Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ligt, at teir royndu at yvir- fólka, tá Jákup, John ella Christian Høgni vórðu sendir oman her. Og so kyknaði vónin um, at okkurt munagott kortini kundi spyrjast burturúr dystinum. Einki mál afturat kom fyri steðgin, men tað átti tað at gjørt. Andrew av Fløtum, sum annars strídd- ist væl, varð spåældur púra leysur, tá John Petersen fekk stýrt eitt innlegg yvir móti honum, men tíverri endaði skotið beint í krov- inum á málverjanum. Fingu ferðina á Fleiri útskiftingar vórðu framdar í steðginum, og hetta kundi kanska verið orsøk til órógv á føroyska liðnum. Eitt nú varð mið- verjan skift út, soleiðis at Óli og Pól fingu ein hálv- leik, nú teir kortini vóru í hópinum, og á miðvøllin- um varð ein lítil umskipan framd. Ein umskipan, sum merkti at Julian Johnsson fekk leiklutin hjá Jákupi í høgra borði, meðan Ingi Højsted slapp at royna seg mitt í miðjuni, og soleiðis eisini seta met sum yngsti føroyski landsliðsleikarin. Heilt skjótt vóru eisini boð eftir føroysku verjuni, tá Jens Martin hevði eina góða bjarging, men so settu okkara seg á tað mesta. Kanska ikki í heilt so stóran mun, sum teir gjørdu í løt- um sunnudagin, men spæl- ið varð trýst alt meira om- aneftir. Raidini hjá Julian tóktust órógva nógv í høgru, og tá vinstra síða framvegis kom væl niðan- eftir, sá alt betri út. Og um miðjan hálvleikin kom so forloysingin. Súni Olsen, sum spældi við alt meira sjálvsáliti, sendi eitt væl skrúvað frí- spark diagonalt inn úr vinstru. Kasakiski málverj- in mundi halda seg hava tamarhald á, men áðrenn bólturin nakran tíð kom í føvning hansara, hevði Andrew sett kollin á. Og so kom av álvara ferð á. Mótstøðumenninir tókt- ist nú eisini vera rættiliga moyrir, og í stóran mun vóru leiklutirnir býttir um. Soleiðis at skilja at tað nú vóru okkara, sum fingu betri stundir á miðvøllin- um, og harvið eftirfylgjandi fingu trýst alt meira. Og í seinasta enda fingu vit eisini sigursmáli. Hetta kom eftir enn ein deyðbólt, og aftur var tað Súni, sum legði upp. Tað kann vera, at markeringar- nar hjá mótstøðuni vóru leysar í brotsteiginum, men hornasparkið var hart og væl sparkað inn, og Julian Johnsson skuldi í veruleik- anum ikki gera so øgiliga nógv annað enn at møta bóltinum, sum stakk niður í vøllin og so í meskarnar. Mistu tað vakrasta Og tá leiðslan fyrst var staðfest, so mundi fáur ivast í, at tað vóru føroying- arnir, sum áttu dystin. Eina einstaka ferð vóru tó av álvara boð eftir verjuni, tá misskiljing á miðvøllinum viðførdi stóran møguleika. Men í fyrstu atløgu bjarg- aði Jens Martin frágera væl, og í aðru atløgu fekk Súni stútað burtur tætt inni undir málinum. Og í hinum endanum kundi talan væl verðið um munandi fleiri mál. Fleiri ferðir var tað bara seinasta sendingin, sum restaði, áðrenn talan gjørdist um heilt opnan møguleika, og eisini mundi Christian Høgni sloppið á talvuni, eftir at hann hevði drigið gjøgnum størsta partin av mótstøðuverjuni. Størsti møguleikin kom tó heilt móti dystarloki. Og lat tað vera sagt, at endaði tann bólturin í málinum, hevði talan helst verið um vakrasta mál í føroyskari landsliðssøgu. Fyrst snýtti Hjalgrím fullkomuliga tveir verju- leikarar, tá hann hart kroystur í vinstra horni hælaði bóltin inn til Jann Inga. Toftamaðurin, sum eftir branddystin sunnu- dagin spældi við stórum sjálvsáliti, snýtti fyrst ein, men tá málverjin so kom út, miseydnaðist seinasta