Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 82 - 1. mai 2003 Nr. 82 - 1. mai 2003 17 Føroyskir og út- lendskir framsýnarar á fiskivinnustevnuni í Runavík, eru bodnir á styevnu í Hanstholm komandi ár FISKIVINNUSTEVNA Áki Bertholdsen Sosialurin í Runavík: Tað tykist sum um stórur áhugi er fyri at halda fiskiinnu- stevnu. Tá ið framsýnararnir á stevnuni í Runavík komu til arbeiðis í gjáramorgunin, lá litfagur faldari á hvørjum borði við eini innbjóðing um at koma á fiskivinnu- stevnu í Hanstholm næsta ár. Stevnan í Hanstholm nevnist "Havfisk Inter- national" og er í døgunum 16.-18. september komandi ár. Hanstholm er størsta fiskivinnuhavn í Danmark og hetta er aðru ferð, at stevnan verður hildin har. Á seinastu stevnuni í Hanstholm vóru nakrir gestir úr Føroyum á stevn- uni, men ongin fyritøka var og sýndi fram. – Tað vóna vit verður øðrvísi næsta ár, siga fyrireikararnir av stevnuni í Runavík. Teir siga, at á stevnuni er mest hugsað um norður- atlantshav, tvs Danmark, Noregi, Føroyar og Ísland. Seinast, stevnan var, voru útvið 5.000 fólk á stevnuni og hugdu og tá voru 104 básar. Næsta stevnan verður munandi størri. Tá verður stevnan einar 7.000 fer- metrar, tvs, at hon verður nakað størri enn stevnan, sum nú er í Runavík. Tey, sum vilja vita meiri um stevnuna í Danmark, kunnu fara á alnetið: www.havfisk.dk Klaksvík er 99% fiskur, so skuldu vit ikki verið við á eini fiskivinnustevnu, hvar skuldu vit so verið, spyr Kristian Olsen FISKIVINNUSTEVNA Áki Bertholdsen Sosialurin í Runavík: Tað er sjálvsagt, at vit eru við á eini fiskivinnustevnu. Tað heldur Kristian Olsen úr Klaksvík. Hann er við á fiskivinnu- stevnuni í Runavík. Klaksvík er 99% fiskur. Skulu vit ikki vera við á eini fiskivinnustevnu, hvagar skulu vit so fara, spyr hann. Klaksvíksbásur- in umboðar bæði Klaks- víkar Býráð, Klaksvíkar Havn og Norðoya Kunning- arstovuni. – Okkara uppgáva verður at upplýsa um tað, sum klaksvíkin hevur at bjóða, sigur hann, bæði sum býur og sum fiskivinnuhavn. Við sær hava teir faldarar og annað tilfar um Klaks- vík og Norðoyggjar sum heild og teir hava eisini faldarar frá Ferðaráðnum um Føroya Lands sum heild. Hann sigur, at tað hevur verið fult av fólki á tí almenna klaksvíksbásinum og hann er bilsin av, hvussu nógv fólk hava biðið um faldarar. Serliga eru teir slopnir av við nógvar fald- arar á enskum, so hann ivast ikki í, at hetta fer art kasta okkurt av sær seinni. Annars eru fleiri virki úr Klaksvík við á stevnuni. Sjálvandi eru vit við Klaksvíkingar høvdu nógvar bástar á stevnuni Bjóðaðir á stevnu aftur næsta ár Í Hanstholm bjóða teir nú øllum framsýnarunum á fiskivinnustevnuni aftur á stevnu í Hanstholm næsta ár Skulu fiskidagarnir lækka komandi ár, verður tað ikki við teimum grundgeving- um, sum Henrik Old førir fram, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum FISKIVINNA Áki Bertholdsen Sosialurin í Runavík: Enn er ov tíðliga at siga , um tað verður neyðugt at lækka fiskidagarnar næsta fiskiár. Tað sigur Jacob Vester- gaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Vit fingu eitt stutt prát við hann á fiskivinnustevn- uni í Runavík seinnapartin týsdagin, har hann var komin at hyggja. Hann er ikki samdur við Henrik Old, formann í vinnunevndini, sum í fiski- vinnublaðnum hjá Sosialin- um í farnu viku, í sambandi við stevnuna í Runavík, segði, at tað verður neyðugt at lækka fiskidagatalið komandi ár. Hetta bygdi hann á tær samanleggingar, sum hava verið og sum hava økt mun- andi um veiðitrýsti eftir hansara tykki. – Verður tað neyðugt at lækka fiskidagatalið, verð- ur tað í hvussu so er ikki við teimum grundgeving- um, sum Henrik Old førir fram, sigur Jacob Vester- gaard. Hann er nevniliga ikki samdur í, at tær samanlegg- ingar, sum eru gjørdar, hava økt um veiðitrýstið, soleið- is sum formaðurin í vinnu- nevndini hevur ført fram. Fiskidaganevndin skal koma við einum tilmæli um fiskidagarnar. Fyrrenn tað tilmælið kemur, er ómøgu- ligt at siga nakað um fiski- dagarnar. Samstundis verð- ur tilmælið frá fiskidaga- nevndini rættiliga avger- andi fyri, hvussu verður við fiskidagatalinum, sigur Ja- cobVestergaard á fiski- vinnuráðstevnuni í Runa- vík. At fara nakað langt Henrik Old meinti júst, at tað var rætt at seta eina nevnd at gera myndugleik- unum tilmæli um fiskidag- ar og um, hvussu saman- leggingar kunnnu leggjast saman o.s.fr. Men tað er Jacob Vester- gaard heldur ikki samdur í. – Tað eru greiðar manna- gongdir fyri, hvussu loyvi kunnu leggjast saman, tí tað er ásett í kunngerð, so tað er í fastari legu. – Og eftir kunngerðun- um, sum eru gjørdar, er tað rættiliga einfalt at rokna veiðitrýstið út. Annars er fiskidaga- nevndin ein faklig nevnd, so hon gevur tilmæli um fiskidagar. Harafturat hava vit eitt fiskivinnuráð, sum er samansett av fólki í vinn- uni, sum eisini gevur lands- stýrismanninum tilmæli. At gera eina nýggja nevnd, sum skal arbeiða inni í sjálvum Fiskimála- ráðnum, er óneyðugt, sigur Jacob Vestergaard. At fiskimálaráðið ikki longur skal kunna viðgerða ein- støk mál, er at fara í so langt, heldur Jacob Vester- gaard. Hann er heldur ikki samdur við Henrik Old í, at fiskidagfaskipanin er farin av sporinum, at hansara fremsta endamál verður at endurreisa álitið á hana aftur. - Eg haldi ikki, at fiski- dagaskipanin er farin av sporinum. Vit hava kjakast um einstøk mál. Møguliga skal lítið til, men eg haldi ikki at hesi málini geva or- søk til at halda, at skipanin er við at fara av sporinum, sigur Jacob Vestergaard. Men hann leggur afturat, at sjálvsagt eiga vit at fylgja við, hvussu gongdin í veiðitrýtinum er, leggur landsstýrismaðurin afturat. Enn er ov tíðliga at siga um fiskidagarnir lækka Jacob Vestergaard , landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var millum gestirar á fiskivinnu- stevnuni í Runavík. Hann sigur, at enn kann ongin siga, hvussu verður við fiskidagatalinum komandi ár Stórur áhugi var fyri básinum hjá Sosialinum Frá framsýningini í Runavík C M Y K 17 16