Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 220 — 18. NOVEMBER 1992 Magni Dalsgarð, leiðari á góðskingardeildini á Bacalao: -Vit mugu -Skulu vit víðari við góðskingini, og tað skulu vit, so mugu vit víðka um virksemið á góðskingardeildini á Bacalao. Steðga vit á nú og bara halda fram við tí, sum vit higartil hava gjórt, verða vit afturúrsigldir um nøkur få ár sigur Magni Dalsgarð, | leiðari á góðskingardeildini á Bacalao. Bacalao arbeiðir við eini ætlan at víðka um virksemið á góðskingarvirkinum við eitt nú at gera lidnar dógurðarættir. Annars heldur Magni Dalsgarð, at vit eiga ikki at gera somu mistók í góðskingarvinnuni, sum vit hava gjórt í flaka- vinnuni við at øll virki fara í gond við at gera somu iløgur til somu framleiðslu. Heldur eiga vit at brúka verandi góðsking- arlinjur 100% og útbyggja tær og miðja ímóti at arbeiða allar 24 tímarnar í samdógrinum. Føroyskur fiskiidnadur er å einum avgerandi vega- móti í løtuni - og hevur fyri so vítt verið tað í fleiri ár. Eftir at hava lagt størsta dentin á at fram- leiða frystan blokk nú i meira enn 20 ár eru fleiri av fiskavirkjunum farin at góðska veruna meira. Henda góðsking fevnir so bæði um fryst og feskt. Meðan einstøk virki eru farin at skera fesk fløk til útflutnings, eru onnur far- in at gera meira burtur úr bæði tí frysta blokkinum og eisini tí feska fiskinum. Endamálið við hesum er at fáa fleiri krónur fyri vøruna og lata ein part av tí arbeiði, sum hevur ligið í útlandinum, verða í Før- oyum. Bacalao byrjadi i 86 Tad eru umleid seks år síðani, at Bacalao sum eitt tað fyrsta flakavirkið fór undir víðari góðsking av blokkinum. Í dag hevur henda góðskingin av fiski- num so mikið stóran týdn- ing fyri virkið, at tað eigur umleið helvtina av gllum umsetninginum hjá virk- inum. Leiðarin á góðskingar- deildini á Bacalao er Magni Dalsgarð. Hann hevur arbeitt á virkinum síðani 1. januar í år. Frammanundan hevur hann starvast á Føroya Fiskasølu og hjá Faroe Waters. Tíðindablaðið Sosialur- in hevur vitjað á góðsk- ingarvirkinum og tosað við Magna Daísgarð. Hann vísir á, at teir byrj- aðu at skera blokk upp í 1986. Hesin varð skorin upp í smærri blokkar og var hetta sum so bert fyrsta stigið í góðskingini. Seinni varð farið at fram- leiða bæði paneraðar og stoktar fjskafingrar. Og hetta er stórt sæð fram- Tíðindablaðið #51" BUUS Magni Dalsgarð, leiðari á góðskingardeildini á Bacalao við tí traditionella blokkinum, sum fóroysku flakavirkini hava framleitt í meira enn 20 ár og so við einum ersjum við smærri stykkjum av uppsagaðum upsablokki, sum er fyrsta stigið á leiðini móti víðari góðsking. Mynd kalmar leiðslan í dag. Á virkinum framleiða tey 20 ymsar pakningar úr toski, uspa og kongafiski. Góðar keyparar Sølan av góðskaðu vøru- num er gkt ár um ár og rokna teir við at útflyta eini 3400 tons í ár fyri knappar 100 mill. kr. Í 1993 verður roknað við at framleiða eini 4000 tons, og tá fer umsetningurin helst væl upp um tær 100 mill. kr. og er hetta góð helvt av øllum umsetning- ium hjá Bacalao. Uppá fyrispurning um hvussu gongst at sleppa av við vøruna sigur Magni Dalsgarð, at tað er eitt sindur gðrvísi at framleiða góðskaðar verur og so blokk. Blokkur er ein standardvøra, sum tú kanst framleiða inn á goymslu og so selja burtur av, tí tað eru so nógvir kundar til ta veruna um kunda. Tú kanst tá ikki fyrst framleiða eina vøru og so vóna, at hon verður seld. Tú mást framleiða út frá teimum samráðingum tú hevur við kundarnar og laga innkeyp av råvøru, framleiðslu og goymslu av vøruni, so hetta hóskar til -ynski keyparans. So ein kann siga, at vør- an er seld frammanundan. Bacalao hevur serliga fyra marknadir, Frakland, Tyskland, Finland og Sweits. Byrjað varð á finska marknaðinum í 19986, men í dag er Frak- land tann størsti kundin. Men Bacalao er farið at satsa uppá aðrar marknaðir eisini sum eitt nú Sweits. Magni Dalsgarð sigur, at Sweits er ein sera áhugaverdur marknaður, tí hann hevur eina stóra keypiorku. Mugu víðari vóru, framleiðir tú til 'øskaða — Men eitt er at byrja, annað er at koma víðari á hesum fyri føroyingar nýggja øk- Leiðarin á góðskingardeildini Magni Dalsgarð vísir blaðmanninum á Sosialinum eitt av upsastykkjunum, sum eru klár at koyra í ovnin ella á pannuna. Mynd kalmar