Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 19 C M Y K 19 18 Tað hevur stóran týdning at velja sær røttu dekkini til bilin. Tú fært bílig dekk, men tá kanst tú ikki rokna við, at dygdin er í lagi, sigur Fríðrikur Bláhamar DEKK Eirikur Lindenskov Í dag er 1. mai, og fyri Fríðrik Bláhamar og hinar menninar á Super Dekk í Havn merkir tað, at teir hava nógv um oyr- ini í hesum døgum, tí í sein- asta lagi í dag skulu píka- dekkini undan bilunum. Hendan dagin, vit vitjaðu á Super Dekk, segði hann frá vátaslættingi, og tað var Fríð- rikur Bláhamar ikki so glaður fyri at hoyra. – Tað merkir bara, at fólk bíða nakrar dagar, og so kem- ur alt upp í røkur, helt Fríðrik- ur fyri. Super Dekk í Havn er eftir hondini ein gomul fyritøka. Tað var í 1974, at Sámal Blá- hamar stovnaði fyritøkuna á neystaloftini hjá pápanum, Frederik Bláhamar í Vest- manna. Sama árið flutti Sám- al fyritøkuna til Havnar, og fyri nøkrum árum síðani tók Fríðrikur, sonur hansara, yvir fyriøtkuna, sum í dag kallast Super Dekk. Tað er kenda, gamla merkið GoodYear, sum fyritøkan selur. Tað fer nógv gransking fram innan dekkvinnuna, og soleiðis koma nýggj og betri dekk alsamt á marknaðin. Í fjør kom Goodyear við dekk- inum GoodYear Eagle F1- GSD3 á marknaðin. Hetta av- loysti fyrra Eagle dekkið, sum er enn meira ment. – Hetta dekkið hevur roynst væl, sigur Fríðrikur. – So væl, at tað selir seg sjálvt. Vit hava havt hetta dekkið í eitt ár, og tey, sum koyrdu við tí síðsta summar, lata væl at, sigur hann. Tað serliga við hesum nýggja Eagle F1 dekkinum er, at vegtakið er størri, enn á dekkinum frammanundan. Tað merkir, at flatan, sum nertir vegin, meðan koyrt verður, er størri. Eisini er mynstrið soleiðis háttað, at ribburnar eru longri, soleiðis at tær ikki sleppa vegnum so skjott. – Hetta ger, at dekkið er stak friðarligt at koyra við. Og tað at hava røtt dekk, tað er nakað, sum veruliga hevur týdning, leggu Fríðrik- ur dent á. – Tú fært eisini bílig dekk, men tá skalt tú bara vita, at góðskan ikki er tann sama, og tað merkir eisini, at trygdin ikki er tann sama. Ólukkan er bara tann, at tú sært ikki rætta munin, fyrr enn vanlukkan er hend. Hevur tú eitt gott, dýrt dekk, sum t. d. eitt frá Good- Year, so kanst tú verða vísur í, at tú klárar teg betur tá tú t. d. skal venda undan vandum. Bilurin heldur betri í vegnum, sigur Fríðrikur Bláhamar, sum leggur dent á, at her verður tosað um, tá vit koyra við vanligari, hampuligari ferð. Er talan um skilaleysa koyring, tá kunnu dekk verða dekk. Fríðrikur Bláhamar vísir á, at tey góðu dekkmerkini hava verið ígjøgnum allar møgu- ligar royndir, áðrenn tey koma á vegin, og tí kanst tú verða vísur í, at dygdin er í lagi. Og dygdin er eisini trygdin, sigur Fríðrikur Bláhamar. Dygdin er trygdin – Vit ganga í blindum. Vit hava einki endamál sett okkum, vit hava onga stevnu, einki sum helst stavnhald, vit trilva okkum farm utt- an mið og mál, og okkara einsta leiðara- stjørna er ein gomul, pjøssað ferðslulóg , segði Petur Jacob Sig- vardsen, fráfarni for- maðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd m. a. í árs- frágreiðing síni FERÐSLUTRYGD Eirikur Lindenskov – Vit vóru so bláoygd at vóna, at Føroyar kundu verða fyrsta landið aftan á Svøríki, sum seta sær Nullhugsjónina sum stevnu. Men vit fingu annað at síggja, og úrslitið er, at vit standa við skommini, sum eitt av teimum fáu londum, ið als ongan ferðslutrygdarpoli- tikk hava. Soleiðis segði Petur Jacob Sigvardsen í formansfrá- greiðing síni á ársfundinum hjá Ferðslutrygd í fjør, og hesi orðini kundi hann endur- taka á ársfundinum í ár, sum varð hildin mikudagin í síðstu viku. Tað var í 1999, at Ráiðið fyri Feðslutrygd – eftir svenskari fyrimynd – fór at tosa um nullhugsjónina, sum hevur sum stevnu, at eingin skal doyggja ella verða álv- arsliga meiddur í ferðsluni. Í februar sama ár skipaði Ferðslutrygd fyri skeiði, har gjølla varð greitt frá tanku- num við null-hugsjónini, og har var semja um at heita á politikararnar »um at borið verður so í bandi, at ein væl skipaður ferðslutrygdarpoli- tikkur verður samtyktur á Føroya Løgtingi í seinasta lagi ár 2000, og mælt verður til, at tey stevnumið, sum Nullhugsjónin hevur, skulu verða grundarlagið undir framtíðar ferðslupolitikki okkara«. Finnbogi Arge, landsstýris- maður í ferðslumálum, var eisini á hesum skeiði, og hon- um dámdi væl hugsjónina. Hann fegnaðist um hetta stig, sum Ferðslutrygd hevðí tikið og gjørdi greitt, at hann fór at seta ein arbeiðsbólk at gera álit um framtíðar ferðslupoli- tikk í Føroyum, har skeiðtil- farið við fyrilestrum, glærum v. m. skuldi verða sjálv beina- grindin í tí áliti, sum ætlanin var at gera, og sum skuldi verða grundarlag undir einum ferðslutrygdarorðaskifti í løgtinginum á heysti í 1999. Síðani vóru nógvir fundir við landsstýrismannin og Ferðslutrygd, arbeiðsbólkur varð settur. Nú var klárt at fara til verka, men av ávísum atvoldum kom stígur í hesar ítøkiligu ætlanir, og á fundi í Vinnumálastýrinum fekk starvsnevndin at vita, at tann setti arbeiðsbólkurin tó ikki kundi fara til arbeiðis. – Tað er einki dulsmál, at starvsnevndin í Ferðslutrygd, sum alla tíðina hevur verið kunnað um gongdina í hesum týdningarmikla máli, var bæði hørm og vónbrotin um ta lagnu, Nullhugsjónin so- statt fekk í Føroyum, tí RFF hevur nú í góðum samstarvi við Norðurlond í mong ár lagt stóra orku í ullhugsjonina, innihald hennara og ta viður- kendu gransking, sum henda mannvirðiliga hugsjón er bygd á, segði Petur Jacob Sig- vardsen. Niðurstøða hansara er greið: – Á ferðslutrygdarpolitiska økinum ganga vit tí í blind- um: Vit hava einki endamál sett okkum, vit hava onga stevnu, einki sum helst stavn- hald, vit trilva okkum farm uttan mið og mál, og okkara einsta leiðarastjørna er ein gomul, pjøssað ferðslulóg. Hesa støðuna heldur Petur Jacob Sigvardsen verða bæði óvirðiliga og ábyrgdarleysa. Hann spyr, hvussu nakar her á landi kann gera eitt fullgott arbeiði í ferðslytrygdarhøpi uttan at vita, hvør tann polit- iski arbeiðssetningurin er, hvørjum endamáli miðað verður eftir at náa, og hvørjar ítøkiligar ætlanir eru gjørdar til tess at náa endamálinum. – Tað er ómøguligt, stað- festi Petur Jacob Sigvardsen. Men Ferðslutrygd gavst ikki á hondum, men fór sjálvt undir at skriva eitt álit. Enda- málið var, at landsins evstu myndugleikar skuldu fáa eitt ítøkiligt ferðslutrygdarupp- skot at taka støðu til. Ársfundurin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd samtykti mikudagin í síðtsu viku at taka undir við hesum áliti og heitir á landsstýrismannin um at leggja álitið fyri tingið til støðutakan. Petur Jacob Sigvardsen legði á fundinum frá sær sum formaður í Ráðnum, og fyri hann varð vald Rúna Sivertsen. Lesið samrøðu við hana á baksíðuni. Ein gomul, pjøssað ferðslulóg er okkara leiðarastjørna Fráfarni formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Petur Jacob Sigvardsen, er harmur um, at tað ikki eydnaðist at seta null- hugsjónina sum ferðslupolitiska stevnu í Føroyum. Men hann – og ráðið við – er framvegis í teirri vón, at stríðið fer at eydnast Mynd: Jens Kristian Vang Null-hugsjonin hevur sum endamál, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga meiddur í ferðsluni. Vegaumstøðurnar eiga at gerast so ferðslutryggar, sum tilber… – Hetta dekkið hevur roynst væl – so væl, at tað selir seg sjálvt, sigurFríðrikur Bláhamar um nýggja Eagle F1, sum kom á marknaðin í fjør