboð
um arbeiði
Eftir at fyristóðumaðurin á føroyska sjómansheiminum í Reykja-
vík hevdi luttikið í íslendskari útvarpssending um fóroyingar
,
sum vilja hava arbeiði í Íslandi, lótu fleiri við seg koma, sum
vilda hava fóroyingar til Íslands at arbeiða
Fyrr í vikuni fekk føroyska
arbeiðsávísingin telefax frá
Símuni Hansen, fyristødu-
manni á føroyska sjómans-
heiminum í Reykjavík.
-Kunnu tit hjálpa okkum
at finna starvsfólk til hesi
stødini,- stóð í faxinum, og
so var yvirlit yvir tey, sum
ynsktu føroyska arbeiðs-
megi. Í hesum umfarinum
var brúk fyri 16 fólkum.
Nøkur av hesum størvun-
um eru longu sett, men
onnur eru eftir. Talan er
um maskinmeistara, hús-
hjálp, arbeiði á bóndagarði
og au-pair.
Ringið til ávísingina
Frá Arbeiðsávísingini
verður sagt, at fólk eru
vælkomin at ringja til
teirra um útlendsku ar-
beiðstilboðini. Fólk kunnu
tá fáa at vita hvat arbeiði
tað snýr seg um, hvor løn-
in er, og eitt telefon-
nummar at ringja til.
Arbeiðsávísingin kann ikki
ávísa fólki arbeiði uttan
fyri Føroyar, men eru hesi
sum tilboð at rokna. Ar-
beiðsleysum stendur frítt,
um tey taka av útlendskum
arbeiðstilboðum ella ikki.
Enn hevur føroyska ar-
beiðsávísingin ikki havt
arbeiðsorku til at skipa
møgulig útlendsk arbeiðs-
tilboð, men hóast arbeiðs-
loysið eisini er í granna-
londum okkara, eru møgu-
leikar hjá føroyingum at
fáa arbeiði. Nakað av upp-
lýsingar- og skrásetingar-
&
tilfari hevur arbeidsåvis-
ingin, og haraftrat kunnu
fólk sjálvi keypa sær eina
bók í gamla bókhandli á
Vaglinum, sum Norður-
landa Ráðið hevur givið
út, og har er yvirlit er yvir
allar arbeiðsávísingarnar í
Norðanlondum.
Samskipa
Jákup Nielsen, sum er
fulltrúi í landsstýrinum í
arbeiðsmarknaðarmálum
sigur, at vit hava ein frían
norðurlendskan arbeiðs-
marknað. Hetta vil siga, at
ein og hvgr norðurlend-
ingur hevur rætt at søkja
arbeiði í ødrum norður-
landi uttan at tað er neyð-
ugt við serligum arbeiðs-
loyvi. Hann sigur, at norð-
Tíðindablaðið (SIN)
Tórgerð Nielsen, leiðari
á foroysku
arbeiðsávísingin hevur,
saman við hinum
starvsfólkunum, nógv
um at vera, so enn hava
ikki verið stundir at
samskipa útlendsku
arbeiðstilboðini.
Higartil í ár hevur
arbeiðsávísingin ávíst
sløkum 200 fólkum
arbeiði í styttri og
longri tíð. Mynd:
Kalmar
urlendsk samskipan við-
víkjandi arbeiðsávísingum
finst, og er hetta uppskotið
eisini samtykt í Føroyum,
SO vit eru nú eisini við.
Tað, sum nú er eftir er, at
vit fáa norðurlendsku ar-
beiðsávísngina at virka í
Føroyum.
Jåkup Nielsen sigur, at
bert teir praktisku spur-
ningarnir eru aftur at seta
hesa å stovn, sum eftir
ætlanini skal liggja undir
arbeidsloysisskipanini og
åvisingini, men enn hava
Sendingin i islandska
útvarpinum, har Sínum
Hansen var við í, gav
úrslit. Símun og Elin
Hansen eru
fyristóðufólk á fóroyska
sjómansheiminum í
Reykjavík. Mynd: Randi
tey ikki havt stundir til
less.
Tå nordurlendska ar-
beidsåvisngin veruliga
byrjar i Føroyar, verdur
møguligt hjå arbeidsleys-
um føroyingum er kunna
seg um hvar brik er fyri
fólki, og fáa tey á hendan
hátt møguleika at sýkja.
Arbeiðsloysið eisini
aðrastaðni
Hóast arbeiðsloysið eisi-
ni er stórt í grannalondum
okkara er ikki sagt, at tað
er Ogjørligt hjá føroyingum
at sleppa upp í part. Jákup
Nielsen heldur, at ein
orsøk man vera, at fak-
mørkini aðrastaðni gera, at
arbeiði ikki verða sett,
hóast fleiri ganga arbeiðs-
leys. Hann sigur, at eitt nú
í Íslandi arbeiða nógvir
útlendingar í fiski. Hetta
Nr. 220 — 18. NOVEMBER 1992 Síða 11
Tíðindablaðið (TI:
1. Maskinmeistari til 63 tons stóran rækjubát á Bakkafirði. 425 hesta
Carterpiller. Høgni: Telf. 97-31610-22374
2. Húshjálp til 50 ára gamlan mann í Grindavík. Frítt hús og kost. Løn 2.000
krónur um mánaðan.