drag- ingin. Møguleiki var annars at spæla bæði John og Julian, sum báðir bíðaðu eftir tvørbóltinum, men tað bleiv so av ongum. Soleiðis fingu vit ikki róman oman á lagkøkuna, men tða mundi kortini bila minni. Sigurin varð fingin til høldar, og vinnandi partur- in spælir altíð væl. Tað gjørdu mótstøðu- menninir ikki seinasta partin av dystinum, har frustratiónirnar um tvey fylgjandi tap týðiliga komu til sjóndar, og í fleiri førum var upptrekk til veruliga illstøður. Men hesar fingu tíbetur ikki loyvi at káma føroyska avrikið, sum hóast alt betraðist í samfullar 90 minuttir. Nr. 82 • hósdagur • 1. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Fyrstu longu løtuna bar millum lítið og einki til, men hóast aftanfyri, so treiskað- ust okkara menn, og við einum góðum seinna hálvleiki fingu teir eisini togað sig- urin heim í seinna dystinum móti Kasakstan LANDSDYSTUR orð: Jákup Mørk myndir: Álvur Haraldsen Tá tú hevur vunnið, so hevur tú altíð spælt væl. Tað er í øllum førum ein av sokallaðu ævigu sannleik- unum innan fótbóltsheimin. Týskvøldið á Tórsvølli var hetta tó ein sannleiki við ávísum modifikatiónum, tí tað var í øllum førum langt frá alla tíðina, at føroyska landsliðið spældi so øgiliga væl. Tungt Eftir 3-2 sigurin í fyrra dystinum, vóru tað annars mong, sum høvdu vónir um í øllum førum ein sannfør- andi sigur týsdagin. Men tað var tó skjótt greitt, at hesi ikki fingu so heilt rætt í sínum forsøgnum. Ikki tí. Føroyska landsliðið mundi av útsjónd vera heilt nær tí, sum má roknast sum ideal- uppstillingin til Íslands dystin. Tað vil siga, at leik- bannaðu Óli Johannesen og Pól Thorsteinsson vóru á beinkinum, meðan Hans Fróði Hansen í miðverjuni og Christian Høgni Jacob- sen á høgra bakki vóru á hesum plássum. Fróði Benjaminsen og Julian Johnsson byrjaðu báðir á sentrala miðvøllinum, og so vóru teir báðir HB-leik- ararnir nú eisini við. Rógvi Jacobsen vinstrumegin miðjuni og Andrew av Fløtum í álopinum. Kanska vóru tað mis- jøvnu fyrireikingarnar til dystin. Nógv ferðing, nak- að av venjing og tveir tættir dystir. Ella kanska var or- søkin ein heilt onnur. Men í øllum førum var tað so, at føroyska liðið tóktist óvan- liga tungt. Uppspælið gekk als ikki so væl gjøgnum síðurnar, sum tað annars hevur gjørt seinastu dystir- nar, miðvøllurin megnaði á ongan hátt at seta seg inn í nærdystunum, so mót- støðumenninir stressaðust, og hetta viðførdi aftur, at verjuparturin sjáldan hevði umstøður til at organisera seg nóg væl. Og longu eftir seks minuttum gekk galið, tó at eitt stórt føroyskt mistak skuldi til. Christian Høgni Jacobsen framdi eina deyðssynd fyri ein bakk, tá hann spældi inn í vøllin til mótspælara undir trýsti. Hans Fróði Hansen hevði ikki neyðugu ferðina, sum skuldi til fyri at bjarga støð- uni, og so var Jens Martin seldur. Hann fekk tó steðga tí leysa Lunov, men tíverri uttan at bólturin var ímill- um, og so var einki at tosa um. Gult kort og brots- spark, sum Lotjev setti ósvikaliga trygt í netið. Og í løtunum eftir hetta, tóktist tað heilt leingi, sum var alt sjálvsálit sogið úr føroyska liðnum. Har var eingin at skifta leikferð ella binda spælið saman. Bóltar vórðu vunnir eftir førimuni, men mest sum hvørja ferð vórðu teir tveittir burtur alt fyri eitt. Gaman í var vandi av álvara á ferð einar tvær reisur framman fyri mót- støðumálið, men hinvegin høvdu gestirnir so avgjørt eisini sínar møguleikar. Millum annað