Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-11-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið EI Nr. 220 — 18. NOVEMBER 1992 Síða 13 inum, sum eitur góðsking. Magni Dalsgarð sigur, at Bacalao arbeiðir við eini ætlan at víðka um virk- semið á góðskingarvirki- num. -Skulu vit víðari á hesum øki, so mugu vit víðka um virksemið. Steðga vit á nú og bara halda fram við tí, sum vit hava gjørt higartil, so eru vit afturúrsigldir um nøkur fá ár. Magni Dalsgarð sigur, at víðari merkir, at tú t.d. ger lidnar døgurdarættir. Hetta er tad endaliga innan fiskaframleidslu og sum tey flestu góðskingar- virkini miðja ímóti. Fyri at røkka so langt er tú noyddur at gkja virk- semið stigvíst. Hetta kann ikki gerast í einum, tí tað krevur rættiliga nógv. Arbeiða alt samdegrið Í dag verður arbeitt á góðskingarvirkinum í fleiri vaktum og oftani verður arbeitt allar 24 tímarnar i samdøgrinum. Magni Dalsgarð sigur, at virkið hevur rættiliga stóra orku og kunnu teir við verandi maskinum ar- beiða nógv størri nøgdir enn teir gera í dag. Hann heldur ikki, at vit eiga at gera somu mistgk í góðsk- ingarvinnuni, sum vit hava gjørt í flakavinnuni, 1. F ramleidsluorkan å góðskingarlinjuni er sera stór og kunnu tey koyra nógv túsund tons í gjógnum verður arbeitt í fleiri skiftum. Mynd kalmar. har vit bara hava hugsað um at útbyggja maskinparkina og als ikki um, hvussu vit kundu fáa sum mest burtur úr gjørdu iløgunum. -Eg haldi vit eiga at hyggja eftir, hvussu n6gv- ar tímar í samdøgrinum tú kanst arbeiða heldur enn at keypa fleiri maskinur og arbeiða færri tímar. Tað má vera fíggjarliga betri at brúka verandi maskinur allar 24 tímarnar enn at fáa fleiri góðsk- ingarlinjur upp at standa. Trupulleikin tú hevur í flakavinnuni í dag er jú nettup tann, at tú hevur alt ov nógvar maskinur. Sølan fyrst Uppá fyrispurning um vit eiga at fáa góðskingarvirki á hvgrjum tanga sigur Magni Dalsgarð, at vit við hesum hugsunnarháttinum koma í júst somu stødu sum flakavirkini eru í. -Men sjálvandi kanst tú keypa råvøru aðrastaðni frá og harvið hava eina framleiðslu av góðskaðum vørum á fleiri virkjum, men út frá egnum roynd- um og ikki minst í góðsk- ingarvinnuni haldi eg tað týdningarmesta pappírið er sáttmálin við kundan. Tað ber ikki til at fara út og gera iløgur í maskinur og so siga, at ein er koyri- x = æ klárur at taka ímóti kund- um. Men sjálvandi skal tú eisini hava neyðugu út- gerðina, áðrenn tú ger av- talur við kundan. Flytur millumliðið til Føroya Magni Dalsgarð sigur, at marknadurin fyri góðsk- aðar fiskavørur er nógv torførari at koma inn á enn við vanligu flakavørunum. -Tú yvirtekur í veruleik- anum allar uppgávurnar, sum millumliðið inni á meginlandinum hevur í dag. Hetta millumlið flytur tú til Føroya. Hvat heldur so leiðarin á góðskingardeildini á Bacalao um framtíðina hjá fiskiidnadinum! -Eg kann bert taka undir vid Martin Jacobsen, tå hann sigur, at tað sær svart út. Men skulu vit koma víðari, og tað skulu vit, so er einasti máti hjá virkjunum at finna sær eina specialframleiðslu - finna sær sína egnu rók. -Søluarbeidid hevur tann altavgerandi týdn- ingin. Her mugu vit veru- liga satsa alt vit kunnu, tí uttan ein marknað og kundar kann alt gera tað sama. Kundapappírið má vera í lagi, áðrenn tú fer í gongd av álvara. Á góðskingardeildini á Bacalao. Blokkurin er uppsagður í smærri stykki, sum verða pakkað beinleiðis til brúkaran. Mynd kalmar EF-avtalan Magni Dalsgarð heldur annars, at tað er sera um- ráðandi fyri fiskiídnað- in,og serstakliga g6dskingaridnadin, at hann kann keypa fisk úr útlandinum eisini. Hetta fyri at kenna prísleguna betri og fyri ikki at verða heftur av einstøkum framleiðarum. Men tað er ikki bara at siga tað at keypa fisk aðrastaðni frá. Her kemur avtala okkara við EF inn í FÝRA HØVUDSVINNINGAR: Olympus AF - 10 myndina í sambandi við 3. lands fiski, sum setir nakr- ar forðingar. Magni Dalsgarð sigur, at avtalan á hesum gki er ein rættiliga stór forðing við tað at tú kanst íkki keypa blokk frá teimum, sum framleiða nógvan blokk td. Noreg, sum er ein stórur blokkframleið- ari. Skal tú keypa blokk úr Noregi verður tollur lagd- ur á ta lidnu vøruna, tå hon kemur inn í EF. Tvs. at skal tú brúka blokk úr ødrum londum til fram- leiðsluna í Føroyum, so má hon koma úr EF- londum. -Men hvussu og ikki, so mugu vit royna at koma víðari og hetta skal gerast miðvíst og við neyvari tilrættalegging bæði í framleiðslu- og sgluliðn- um sigur Magni Dalsgarð. jan HBVUÐSVINNINGUR: Snarferð fyri tvey til Aberdeen við Smyrli — tað vælroynda heil- automatiska fototólið frá Strandfaraskip Landsins Ferðamannadeildin FR-700 Klaksvík Tlf. 57566-56006 Strandfaraskip Landsins Ferðamannadeildin FR-100 Tórshavn Tlf. 14550-17058 SP Pr Pe