3, Bóndagarður í Skagafirði. Úti og inni hjálp. Try børn, 10 mør., trý og
fimm áragomul. Neyt og hestar. Løn 2.500 - 3.000 krónur um mánaðan. Ein
fridag um vikuna. Konan í húsinum eitur Anna, telf. 95-38229
4. Au-pair á Berjanesið undir Eydjafjøllum. Bóndagarður í "SVEITT".
Arbeiði inni og úti. Frían kost og bústað. Løn í minsta lagi 2.000 krónur um
mánaðan.
Vigfuss Andresson og Jonna Elisdóttur. Telefon 98-78802
5 . Au-pair á Akranesi. Try små børn. Tað elsta seks år. Umsøkjarin skal vera
í minsta lagi 18 ár. Frían kost og bústað. Løn 2.000 krónur um mánaðan.
Ursula Arnadóttur. Telefon 93-11532 (arb. 93-1 1030)
2000 arheiðsleys
Tvær vikur hjá Arbeiðsloysisskipanini: 6,4
milliónir til 1983 arbeiðsleys. Haraftrat 1,2
milliónir til 1361 fólk innan fiskavirkini
kemur fyri ein stóran part
av, at íslendingar treyðugt
vilja arbeiða í gðrum stað
enn teir sjálvir búgva.
tór.-
FLOGFERÐA-
SED
-tilt feråasamband
HEER
Eitt yvirlit yvir arbeidsleys
í tíðini millum 30. oktober
til 12. noevmber vísir, at
slgk 2.000 fólk fingu ar-
beiðsloysisstuðul. Talið er
nógv vaksandi.
Í Havn var talið á
arbeiðsleysum hesa tíðina
618, í Suðurstreymoy
annars 67, í Norðstreymoy
150, í Eysturoy 453, í
Klaksvík 174, í Norð-
oyggjum annars 47, í
Vágunum 80, í Suðuroy
278 og á Sandoynni 106.
Meira enn helmingurin
av øllum arbeiðsleysum er
millum 16 og 34 ár.
Umframt at rinda til tey,
sum verða kallaði vanlig
arbeiðsleys, rindaði ar-
beiðsloysisskipanin 1,2
milliónir til 1361 fólk á
fiskavirkjum.
tór.-
Umstóðurnar í neystinum skulu betrast, so stuttleikasiglarar kenna seg væl og fáa tær
umstødur, teir hava brúk fyri. Mynd: Kalmar
Feroya fyrsta "Marina"
Fólk við áhuga fyri stuttleikasigling fara nú at
stovna ein marinuklubba, sum skal veita stutt-
leikasiglarum betri umstødur
Mortan á Geil, sum er
havnaumsjónar maður á
Argjum, er eisini stutt-
leikasiglari. Hann hevur
fleiri ferðir verið við bát-
inum í Hetlandi og
Orknoyggjunum, og hann
veit hvat blíðskapurin og
góðar umstødur hava at
siga fyri tey, sum um
summrarnar sigla millum
iond í stórri ella smærri
stuttleikabátum.
Mortan heldur ikki, at
føroyingar hava góðar um-
stødur at veita fremmanda-
fólkinum, sum kemur til
Føroya i stuttleikabåtum.
Bátarnir liggja ikki nóg
trygt og umstødranar hjá
manningini eru heldur ikki
góðar, og tað fer hann,
saman við ødrum at gera
nakað við.
Herfyri savnaðust nøkur
fólk, sum hava áhuga fyri
stuttleikasigling, í róðrar-
neystnum á Argjum fyri at
tingast um, hvat gerast
kann. Tey vóru samd um
at fara undir at stovna ein
sokallaðan marinuklubba.
Á fundinum vóru eisini
umboð fyri neystið, og frá
teimum fingu siglararnir at
vita, at tey í neystinum
fegin vildu leggja høli og
útgerð til í hesum sam-
bandi. Talan er um uppi-
haldsrúm, we, vaskirúm,
baðirúm og annað.
Stórur áhugi
Mortan á Geil sigur, at
stórur áhugi er millum út-
lendskar stuttleikasiglarar
at koma til Føroya. Hann
Mortan á Geil,
havnaumsjónarmaður á
Argjum hevur tikið stig til
at stovna Føroya fyrsta
marinuklubba.
Mynd: Kalmar
hevur samband við mong
ymsastaðni, og tå Føroya
fyrsta marina stendur til-
búgvin næsta summar, fara
teir at senda út faldarar til
áhugaði.
-Vit tosa um turismu.
Her er nakað, men vit
mugu eisini gera nakað
fyri at fáa fólk higar og
geva teimum umstødur, tá
tey eru komin. Annars
koma tey ikki aftur. Hvør
sigur, at vit ikki kundu
skapt eitt ávíst siglings-
miljø her á Argjum, nú vit
fáa umstødurnar, sigur
Mortan,- ikki bert fyri
útlendingar, men fyri
okkum eisini. Hann leggur
aftrat, at í bátahylinum á
Argjum liggja bátarnir
trygt, og nú fara teir eisini
at gera atløgubryggju í
uttara partinum av hyl-
inum.
tór.-