mundu fleiri halda ondini, tá Maxim Sámtjenko miðskeiðis í hálvleikin reyk um koll í brotsteiginum, men tann royndin endaði so við gul- um korti til kasakan. Loftaðu sær Og so við og við komu okk- ara menn betri við í spælið. Miðvøllurin fekk spakuliga eitt tak á mótstøðuni, so- leiðis at teir ikki altíð fingu eins stórt øki at spæla á, og hetta lætti sjálvsagt um trýstið á verjuna. Síðurnar byrjaðu eisini at koma betur við. Ikki minst Súni Olsen í vinstru, sum fleiri ferðir royndi at koma framvið, tá Rógvi Jacobsen legði meira inn í vøllin, og nøkur líkinda innlegg spurdust eisini burturúr. Hinvegin tóktist ikki so nógv veiggj vera í vanligu vandamiklu høgru síðu hjá okkum. Mótstøðumenninir tóktust eisini rættiliga ætla sær, at haðani skuldi bóltur- in undir ongum umstøðum sendast inn, og tað var sjón- 86. Føroyar–Kasakstan 2–1 (0–1) Vinardystur Týsdagin 29. apríl 2003 kl. 18.45 800 áskoðarar á Tórsvølli Dómarakvartett: Bragi BERGMANN, Ísland, Jens Albert Simonsen, Regin EGHOLM og Kristinn JAKOBSSON, Ísland (4. dómari) 0-1: Evghéniy LÓVTJEV 6 br. 1-1: Andrew AV FLØTUM 64 2-1: Julian JOHNSSON 75 Føroyar: 1. Jens Martin KNUDSEN (liðf.), NSÍ, 58/- 147 - 2. Christian Høgni JACOBSEN, Vejle BK, 15/2, 3. Hans Fróði HANSEN, B68, 25/1 (13. Óli JO- HANNESEN, Hvidovre BK, 60/1, 46.), 5. Jón Rói JACOBSEN, Brøndby IF, 10/0 (14. Pól THOR- STEINSSON, B36, 27/0, 46.), 4. Súni OLSEN, GÍ, 8/0 - 9. Jákup Á BORG, B36, 26/1 (17. Ingi HØJ- STED, Arsenal FC, 1/0, 46.), 7. Fróði BENJA- MINSEN, B68, 19/1 (15. Jan Ingi PETERSEN, B68, 2/0, 74), 8. Julian JOHNSSON, B36, 49/3, 6. Rógvi JACOBSEN, HB, 19/1 - 10. John PETERSEN, B36, 45/6, 11. Andrew AV FLØTUM, HB, 8/1 (12. Hjal- grím ELTTØR, KÍ, 6/0, 74) Gult kort: Jens Martin Knudsen 6 Reytt kort: eingin Á beinkinum uttan at verða skiftur inn: 16. Bárður JOHANNESEN, HB, 0/-0 HB Venjari: Henrik LARSEN Hjálparvenjari: Jógvan Martin OLSEN Liðleiðarar: Birgir HANSEN og Heðin ASKHAM Fysioterapeutur: Álvur HANSEN Lækni: Jens Pauli MARSTEIN Kasakstan: 1. Yúri NOVIKOV 11/-12, liðformaður, Ertis Pavlodár — 19. Maksim SÁMTJENKO 4/0 Aqtöbe-Lento Aqtöbe, 9. Igor AVDÉYEV 17/6 Gjenis Astaná, 3. Júri KRÓTOV 6/0 Jelimái Semey, 12. Igor SOLOSJENKO 2/0 Sjahtor Qaraghandý — 15. Daniyár MUKÁNOV 3/1 Toból Qostanay, 20. Evghéniy LÓVTJEV 3/1 Gjenis Astaná, 7. Nurbol GJUMASKALIÝEV 5/0 Toból Qostanay (14. Valériy GARKÚSJA 5/0 Toból Qostanay, 86.), 6. Nurmát MIRSABÁYEV 16/1 Aqtöbe-Lento Aqtöbe, 46.) — 10. Serghéy SKORIHH 2/0 Ertis Pavlodár, 13. Evghéniy LUNØV 9/2 Gjenis Astaná Gult kort: Igor AVDÉYEV 7. Maksim SÁMTJENKO 20. Júri KRÓTOV 63. Nurmát MIRSABÁYEV 89. Igor SOLOSJÉNKO 90. Reytt kort: eingin Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 18. Aleksandr MOKIN 0/0 Gjenis Astaná, 2. Denis PROSKÚRIN 1/0 Jelimái Semey, 4. Dmitriy KISTJENKO 3/0 Ekibastúzets Ekibastuz, 5. Denis STJYÓTKIN 1/0 Ekibastúzets Ekibastuz, 16. Aleksandr SJÁTSKIHH 1/0 Gjenis Astaná, 17. Konstantin KÁNIN Ordabasi Chymkent 1/0 Venjari: Leonid PAHHÓMOV (RUS) Hjálparvenjari: Aleksandr UBÝKIN Føroyar-Kasakhstan 2-1 (0-1): Treiskaðust til sigurs Andrew av Fløtum var tvær ferðir heilt nær við fyri steðgin. Í seinna hálvleiki bragdaði loksins, og við sínum fyrsta landsliðsmáli sendi hann Føroyar á sigurskós Ingi Højsted úr Arsenal fekk allan seinna hálvleik á vøllinum, og gjørdist harvið yngsti føroyski landsliðs- leikarin nakrantíð C M Y K 18 Nr. 82 - 1. mai 2003 19